Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 16. september 2005 11 TÍÐINDASKRIV Fysioterapeutar í Føroyum Hjá Føroya Landstýri er fólkaheilsa av røttum komin á dagsskránna. Viðsjónin fyri 2015 er gjørd, og eru tiltøk sett í verk at fremja heilsu- støðuna hjá Føroyingum. Í hesum sambandi hava fysioterapeutar í føroyum valt at útbúgva seg, so- leiðis at vit kunnu taka okkara part av upp-gáv- una, at betra um heilsu- støðuna í Føroyum. Sundhedsstyrelsen í Danmark hevur sum mál, at kropsligt virksemi skal raðfestast høgt, bæði hjá teimum sum taka avgerð- ir, teimum sum viðgerða og fólki annars. Tey hava gjørt eitt megnar gransk- ingararbeiði, sum vit nýta gott av. Fysioterapeutar í Før- oyum hava fingið Mor- ten Zacho, cand. scient. og ítróttarfysiolog til Føroya at halda skeið fyri fysioterapeutum. Skeiðið verður á Landssjúkra- húsinum 16. 17. og 18. september. Skeiðið nevnist "mo- tion á recept" . Enda- málið er at fyribyrgja lívsstílssjúkum. Læknin vísir til motión á recept, og fysioterapeuturin setir fólk í gongd við venjing og at broyta vanar. Mortan Zacho undir- vísir fysioterapeutum og fitnessinstruktørum í "Motión á recept". Fysio- terapeutar eru væl kvalifiseraðir, at veita hesa viðgerð, av tí at fysioterapeutar eru vanir at arbeiða við fólki, og serliga við fólki sum hava onkran trupulleika. Tað er týdningarmikið hjá fysioterapeutum at arbeiða fyrbyrgjandi, og vera við til at forða fyri, at føroyingar fáa somu lívsstílssjúkur, sum ger- ast alt meira vanligar í vesturheiminum. Tað er heilt givið, at motión á recept er ein uppgáva sum fysiotera- peutar eiga at taka á seg. Fysioterapeutar eru út- búgvnir til at seta fólk í gongd, og duga eisini at læra fólk at taka ábyrgd av egnu heilsustøðu. Hans Pauli Strøm Landsstýrismaður í al- manna og heilsumálum, segði í røðu tá hann setti ráðstevnuna 2004 um fólkaheilsu: »at Almanna- og heilsu- málaráðið arbeiðir við at gera eina fólkaheilsu- ætlan. Endamálið við ætlanini er at betra um lívsgóðskuna og at fyri- byrgja fólkasjúkum. Vandaøkini, sum eru ásett, eru: rørsla, kostur, vekt, royking, rúsevni, ferðsla og arbeiðsum- hvørvi. Málbólkarnir eru børn - ung - konufólk/ mannfólk - gomul - barnakonur og varandi sjúk. Finnast skal fram til, hvussu vit best røkka hesum málbólkum við boðskapinum um eina betri heilsu. Tað snýr seg um, hvussu vit øll fáa eitt betri lív. Og hvussu sam- felagið, og harvið vit øll, kunnu spara fitt av peningi. Tað eru nógvar góðar orsøkir til at hava áhuga í fólkaheilsuni. Eitt er longdin á lívsævini. Eitt endamál er at leingja um tað góðu lívstíðina hjá okkum øllum. Vit skulu taka felags tøk fyri at fremja heilsu, fyri at fyribyrgja sjúku og fyri at leingja um tað góða lívið. Tey heilsufremjandi tiltøkini skulu miða ímóti at skapa karmar fyri til- veruni, sum fremja trivn- að, sum fremja vælveru, og sum fremja evnini hjá fólki at trívast í gerandis- degnum, at liva eitt virði- ligt og ríkt lív.« At Føroya landsstýri hevur sett fólkaheilsuna á dagsskránna, er eitt gott høvi hjá fysiotera- peutum at geva okkara íkast, og vera ein partur av, at hetta góða tiltak verður ført út í lívið. Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk "Jeg er godt klar over, at mange vil mene, at jeg selv er ude af proportioner, men det kan vi diskutere på et andet tidspunkt" - Soleiðis málbar Hr. Høgni Hoydal seg, tá hann fór á talarastólin í Fólka- tinginum sum talari nr. 320 undir viðgerðini av fíggjar- lógini. - Soleiðis kann man vera vissur í at missa alla polit- iska virðing, tí sagt verður klárt at argumentini ikki eru í lagi. - Soleiðis kann man leggja upp til eina pínliga røðu, sum eingin tímir at lurta eftir. - Soleiðis tekur man fyri- varni, tá man skal royna at "prógva", at Danmark er eitt diktatoriskt koloni- veldi. Villleiðandi og propagandistiskt tíðindaskriv Norðuratlantsbólkurin hev- ur sent eitt pressuskriv til bløðini um fyrstu viðgerð av fíggjarlógini í Fólkating- inum. Tað var pent endur- givið í Sosialinum 8.9.05, sum eitt referat av tí Høgni Hoydal, fólkatingslimur fyri Tjóðveldisflokkin, skuldi havt sagt av talara- stólinum. Referatið sigur, at Hr. Hoydal talaði um blokk- stuðulin, ein nýggjan bú- skapargrunn, og um van- røkt av donskum statsogn- um í Føroyum Ein samanbering, sum avdúkar Eina positiva ávirkan hevði hetta tíðindaskriv tó. Hugs- aði, at tað kundi vera áhugavert at bera saman við tað, sum faktiskt bleiv sagt í tinginum. Samanber- ing við orðarøttu endurgev- ingina á heimasíðuni hjá Fólkatingunum vísir, at fólkatingreferatið er meira spennandi og avdúkandi at lesa, enn væl avpussaða pressu-skrivið hjá Norður- atlantsbólkinum. Í innganginum harmast Hr. Hoydal um, at "prakt- iske mænd forviser ideo- logierne og værdierne", og sigur víðari, at politiski pallurin er latin ekspertum og nevndum. Hann man hava misskilt støðuna í Danmark, tí sum ikki eina- ferð verður tosað um virðir. Eg haldi, at allir flokkar tosa um virðir, nú meira enn nakrantíð. Men minnist meg rætt, hava aldri verið so nógvar nevndir og ekspertar í sving í Føroyum, hvítabóks- nevnd, grundlógarnevnd, íslendskir stjórnmálafrøð- ingar, búskaparfrøðingar og støddmálaserfrøðingar, sum júst tá Hoydal var mál- leysur ministari í Tinganesi. Í síni moralisering harmast hann enn einaferð um, at tað snýr seg um kvantitet, og slær fast, at "Boghold- erpolitikken har sejret." Hvat er mikro- og makroøkonomi? Harnæst kemur beinan- vegin bland í hugtøkini, sum hann sjálvur sleingir út. Tosar um mikro- og makroøkonomi, sum var tað javnt við búskapin í smáum mikrolondum og í stórum londum. Men hatta er ein misskiljing. Nú skuldi hetta vera eitt orða- skifti um nýggja uppskotið til fíggjarlóg, og so hevði verið nátúrligt at hildið seg til sakina. Men Hoydal vildi heldur fabulera um loysing og danska kolonial- ismu. Aftaná hesar mislukkaðu moralsku peikifingrarnar, kemur hann til nakað, sum hevur ein vissan relevans, blokkstuðulin, "det så- kaldte generelle tilskud til Færøerne." Hann lýsir blokkin, sum nakað løgið ella magiskt: "Den frem- manes og oppustes i folks bevidsthed som den akse, hvorom verden drejer. Det er et mikroskopisk beløb på den danske finanslov, som, når det projiceres til Færøerne, bliver makro- økonomi og bliver en slags prisme hvorigennem alle… spørgsmål ses og afspejles. Det er næsten som en slags magi eller overtro." Hetta er av sonn- um rein poesi: fremmanes og oppustes, verdens akse, prisme, magi, overtro. Dýr orð, sum hann brúkar við sonnum listarligum frælsi. Meistari í procentrokning Men nú kemur procent- rokningin inn, og so vaksa perspektivini til tað glo- bala. Hann skoðar "dette mærkværdige fænomen fra et mere nøgternt og globalt perspektiv." Kanska ikki so galið við eini globalari áskoðan? Hvat mundi ein niðurslitin arbeiðsmaður í boliviansku tin-minunum, ein boygdur bóndi í cambodiansku rís- veltunum, ella ein arbeiðs- leysur afro-amerikanari í ghettoni í einum ameri- kanskum stórbýi sagt til ókeypis skúlagongd, fólka- pensión, eitt vælfungerandi sjúkrahúsverk´??? Nei, tað globala hjá Hoy- dal skal ikki skiljast uppá henda mátan. Tað skal brúkast til procentrokning. Og nú er at spenna seg út í hesum fantastiska rokni- stykki. Blokkstuðulin til Føroya er 0,1% av danska stats- húsarhaldinum. "Til gen- gæld formår Danmark at opretholde højhedsretten og suveræniteten over Færøerne med land og hav." Og so skal speku- lerast og forklárast. Tað eru stór global perspektivir í hesum, tí tað er eitt øki, sum "er faktisk to gange større større end Dan- marks." Men hetta kann jú misskiljast, hvat hann meinar við, so peikipinn- urin koyrir runt á kortinum, og vísir "altså Jyllands og Øernes land- og havom- råde." Men nú procentlogikarin er farin í gongd, er eingin grund at steðga á beinan- vegin. Nú skal tað skerasð út í papp, so eisini danskir fólkkatingslimir skilja tey globalu perspektivini: "Det vil svare til… at Færøerne på sit landsbudget afsatte 1 promille (4 mio. kr) om året, til gengæld for at have højhedsretten og su- veræniteten over et land- og havområde, som var to gange vores." Pentagon undir Grøn- lendskt heimastýri? Grønlendsku vinirnir í Norðuratlantsbólkinum skulu eisini hava eitt herðaklapp og læra eitt sindur um globala procent- rokning. Sami bókhaldara- logikkur verður koyrdur ígjøgnum einaferð aftrat: "Tager vi Grønland, så er proportionerne endnu mere absurde…" Millión- ir, procentir og økir. Og, vupti - so fáa vit eina heilt nýggja heimsmynd. "Det ville svare til, at Grønland havde højhedsretten over hele det nordlige Atlanter- hav med omkringliggende øer for 9 millioner kroner om året." Hann brúkti sjálvur orðið absurd, men lat tað nú liggja eina hesa ferð. Eg haldi at Hoydal er alt ov varin í síni ekspan- sionismu. Grønland vildi við hesum bókhaldara- logikki sanniliga ekspan- derað (víðkast), men nú liggur tað geografiskt, har tað liggur. Ikki mitt í At- lantshavinum, men er part- ur av tí Norðuramerikanska kontinentinum. Tí hevði tað fevnt um mestapartin av Canada, og man ikki bæði New York og Washington so eisini koma undir grøn- lendskan ’højhedsret’? Har fóru so bæði Wall Street og Pentagon knappliga á aðrar hendur? Eigur Danmark at siga nei til 72 milliardir um árið? Hr. Hoydal undirstrikar væl og virðiliga, at Føroyar ’på eget initiativ’ hava skorið ein triðing burtur av blok- stuðlinum. "Vi har sagt nej tak til et beløb på 366 mio. kr. om året." Higani heldur hann so fram við aldri svíkjandi logikki: "Hvis Danmark skulle gøre det samme, og nu taler jeg igen om de her proportion- er, så ville det målt i be- folkningens og økono- miens størrelse betyde, at Danmark sagde nej tak til 50 milliarder kroner direkte ned i statskassen." Síðani finnur Hoydal enn eina krúllu, og fær so talið at blíva til 72 milliardir. Tað er bara fantastiskt. Eg kann bert gita mær til, hvat politikkarar í Fólka- tingssalinum tonktu henda góða septemberdag. Um annars nakar var eftir, sum tímdi at lurta eftir hasum útsøkta svassinum. Spurn- ingurin man ikki vera at siga nei til inntøkur, men heldur at brúka pengarnar á skilabesta hátt. Hvat kom so burturúr hjá hesum procentlogikara? Einki! Sjálvandi einki! Einans fíggjarráðharrin Thor Petersen hevði eitt ultrastutt pliktsvar. Hann segði seg uppfata taluna hjá Hoydal, sum "meget uvenlig." Og tað má sigast at vera eitt sera vinarligt svar í hesi støðu. Hann nart ikki við geopolitisku procent-rokningarnar. Sjálvandi ikki! Men hann legði aftrat, enn einaferð: "Det færøske folk bestemmer selv sin egen fremtid… Regerin- gen er tilhænger af rigs- fællesskabet. Vi synes, det har mange værdier, og at det rummer mange gode muligheder, men i sidste instans er det altså det fær- øske folk selv, der be- stemmer efter eget valg." Vil Høgni hava loysing, so krevur tað, sum flestøll hava vitað í 50 ár, at klárur meiriluti er í Løgtinginum og í føroyska fólkinum. Alt hatta gassið við procent- rokningum og at leggja Pentagon undir grøn- lendska heimastýrið er burturspilt tíð. Idiotiskar talur sum hendan er absurdur sjón- leikur, og fremja á ongan hátt ella nakra staðni sak føroyinga. Skjøl: - Norðuratlantsbólkurin: Ein promilla gevur fullveldi yvir Føroyum. Sosialurin 8.9.05, s. 11 - Folketinget: Første behandling af lovforslag nr 175. <www.ft.dk/?/samling/20042/men u.00054916.htm> Tápulig tokutala í Fólkatinginum, ella: Dysturin taptur, tá fyrstu orðini eru umskyldningar Fysioterapeutar arbeiða fyri at fyribyrgja lívsstílsjúkum