Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 176 - 16. september 2005 Í sambandi við at ein av leiðarunum hjá kristna hjálparfelags- skapinum Samari- tan`s Purse, Ian Macleod, vitjaði í Føroyum, var kunn- andi fundur um skógvaeskjutiltakið Christmas Child týs- kvøldið 13. september í Hoyvíkar skúla HJÁLPARTILTAK Týskvøldið 13. september vóru fólk frá ymiskum samkomum kring landið savnaði til kunnandi fund í Hoyvíkar skúla um skógva- eskjutiltakið Christmas Child, sum samkoman Lívdin í Hoyvík skipar fyri triðja árið á rað. Christmas Child er eitt tiltak undir Samaritan’s Purse, sum seinastu 25 árini hevur glett meiri enn 38 milliónir børn við at geva teimum eina skógva- eskju við gávum. Franklin Graham, sonur navnframa Billy Graham, stjórnar vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, har eitt av tiltøkunum er Operation Christmas Child. Christmas Child er heimsins størsta jólatiltak fyri børn. Í fjør vórðu yvir 7,4 milliónir skógvaeskjur latnar líðandi børnum í 95 londum. Eina av leiðarunum í Samaritan’s Purse, Ian Macleod úr Chesterfield í Onglandi, var komin til Føroya at greiða frá arbeið- inum hjá felagsskapinum, og um hvussu arbeiðið við Christmas Child gongur fyri seg. Skógvaeskjurnar úr Føroyum verða sendar til Glasgow í Skotlandi, har tær verða umskipaðar og síðan koyrdar víðari í stór- um bilum til eitt nú lond í Eysturevropa. Við at geva eina skógva- eskju við gávum, kunnu vit í Føroyum broyta jólini hjá einum barni á t.d. barna- heimi, flóttalegu, sjúkra- húsi ella á gøtuni. Fyri fleiri at hesum verður henda jólagávan einasta gávan barnið fær. Tað eru fyri tað mesta samkomur, kirkjur og skúl- ar í ymiskum londum sum senda skógvaerkjur. Til- takið hevur fingið sera góða undirtøku í Føroyum. Í fjør vóru yvir 1.700 erkjur sendar av landinum, og málið í ár er 3.000. Freistin at lata skógvaeskjur inn er sett til 30. oktober. Áhugað kunnu venda sær til tel. 312655 ella mail adr: aargard@kallnet.fo Christmas Child kvøld Hoyvíkar Skúla Ian Macleod frá hjálparfelagsskapinum Samaritain`s Purse (h.m.) saman við umboðum fyri felagsskapin í Føroyum, f.v.: Unn Zachariassen, Beinta Áargarð og Durita Djurholm. Hanna Andreasen vantar á myndini Mynd: Tórvør Vang± Marita Debess Magnussen: Prógv sum mikrobiologur Marita Debess Magnus- sen hevur tann 7. sep- tember 2005 fingið prógv sum mikrobiologur við London School of Hygi- ene & Tropical Medicine. Framman undan hevur hon bachelorútbúgving í biologi á Fróðskaparsetri Føroya. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í sambandi við at Ólavur á Váli, sangari og listamaður, sum andaðist 19. februar í ár, hevði fylt 50 ár fríggjadagin 26. august, gav Evangel- iska Røddin út tví- fløguna "Lívsins land" hendan dagin FLØGA Ólavur á Váli varð føddur 26. august 1955, næst- yngstur av teimum fýra børnunum hjá Onnu og Líggjasi á Váli. Familjan búði í Klaksvík til 1972, tá tey fluttu til Havnar. Útgávudagin, 26. august, hevði Ólavur á Váli fylt 50 ár. Hann var brádliga heim- kallaður til Harran í februar í ár. Á Váli familjan hevði góðar gávur at syngja. Ólavur var listamaður, óførur at tekna, og hevði eisini eina so stak góða songrødd, sum bert heilt fáum unnist. Hann sang nógv; einsa- mallur, saman við M.C. Restorff og Nicodemus- sangbólkinum, í sangkór- um, í Dupultkvartettini í Ebenezer, saman við systkjunum Britu, Char- lottu og Jóannesi, og saman við so mongum øðrum. Hann sang fyri einstak- lingum og fyri stórum áhoyrarskarum. Hann sang runt í okkara egna landi, og hann sang í londunum rundan um okkum. Men hann sang ikki fyri at koma sær sjálvum fram. Nei, gripin av Skaparanum og frelsuverkinum sang hann. Á nýggju fløguni, sum er tvífløga og ber heitið "Lívsins land" eru tilsam- ans 41 sangir, sum Ólavur syngur einsamallur ella saman við øðrum, - eitt nú Nicodemussangbólinum, Dupultkvartettini og á Váli familjuni. 14 av hesum sangum hava ikki verið útgivnir áður. Nýggja tvífløgan, sum Evangeliska Røddin gevur út, er at fáa í handlunum og kostar kr. 189,-. Síðan fløgan kom út, hevur hon verið sera væl móttikin. Fløga við Ólavi á Váli