fríggjadagur 16. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 16. september 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Saloma Frederiksen, Múli, andaðist á Norðoya
Røktarheimi sunnudagin 11. september, 92 ára
gomul.
Kistan fer frá kapellinum hóskvøldið klokkan 18
heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin verður
fríggjadagin klokkan 13.30 frá Christianskirkjuni í
kirkjugarðin í Norðdepli.
Tey, sum vilja minnast Salomu, kunnu lata Norð-
oya Røktarheimi eina peningagávu. Konto í
Norðoya Sparikassa.
Absalon Tvørfoss úr Norðragøtu andaðist í
heiminum sunnudagin 11. september, 70 ára
gamal. Kistan fer úr heiminum í kirkjuna í Gøtu
mikudagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður
hósdagin klokkan 14.00.
Tey, ið vilja minnast Absalon, kunna lata Kirkju-
liga Missiónsfelagnum eina gávu. Konto í pen-
ingastovnunum.
Charlotta Christiansen, Porkeri, andaðist mána-
dagin 12. september, 95 ára gomul.
Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 14.
Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Charlottu, kunnu lata eina
gávu til Missiónshúsið í Porkeri.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
16. september. Eufemia, deyð umleið ár 300.
Kvinnuligur pínsluváttur, tikin av døgum undir
Diocletianus keisara. Femja er konufólkanavn, sum
hevur verið brúkt í Føroyum og eisini kemur fyri í
nýggari tíð.
Grikst navn sum merkir gott umdømi.
Mikudagin 14. september
fylti Jákup Hansen, vanliga
nevndur skómakarin, við
Gøtugjógv, 90 ár.
Jákup er ættaður úr
Syðrugøtu. Foreldrini vóru:
Anna Súfie og Elias Han-
sen á Fløttinum í Syðru-
gøtu.
Sum ungur var Jákup eini
tvey ár til skips, men gavst
tí hann slapp ikki av við
sjóverkið. Ístaðin fór hann í
læru sum skómakari tann 1.
apríl 1933 hjá Knút Peter-
sen skómakara í Havn.
Í 1937 byrjaði Jákup fyri
seg sjálvan sum skómakari
við Gøtugjógv. Umframt at
umvæla skógvar byrjaði
hann í 1947 eisini at selja
skógvar.
Undir krígnum hevði
hann nógv samband við
ensku hermenninar, sum
vóru í Gøtu tá.
Hann arbeiddi eisini sum
vegformaður hjá Lands-
verkfrøðinginum í Eystur-
oy í 24 ár. Hann koyrdi t.d.
kavablásarin fleiri vetrar,
og minnist hann aftur á
nógvar hættisligar løtur á
Leirvíksvegnum hesa tíð-
ina.
Jákup
hevur
umvalt
skógvar líka til hann í vár
var so óheppin at detta og
fekk skaða. Hann hevur
eisini latið nógvar skógvar,
serliga til tey sum koyra til
Rumenia við neyðhjálp.
Men eisini til føroyingar
sum av ymiskum orsøkum
eru komnir illa fyri. Skó-
søluna við Gøtugjógv, sum
hann byrjaði í 1947 og
skjótt hevur 60 ár á baki,
rekur abbasonurin Terji
Hansen í dag.
Jákup er seinnu árini
kendur sum ein sannur
russaravinur, og hevur hann
havt gott samband við
russiskar sjómenn, sum
hava ligið á Skála. Hann
hevur t.d. hjálpt teimum at
keypa gamlar bilar og ging-
ið teimum til handar í aðrar
mátar. Í dag eigur Jákup
nógv vinfólk í Russlandi,
sum hann hevur brævasam-
band við. Hann hevur eisini
verið heiðraður av russiska
fiskimálaráðharranum fyri
at hava tikið sær væl av
russarum í Føroyum.
Jákup hevur verið trú-
fastur til møtini í Filadelfia
í Gøtu, og nógvir av út-
lendsku trúboðarunum sum
hava vitja oyggjarnar hava
notið gott av hansara hjálp-
semi. Hann hevur t.d. koyrt
teir til tey ymisku støðini at
halda møtir.
Jákup hevur altíð havt
stóran áhuga fyri bilum og
dámt at koyra við góðum
bilum. Tað eru nokk fleiri
sum minnast hansara fínu
Rambler bilar frá 60-unum.
Jákup giftist við Mar-
sonnu, sum var ættað frá
Gøtugjógv. Foreldur henn-
ara vóru: Katrina og Jó-
hannes Jacob Hansen við
Gøtugjógv.
Marsanna og Jákup fingu
fýra børn: Kári, f. í 1939,
Anna f. 1943, Jóannes f.
1945 og Líggjas f. 1947.
Kári og Jóannes búgva við
Gøtugjógv, Anna býr á
Skipanesi og Líggjas býr í
Klaksvík. Marsanna doyði í
1990, 74 ára gomul. Hon
hevði í mong ár frisørsa-
long í heiminum hjá teim-
um.
Seinni giftist Jákup við
Klaru, sum er russisk og
var ein av manningini á ein-
um av russisku trolarunum,
sum lá á Skála. Abbabørn-
ini hjá Jákupi eru 14 og
langabbabørnini eru 10 í
tali.
Føðingardagurin
varð
hildin saman við familjuni.
Jákup Hansen 90 ár
Fríggjadagin 16. september
verður Johannes Andreas
Næs í Havn 85 ár.
Johannes Andreas er ikki
hvør sum helst. Hann er
hvalbingur og hevur búð í
Havn síðan 1966. Hann
er ein maður við góðum
evnum sum gjøgnum eitt
langt lív hevur avrikað
nógv, bæði á andaliga og
mentunarliga økinum og
innan
skúlagátt.
Hann
hevur við sínum róliga
sinni og vinnandi medferð
havt sera lætt við at sam-
starva við ein hóp av fólki.
Eftir at hann tók lærara-
prógv Føroya Læraraskúla í
1942, var hann lærari í
fleiri ymsikum bygdum í
Suðuroy, til hann í 1962
fyribils varð settur sum
skúlaráðgevi í serundirvís-
ing fyri alt landið, og frá 1.
november 1965 var hann
útnevndur í nýggja starvið
sum skúlaráðgevi í ser-
undirvísing í Føroyum.
Hann hevur eisini útbúgv-
ing sum skúlapsykologur.
Johannes Andreas hevur
havt fleiri álitisstørv og
sitið í nógvum ymiskum
nevndum. Hann var fyri-
støðumaður fyri tekniska
skúlan í Vági frá 1951-63,
og í 1959 var hann valdur
sum
limur
í
Føroya
Skúlabókagrunn, har hann
var formaður frá 1966-85.
Hann var formaður í Før-
oya Lærarafelag 1960-
1968.
Johannes Andreas hevur
verið sera virkin innan
Heimamissiónina í Føroy-
um, og hann hevur yrkt og
týtt fleiri sálmar og sangir,
umframt at hann var blað-
stjóri á Sunnudagsblaðnum
í umleið 30 ár. Vegna
Heimamissiónina sat hann í
nevndini í Føroya Barna-
heimi frá 1972-96. Í meira
enn 30 ár sat hann í út-
varpsnevndini sum ópolit-
iskt umboð fyri Kristiligt
Lurtara-Síggjarafelag.
Hann hevur gjøgnum
árini eisini skrivað ymsar
greinar um skúlamál og
evnað til undirvísingartilfar
og skrivað fleiri bøkur.
Saman við øðrum hevur
hann lagt til rættis skúla-
bøkur í føroyskum og
kristni.
Johannes Andreas
er
framvegis virkin, og í fjør
gav hann út bøkurnar:
"Varðar á kirkjugøtuni" og
"Í Leirum og úr Leirum",
sum er ein lýsing av før-
oyskari kirkju- og missi-
ónssøgu. Eitt triðja bind
kemur út í næstum.
Foreldrini hjá Johannes
Andreasi vóru: Juliane
Katrine, f. Hammer av
Hamri, og Magnus Martin
Næs í Nesi, bæði úr
Hvalba.
Jóhannes Andreas
er
giftur Brynhild Mariu Sten-
berg úr Sumba. Tey eiga
fýra børn: Unna, Martin,
Uni og Julianna. Unna og
Uni búgva í Fuglafirði,
Martin býr í Havn, og
Julianna í Leirvík. Barna-
børnini eru 11 í tali.
Føðingardagurin verður
hildin í Fuglafirði saman
við børnunum.
Johannes Andreas Næs 85 ár