Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 176 - 16. september 2005 The Dreams er nú ein av fýra bólkum Bert tvær sendingar og fýra bólkar eru eftir í MTV kapping- ini um, at sleppa at spæla fyri 35.000 fólkum á eini Ana- stacia konsert í Týsk- landi TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Týskvøldið vísti MTV triðju sendingina av MTV A Cut, og tá send- ingin var av, vóru einans fýra bólkar eftir, The Dreams var ein av teim- um. Verri gekk hjá týsku The Roosters og bretsku Dirty Feel, sum vóru sendir heim so tætt við málstrikuna. Eftir eru fýra bólkar, umframt The Dreams er tað donsku the Alpine, italsku Frost og bretsku Youth of Britain. Nú skulu tveir bólkar afturat sáldast frá. Teir báðir, ið eru eftir verða sendir í upptøkuhølið í London at spæla eitt egið lag inn. Síðan fara hesir báðir bólkar við flogfari til eina Anastacia konsert onkra staðni í Týsklandi, har avgerðin verður tikin um hvør hevur vunnið, og sostatt skal hita upp fyri Anastaciu framman fyri teimum 35.000 áskoðarunum.. Í sendingini í kvøld var ein røddavenjari og lærdi teir ymisku sangararnar at gera venjingar við røddini, og Hans Edward sangari í The Dreams, vísti sína heilt egnu rødd- arvenjing, og ropaði á MTV. Anastacia var skelkað. Tá vit ringdu til The Dreams týskvøldið vandu teir. Hans Edward segði, at antin vandu teir til at hita upp fyri Anastaciu ella til Global Battle of the Bands. Bólkurin hevur skrivað undir eina avtalu um tagnarskyldu og sleppir tí ikki, at siga hvussu langt teir sleppa í kappingini, fyrr enn tað er sent á MTV. Triðja "MTV A Cut" sendingin verður endur- send mikukvøldið og hóskvøldið kl 17.00. Fríggjakvøldið kl. 18.00 verður síðsta innleiðandi sendingin og næsta mikudag kl. 18.00 verður finalan send. Eyðun Nolsøe í Áarstovu Nú fáa útisetar í Århus møguleika at syngja við til allar klassikararnar hjá Frændum, tá Eyðun Nol- søe fer á pallin í Áar- stovu í Århus nú leygar- kvøldið 17. september. Her fyri var Terji Ras- mussen og spældi í Áarstovu, og undirtøkan var somikið góð, at man avgjørdi at fáa hina helvtina av Eyðun og Terja til Århus. Til ber at keypa atgongumerkið í forsølu inntil í morgin hósdagin í kaffistovuni í Áarstovu. Fólk, ið ikki eru limir, kunnu antin gerast limir, ella keypa atgongumerk- ið við dyrnar, um nøkur eru eftir. nud Messell og kaktussurin Maðurin, ið berir heitið ársins singer/songwriter í Norður Jútlandi føroyski Messell fer hósdagin á pallin í Kaktussen í Aalborg. Hetta er partur av tiltakinum Write Night, ið verður hildið einaferð um mánaðin. Tá Write Night er fara nakrir sangarar og lag- skrivarar á pallin, at framføra egin løg. Henda hósdagin luttaka um- framt Messell, Michael Marino, Vibeke Miss ARECA, Lasse Bomann, Steffen Birkø og Peter Larsen. Messell gjørdist heimskendur í Føroyum, sum helvtin av maður: glotti og gav tvær fløgur út við hesum bólki. Sum einstaklingur hevur Mes- sell eisini roynt seg á fløguni Uninhibited og stakfløguni Messel. Um man ikki er í Aal- borg hóskvøldið, men fegin vil hoyra Messell live, ber til at vitja heimasíðuna hjá honum, har liggja fleiri video- klipp av konsertum við honum. nud Julia Poulsen í 9. a í Ósáskúlanum í Klaks- vík er í praktikk á Hotel Hafnia í Havn STARVSVENJING Maria B Hansen Vit hava sett Juliu nakrar spurningar um, hvat henni dámar at vera í praktikk í Hafnia, og eisini um, hví hon valdi tað. - Jú, mær dámar hetta væl. Eg seti á borðið, og serveri mat, og tað dámar mær sera væl, sigur hon. Hon valdi Hotel Hafnia tí hon vildi royna okkurt nýtt. - Eg helt, at tað fór at virka spennandi. Eg havi altíð tímað væl at vera tæn- ari, og mær dámar eisini væl arbeiðstíðirnar, sigur hon. Alt er kortini ikki líka sum hon helt tað fór at vera: Starvsfólkini eru ikki so "hátíðarlig" sum eg helt tey vóru. - Tey duga eisini væl at skemta og vera stuttlig, sigur hon. Starvsfólkini eru sera stuttlig Julia Poulsen ger klárt at seta á borðið til tann næsta gestin Mynd: Maria B. Hansen Eivør er ein av seks sangarum og sang- skrivarum, ið hittast á Bornholm í einum sera spennandi tón- listarligum samstarvi. Millum luttakarnar er eisini TV2 front- maðurin Steffen Brandt Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eivør Pállsdóttir luttekur næstu viku í mentanarvik- uni á Bornholm. Hon fer saman við fimm øðrum listarfólkum, at hittast tón- listarliga á trimum kon- sertum. Listafólkini verða tey somu, men skráin er ymisk hvørt kvøldið Konsertirnar verða hós- kvøldið 22., fríggjakvøldið 23. og leygarkvøldið 24. september. Tey luttakandi eru vald út til endamálið av fyriskiparunum av ment- anarvikuni. Tey eru Eivør Pálsdottir, Christoffer Møller, Gustav Ljunggren, Julie Maria, Niels Skousen og Steffen Brandt.. Tey eru øll dugnaligir og egnir sangarar og sang- skrivarar, sum øll eru ym- isk. Endamálið er at skapa okkurt nýtt, tá listafólkini hittast og spæla saman. Tey sleppa at tolka tilfar hjá hvør øðrum, og egið tilfar í hesum samanhangi. Hetta fer at vísa ymiskar nýggjar síðir av kendu listafólkun- um, og gevur áskoðarunum eina heilt serliga uppliving. Konsertirnar verða hós- dag 22. september kl. 20.00 í Scala Gudhjem, Brødde- gade 10, Gudhjem. Fríggja- dagin 23. september kl. 20.00 í Møbelfabrikken, Gl. Rønnevej 17, Nexø og leygardagin 24. september kl. 20.00 í Musikhuzet, St. Torv, Rønne henda seinasta konsertin er Gallakonsert. Umframt hesar konsertir, spæla tey fleiri konsertir á skúlum á Bornholm. Samskip og Farma- leiðir undirskrivaðu mikudagin ein nýggj- an sáttmála um allan landvegisfarmaflutni ng hjá Samskipum í Føroyum FARMAFLUTNINGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Farmaleiðir hava síðan byrjan í apríl 2004 havt bæði koyring og »steve- doring« hjá Samskipum um hendi, men síðan hava umstøður hjá Samskipum í Føroyum gjørt, at koyringin varð bjóðað út av nýggjum. - Samskip setir stór krøv til, at avtalur verða hildnar, og at vøran verður heintað og koyrd út samsvarandi avtalu við viðskiftafólk. Flutningsfelagið er tann forlongdi armurin hjá virk- inum/framleiðaranum. Tí krevur Samskip, at tað fe- lag, sum hevur landflutn- ingin um hendi, livir upp til krøvini hjá Samskipum. Hesi krøv hevur Farma- leiðir livað upp til, sigur Joel undir Leitinum stjóri á Samskipum. - Vit á Farmaleiðum eru glað fyri, at Samskip eru nøgd við ta tænastu, sum Farmaleiðir hava veitt, og at hesin týdingarmikli kundi hevur valt at undir- skriva nýggja avtalu við Farmaleiðir um landvegis farmaflutning, sigur Heini á Borg, farmaflutningsleið- ari á SL. Samskip hava støðuga framgongd í Føroyum, og er nýggja avtalan ein av- bjóðing fyri báðar partar. Myndatekstur: Eivør er von at syngja saman við øðrum, m.a. Bill Bourne, Petur Jensen og Stanley Samuelsen, men nú sleppir hon at syngja saman við Steffen Brandt Eivør skal spæla saman við Steffen Brandt Farmaleiðir flyta farm fyri Samskip