fríggjadagur 16. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 • fríggjadagur • 16. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Í dag kl. 10.00 verður
4th Klaksvík Inter-
national 2005 sett og
síðani er fyrsta umfar
á skránni. Kappingin
endar leygardagin 24.
septembur
ALTJÓÐA
TALVKAPPING
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Saman við Helga Dam
Ziska, ið varð umrøddur í
hósdagssosialinum
frá
seinastu viku, sleppa Heini
Olsen og Hans Kristian
Simonsen at royna seg í tí
eftirhondini
siðvondu
kappingini
hjá
Rana
Nolsøe. Mogens Nielsen
verður sum vant dómari.
Heini, 35, hevur verið
rættiliga aktivur seinastu 2-
3 árini. Tað hevur eisini
givið úrslit. Eftir ein talv-
ligan niðurtúr, sum byrjaði
við aldarskiftið og rakk
fram til endan av 2003, er
Heini nú aftur trygt oman-
fyri 2300-ratingmarkinum.
Millum annað vann hann
sær sín fyrsta og einasta
IM-norm í januar 2004.
Men 2005 hevur ikki
hilnast Heina væl. Tó so,
hann vann sær tíggju rat-
ingstig í IM-kapping í
Svøriki í vár, men framan-
undan hevði Heini ikki havt
góð úrslit í longri tíð. Helst
var hann skuffaður yvir síni
fýra stig av ellivu møgulig-
um í Norðurlandameistara-
skapinum í Finnlandi í
august.
Tí er kappingin í heim-
bygdini
ein
upplagdur
møguleiki hjá Heina at
venda skeivu gongdini. Vit
vita hann hevur evnini og
neyðugu royndirnar. Ikki er
óhugsandi at fimmfaldaði
føroyameistarin - sum hev-
ur verið við í øllum trimum
undanfarnu Klaksvík Inter-
nationals - fer at blanda seg
í oddin.
Nú skal svinga rætta
vegin
Ilt er at greiða frá úrslitin-
um og telvingini hjá 22 ára
gamla Hans Kristiani Sim-
onsen í NM herfyri. Feski
IM-normurin og kappingar-
sigurin í 1st Suðuroy Inter-
national førdi tíverri ikki
nakað jaligt við sær í NM.
Tvørturímóti. Eitt aftasta
pláss og ratingskrædl.
Tað sum eg meini Hans
Kristian má gera fyri at
betra seg, er at hava tol og
brúka neyðuga tíð til hvønn
leik. Serliga í miðspælinum
hevur Hans Kristian verið
ov bráður. Soleiðis varð
gongdin í NM. Í fleiri før-
um var tað Hans Kristian,
sum við góðari tíð á klokk-
uni, leikti avgerandi feilir í
góðum støðum.
Nokk við tí neiliga. Hans
Kristian er ein fongur fyri
føroyska telving. Hann er
aktivur og er eisini ein seri-
øsur telvari, sum brúkar
nógva orku og tíð til at
betra sína telving. Serliga
er hann kønur í byrjanar-
spæli og at finna rættar ætl-
anir í ávísum støðutýpum.
Og hann fellur ikki í fátt í
mótvindi. Næsta kappingin
er fyri honum altíð ein
nýggj byrjan.
Hans Kristian er, eins og
teir flestu, talvliga ov
svingandi.
Hjá
honum
merkir tað sum oftast eitt
gott úrslit aftan á eitt ringt.
Góðar vónir eru tí um eitt
gott úrslit hjá kollfirðingin-
um í Klaksvík, tí Hans
Kristian telvar sera sjáldan
tvær ringar kappingar á rað.
Heini og Hans Kristian
skulu hava 7 stig av 10
møguligum fyri at vinna
sær ein norm. Helgi Dam
Ziska, nýtist "bert" at vinna
sær 6,5 stig fyri at røkka
einum normi. Hesin munur
kemst av, at Helgi hevur
væl lægri altjóða ratingtal
enn hinir føroyingarnir.
Gestirnir úr
grannalondunum
Útlendsku telvararnir eru
úr ávíkavist Svøriki, Norra
og Danmark. Allir eru
altjóða meistarar (IM).
Johan Eriksson, 31, hevur
av ókendari orsøk havt ein
steðg frá altjóðari telving í
eitt ár. Hann hevur bert
telvað seytjan talv á altjóða
pallinum seinastu tvey árini,
harav níggju í 2th Klaksvík
International 2003, sum
hann vann. Síðani juli 2002,
er sviin einans skrásettur
fyri tredivu talv.
Av hesu orsøk er torført
at meta um núverandi
dygdir Erikssons. Slíkur
steðgur kann kosta. Men
hvør veit, kanska hann hev-
ur vant í myrkrinum? Johan
er ratingfavorittur, men or-
sakað av drúgva steðginum,
verður torført hjá honum at
endurtaka sigurin frá 2003.
Eirik Gullaksen, 39, hevur
telvað støðugt nógv sein-
astu mongu árini. Ein sterk-
ur norskur altjóða meistari,
sum fyrr hevur vitjað í Før-
oyum, nevnliga tá hann
varð nr. 3 í tí serliga lands-
liðsbólkinum í FM 2003 í
Havnini. Gullaksen er eftir
míni tykki favorittur at
vinna kappingina.
Vildi til Føroyar aftur
Vinnarin av 3th Klaksvík
International, Jens Ove
Fries Nielsen, 45, er ein
sera aktivur altjóða meist-
ari. Hóast talvhugurin er
stórur, hevur hann mist væl
av rating seinastu tvey ár-
ini. Hægsta ratingtal Fries
Nielsen hevur havt, er
2458. Tað var fyri trimum
árum síðani.
Jens Ove er ein fryntligur
maður, sum eg nakrar ferðir
havi skift orð við í ymisk-
um talvkappingum á flat-
londum. Í novembur í fjør
vónaði hann inniliga at fáa
møguleikan at verja sigurin
frá í fjør.
Tveir fyrrverandi kapp-
ingarvinnarar eru sostatt
við í fjórðu útgávuni av
Klaksvík International. Til
ber
at
fylgja
við
á
www.faroechess.com.
Luttakararnir í 4th
Klaksvík Int.:
Johan Eriksson
(2423)
Eirik Gullaksen
(2382)
Jens Ove Fries Nielsen
(2381)
Heini Olsen
(2325)
Hans Kristian Simonsen
(2305)
Helgi Dam Ziska
(2177)
Normjagstran í Klaksvík
Heini Olsen og Hans
Kristian Simonsen eru teir
báðir føroyingarnir, sum á
pappírinum hava besta
møguleikan at standa seg
HB
verður
annar
parturin
í finaluni
Eldra havnarfelagið
vann tepurt á tí
yngra, og nú skal
HB spæla móti ann-
aðhvørt NSÍ ella KÍ,
sum fara at spæla í
kvøld
UNGLINGAR
Jóannes H,ansen
Mikukvøldið vann HB
sær pláss í unglingafinal-
uni. Í tættari og spenn-
andi uppgerð vann HB 2-
1 á B36. Í ár er bara talan
um eina hálvfinalu. Hvat
mótstøðuliðið hjá HB fer
at verða í unglingafinal-
uni fæst at vita í kvøld. Tá
skulu NSÍ og KÍ telvast í
Runavík. Sambært kapp-
ingarskipanini verður fin-
alan á uttanveltaðum vølli
mikudagin 28. september,
og tá fer eisini á uttanvelt-
aðum vølli at verða spælt
um bronsukrónurnar. Í tí
uppgerðini fer B36 at
spæla móti liðnum, sum
fer at liggja undir í Runa-
vík í kvøld.
Mikukvøldið var tað
B36, sum hevði bóltin
mest, men tað var HB,
sum fekk tvey tey fyrstu
málini. Í 27. minutti var
tað nýggi 1. liðsspælarin
Svenn Jacobsen, sum
skoraði aftaná horna-
sparksinnlegg, og í 68.
minutti var 1. liðsspælar-
in hjá B36, Levi Hanssen,
so óheppin at gera sjálv-
mál, eftir at B36 leingi
hevði stríðst fyri at javna.
Fýra minuttir undan
leikloki eydnaðist tað
Levi Hanssen at gera mál
í rætta endanum, tá ið
hann sendi fríspark í
kassan. So spenti B36
uppaftur meiri í fyri at fáa
útjavnandi málið og har-
við longda leiktíð, men
tað eydnaðist ikki.
Í síðstu løtu sá Thomas
Hans Rubeksen, sum er
partur av besta B36 liðn-
um, reytt. Tað ber við sær,
at hann verður leikbann-
aður sunnudagin, tá ið
B36 fer at fáa vitjan av ÍF.
Páll Augustinussen var
dómari í Gundadali, og í
kvøld verður tað Petur
Reinert, sum fer at halda
skil á hálvfinalu uppgerð-
ini millum NSÍ og KÍ.
Manchester United
mátti klára seg við
10 monnum, tá teir
spældu 0-0, men
annars vunnu øll tey
stóru liðini í Cham-
pions League
kappingini í kvøld
CHAMPIONS
LEAGUE
Jákup Mørk
Wayne Ronney kom aftur
í fokus, tá Manchester
United spældi á útivølli
móit spanska Villarreal.
Eftir at danski Kim Mil-
ton Nielsn gav bretanum
gult kort, klappaði hann
móti dómaranum sum
takk, og so kom seinna
gula kortið upp.
Aðra staðni fekk eisini
Patrick Viera reytt kort í
sínum fyrsta CL-dysti fyri
Juventus, meðan Robin
van Pierse somuleiðis varð
rikin av vøllinum, tá Arse-
nal við neyð og deyð fekk
trý stig móti FC Thun.
Úrslitini í kvøld vóru
hesi:
Arsenal-Thun
2-1
Benfica-Lille
1-0
Club Brugge-
Juventus
1-2
Rapid Wien-
Bayern Munchen
0-1
Sparta Prague-Ajax
1-1
Udinese-Panathinaikos 3-0
Villarreal-Man Utd.
0-0
Werder Bremen-
Barcelona 0-2
Tey stóru klára seg