Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 176 - 16. september 2005 So kom fyrsta videoleikbannið Bæði Magni Mohr og Bergur Midjord fingu leikbann, eftir at kappingarnevnd- in hjá FSF hevði hugt at sjónbanda- upptøkum frá dyst- inum millum TB og B36 LEIKBANN Jákup Mørk Kappingarnevndin hjá FSF hevði mikukvøldið fund, og millum við- gjørdu málini vóru hend- ingarnar í dystinum á Sevmýri millum TB og B36 Sum so var talan um trý mál, sum hesaferð komu til viðgerðar í einum. Í fyrstu atløgu skuldi kapp- ingarnevndin taka støðu til, hvussu langt leikbann- að hjá Jón Johannesen skuldi verða, eftir at hann varð rikin vøllinum fyri lítið sømuligan atburð. Í øðrum lagi skuldi nevnd- in gera av, hvørt hon - fyri fyrstu ferð - skuldi geva leikbann, grundað á videoupptøkur. Og í triðja lagi skuldi avgerð takast um, um og hvørja revsing TB skuldi hava, aftur fyri at trygdarreglurnar kring dystin ikki vórðu fylgdar. Tríggjar dagar til Jón Fyri at taka tað fyrsta fyrst, so gjørdi nevndin av, at Jón Johannesen fær leikbann í tríggjar dagar fyri hendingina. At talan verður um tríggjar dagar, kemur neyvan heilt óvænt- að á. Praksis hevur í ár verið, at verður reytt kort givið fyri hendingar, sum ikki henda í opnum spæli, so gevur tað ein dag eyka. Og í førinum við Jón verður talan um tveir eyka dagar. Fyrst fyri at tveita bóltin eftir B36-beinkin- um, og síðani fyri at taka í Berg Midjord. Fyrsta sjónbanda- leikbannið Orsøkin til alt rokið var tó, at Magni Mohr, sum er kropsligur venjari hjá B36, óneyðugt provokerar Jón, tá hesin skal taka innkast. Og í øðrum lagi sproytar Bergur Midjord vatn á Jón, sum síðani hevnir seg. Hetta fram- gekk týðiliga av myndun- um, sum vórðu sýndar í 3- 2 sendingini í Sjónvarpin- um, og í ár hevur Kapp- ingarnevndin so eisini heimild at nýta sjón- bandaupptøkur, tá tey skulu meta um revsingar. Og í so máta er hend- ingin á Sevmýri søgulig. Tí hóast dómarin ikki gav reytt kort til nakran á B36-beinkinum, so fær hetta leikbann við sær. Magni Mohr sleppur ikki at sita á beinkinum hjá B36 næsta dystin, sum er móti ÍF, tí hann fær ein dag leikbann fyri ósport- ligan atburð. Hartil fær Bergur Mid- jord leikbann í tveir dyst- ir. Hetta út frá regluni um, at hendingar, sum ikki ganga fyri seg í opnum spæli, verða revsaðar harðari enn annars. Bergur Midjord skrivaði mikukvøldið eitt petti av føroyskari fótbóltssøgu. Hann er fyrsti spælarin, sum er leikbannaður grundað á sjónbandaupptøkur - og uttan at hann hevur fingið kort frá dómaranum Uppgradera gallakvøldið 29. oktober verður aftur gallaveitsla fyri fótbóltin. Men fyri at gera kvøldið meira serligt, hava fyriskip- ararnir valt at broyta leistin nakað GALLAKVØLD Jákup Mørk Tað verður aftur GÍ, sum fer at skipa fyri gallaveitsl- uni hjá fótbóltinum. Kapp- ingarárið endar 22. oktober, og leygardagin eftir hetta stendur so gallaveitslan á skránni. Ein veitsla, har spælarar, dómarar, venjarar og leiðarar annars hava høvi at hittast undir øðrvísi umstøðum enn teimum, sum eru galdandi á vøllin- um. Og sjálvandi er tað so eisini kvøldið, har bestu spælararnir hjá kvinnum og monnum skulu heiðrast. Øðrvísi leistur Seinastu árini hevur GÍ hildið hetta kvøldið í Ment- unarhúsinum í Fuglafirði, men tann leisturin verður so broyttur nakað í ár. - Vit vilja í ár royna at skipa kvøldið nakað øðr- vísi. Ikki minst, tí vit vilja uppgraderað støðið nakað, um tú kanst siga tað so, sigur Brandur Jacobsen, sum vegna GÍ er ein av teimum, sum fyrireika kvøldið. - Fyrst og fremst, so verður tiltakið í ár hildið í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tá veitslan hevur verið í Fuglafirði, eru dyrnar lætn- ar upp fyri almenninginum, tá liðið er nakað út á kvøldið, men soleiðis verð- ur tað ikki í ár. Tað er ein leistur, sum eitt nú hond- bólturin hevur nýtt fleiri ferðir, og tað hevur riggað heilt væl, skilst. - Hartil er so eisini ætlanin, at sjálv fyriskipan- in skal vera á einum hægri støði. Talan verður um veruligan galldøgurða, so- leiðis at tað alt fyri eitt sæst, at hetta er meira enn eitt vanligt kvøld í býnum, og yvir høvur kanst tú siga, at vónin við hesum er, at øll tey, sum taka lut á kvøldin- um, soleiðis fáa eitt enn betri kvøld, enn tey áður hava havt. Eisini hóast hesi hava verið góð, sigur Brandur at enda. Kappingarnevndin revsaði TB við bót, tí felagið ikki hevur uppfylt trygdarreglur- nar til dómarar. Men framyvir verður eftirlitið við regluni hert, og longu nú hava feløgini fingið boð um at stramma upp DÓMARATRYGD Jákup Mørk »Fleiri ferðir er tað so, at trygdarkrøvini verða fylgd undan dystinum - soleiðis at trygdarumboð er til staðar, tá dómarin kemur v.m. - og tí setir dómarin dystin í gongd. Men tá dysturin so er lokin, og dómarin skal fylgjast av vøllinum, er eingin at fylgja teimum út.« Soleiðis stóð at lesa í mikudagsútgávu okkara, tá vit umrøddu hendingina, har dómarin varð mest sum álopin av óðum áskoðarum eftir dystin millum TB og B36 seinasta sunnudag. Kappingarstjórin við- gekk eisini, at teir fleiri ferðir hava fingið frágreið- ing frá dómarum um hesi viðurskifti, og fleiri ferðir hevur FSF eisini átalað fel- øgini fyri hetta. Skal metast eftir hendingini á Tvøroyri, so hava hesar átalurnar tó ikki verið nóg mikið, og dómurin við tilhoyrandi niðurstøðum ber eisini greið boð um, at tað av álv- ara verður strammað upp á økinum. Broytingar longu sunnudagin Niðurstøðan hjá kappingar- nevndini á fundinum miku- dagin var, at TB skal hava eina bót á 10.000 kr. fyri tilburðin eftir dystin. Hetta er ein revsing, sum svara til hana, sum KÍ fekk í 2001, tá ein linjuverji varð sligin av áskoðara. Hóast hendingarnar sum so eru meinlíkar, so er tó ein avgerandi munur, um støða skal takast til revsing- ina. Trygdarreglurnar við- víkjandi dómarum komu nevnliga sum ein avleiðing av tilburðinum í Klaksvík. Tí hevði KÍ sum so ikki nøkur formlig trygdarkrøv at halda seg til. Tað høvdu tvøramenn sunnudagin, og tí vóru fleiri, sum roknaðu við, at Kappingarnevndin fór at gera nýtslu av revsi- møguleikanum at frátaka felagnum heimavøll í ein ella fleiri dystir. Hinvegin hevur tað verið so sum so í uppfylgingini av trygdarreglunum, og spurdur beinleiðis um hetta, ásannar formaðurin í Kappingarnevndini, Bjarki Mohr, eisini, at dómurin skal síggjast í ljósinum av hesum. - Tað kanst tú gott siga. Og í øllum førum ætla vit nú at gera greitt, at reglur- nar skulu haldast. Vil tað siga, at talan verð- ur um meira enn bara eina átalu, um dómarin hevur nakað at finnast at í so máta. - Tað verður tað helst. Feløgini skulu hava púrasta greitt at vita, at tað verður tolererað, tá reglurnar ikki verða hildnar, so talan verður heilt víst um eina uppstramman. Hartil verð- ur tað longu frá komandi vikuskifti kravt, at trygdar- umboðini hjá feløgunum skulu vera í eyðkennisbún- um, soleiðis at tað er lættari hjá bæði dómarum og øðr- um at síggja, hvørja funk- tión tey hava, staðfestir Bjarki Mohr at enda. Tað verður Bygdarhúsið í Leirvík, sum verður karmur um gallaveitsluna hjá fótbóltinum í ár. Veitslan verður hildin 29. oktober Eftirlitið skal herðast