Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 16. september 2005 25 Føroyar fáa ein orduligan lúsing Soltna úrtøkan ber við sær,at Føroyar eftir einum mánað eru far- nar átta pláss skeiva vegin á FIFA styrkis- listanum ALTJÓÐA FÓTBÓLTSSTYRKI Jóannes Hansen Tað sæst aftur á FIFA styrkislistanum, at Føroyar seinastu vikurnar hava lagt rygg til fleiri tap í HM undankappingini í fótbólti. Serliga munnu tað vera tapini á heimavølli móti Kypros og Ísrael, sum hava kostað. Føroyar taptu 3-0 móti Kypros og 2-0 móti Ísrael. Hesi tapini hava ivaleyst nívt dyggari, enn 3-0 tapið á útivølli móti Fraklandi hevur gjørt. Sambært FIFA listanum, sum varð kunngjørdur í fyrradagin, so eru Føroyar nú styrkismettar at vera nummar 134. Talan er um átta pláss niðari á stiganum, enn Føroyar vóru fyri ein- um mánað síðani. Ongantíð áður er tað komið fyri, at Føroyar eru farnar so nógv eftir hæli upp á so stutta tíð, og Føroyar hava ongantíð verið longri niðri á list- anum, enn tær nú eru tað. Ísrael og Kypros hava flutt seg rætta vegin, eftir at tey hava vunnið á Før- oyum. Ísrael er farið frá 47. og fram á 44. plássið, og Kypros er farið frá 105. og fram á 103. plássið. Áður hava innanhýsis úrslitini móti øðrum smá- um europeiskum fótbólts- tjóðum borið boð um, at Føroyar hava verið stinnari enn eitt nú Liktinstein, Malta og Andorra. Føroyar hava eisini fyri tað mesta verið hægri á listanum enn hesar fótbóltstjóðirnar. Sambært nýggja listanum verða hesar smáu europe- isku fótbóltstjóðirnar nú roknaðar at eiga betri fót- bóltslandslið, enn Føroyar verða mettar at eiga. Liktinstein hevur gjørt eitt orduligt skarvslop. Pinkulandið, sum Føroyar hava vunnið allar tríggjar innanhýsis landsdystirnar ímóti, er lopið sekstan pláss rætta vegin og er nú á 123. plássinum. Malta, sum Føroyar eisini hava vunnið allar tríggjar inn- anhýsis dystirnar ímóti, er lopið ellivu pláss rætta vegin og er nú á 127. plássinum. Andorra er far- ið níggju pláss rætta vegin og er nú nummar 125. Listin sær nú soleiðis út. Tølini í klombrum siga, hvat pláss londini høvdu fyri einummánaði síðani. 1 (1) Brasil 2 (3) Holland 3 (2) Argentina 4 (4) Kekkia 5 (5) Mexico 6 (9) Frakland 7 (6) USA 8 (8) Spania 9 (9) Portugal 10 (15) Svøríki 11 (7) Ongland 14 (18) Danmark 21 (14) Írland 37 (36) Noreg 38 (42) Sveis 40 (43) Finnland 44 (47) Ísrael 92 (94) Ísland 103 (105) Kypros 134 (126) Føroyar Føroyski landsliðs- spælarin var á vøllin- um alla tíðina miku- kvøldið,tá ið Coven- try tryggjaði sær javn- leik í torførum útidysti ONGLAND 1. DEILD Jóannes Hansen Enn eina ferð var føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen millum teir fyrstu ellivu, tá ið Coventry City miku- kvøldið spældi á útivølli móti Derby County. Claus var á vøllinum alla tíðina. Heimaliðið legði seg á odda við máli sum Morten Bisgaard skoraði. Hesin Morten er gamal liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK. Í danska felagnum hevði miðvallarin ilt við at vinna sær fastan sess. Tað tykist ikki at vera trupult hjá honum í Derby. Coventry javnaði í 2. hálvleiki til endaliga úrslitið 1-1. Málskjútti var ein, sum nevnist Dele Adebole. At fáa eitt stig á útivølli móti Derby verður í Coventry roknað at vera gott úrslit. Eftir at hann nakrar ferðir fyrst í hesum kapp- ingarárinum var á beinkin- um, hevur Claus tær sein- astu ferðirnar verið mill- um teir fyrstu á Coventry liðnum. Venjarin, Micky Adams, tykist hava álit á miðvallaranum, sum har- við fær dystarvenjingina, sum er so týdningarmikil. Tað er eingin ivi um, at boð fara at verða send eft- ir Claus Bech Jørgensen, tá ið síðsti landsdysturin í hesi HM undankappingini verður á skránni í Ísrael 8. oktober. Claus fekk aftur eitt stig Feløg hjá trimum útisetum tryggjaðu sær mikukvøldið pláss í áttandapartsfinaluni, meðan SønderjyskE dumpaði á heimavølli, tá ið Rógvi fekk fyrsta møguleikan at royna seg DANSKA STEYPAKAPPINGIN Jóannes Hansen Tað var pressufundur í Haderslev seinnapartin mikudagin. Rógvi Jacob- sen varð vístur fram sum nýggjur spælari hjá Sønd- erjyskE, og tað varð kunn- gjørt, at tveir spælarar høvdu skrivað undir nýggj- ar sáttmálar. Mesti áhugin snúði seg kortini um, at felagið kunn- gjørdi, hvør nú skal standa á odda fyri superliguliðn- um, eftir at venjarin higartil herfyri kendi seg noyddan at taka seg aftur, eftir at hann í bilinum var dumpað- ur í rúsdrekkakanning. Morten Bruun er nýggjur venjari hjá Rógva Jacob- sen. Seinastu árini hevur hann fyri tað mesta verið viðmerkjari í sjónvarpin- um. Í síni tíð spældi hann 424 dystir í Silkeborg og 11 landsdystir. Hann tók venj- araábyrgdina í Silkeborg á seg í 2001, tá ið tað sá ógvuliga svart út. Tað varð mett at vera bragd, at tað eydnaðist honum at venda skútuni, so liðið slapp und- an niðurflyting. Venjarin valdi tá beinanvegin at leggja frá sær aftur. Nú fer tað í SønderjyskE at vera høvi at síggja, hvussu hann og Rógvi Jacobsen og hinir spælararnir fara at standa seg. Málið er í fyrsta um- fari at sleppa undan niður- flytingini. Morten Bruun og SønderjyskE hava skriv- að undir samstarvsavtalu inntil á sumri í 2007. Fyrsta ferðin, at nýggi venjarin fer at sita á beink- inum í SønderjyskE, verður sunnudagin, tá ið Esbjerg fer at vitja og satt botnstríð verður á skránni í Haders- lev. Mikukvøldið var nýggi venjarin millum áskoðarar- nar, og fyri hann og hini í SønderjyskE var tað stórt vónbrot, at liðið tapti 2-1 móti Horsens, sum er fel- agið hjá Johan B. Hansen. Rógvi Jacobsen var út- tikin at vera millum teir sekstan á listanum hjá SønderjyskE. Luttøkan hjá honum var treytað av, at spæliloyvið var komið úr Íslandi, og undan uppgerð- ini móti Horsens høvdu teir í Haderslev fingið pappírini upp á Rógva. Seinnapartin av 2. hálvleiki vardi Hor- sens, og heimaliðið trýsti fyri at fáa mál. Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, varð Rógvi Jacobsen settur á vølllin, men tað segði tað sama. SønderjyskE hevur ikki serliga steypasøgu at vísa á, og heldur ikki í hes- um kappingarárinum rukku teir longri enn í 16. parts finaluna. Johan B. Hansen var ikki á Horsens liðnum, sum vann 2-1 í Haderslev. Christian heldur fram Fyrrverandi landsliðsspæl- arin Christian Lamhauge Holst heldur fram við at gera um seg í næstbestu deildini. Sunnudagin skor- aði hann trý mál í lands- kappingini, og mikukvøld- ið skoraði hann tvær ferðir, tá ið Lyngby tryggjaði sær luttøku í áttandaparts final- uni. Lyngby var á útivølli móti Døllefjelde-Musse, sum onkra ferðina áður rættuliga hevur gjørt um seg í steypakappingini. Heimaliðið legði seg fram- um bæði 1-0 og 2-0, men tveir minuttir undan steðg- inum minkaði Christian Lamhauge Holst um mun- in, tá ið hann var á rætta staðnum røttu løtuna og setti fótin undir innlegg úr høgru. Fimm minuttir undan leikloki var Christian aftur upp á spæl, tá ið hann økti Lyngby leiðsluna til 4-2. Aftur var tað eftir innlegg úr høgra borði. Lyngby vann 5-2. Eisini Frem við Jón Róa Jacobsen millum teir fyrstu ellivu tryggjaði sær pláss í næsta steypaumfarinum. Frem hevði vitjan av AB, sum legði seg á odda, tá ið ein hálvur tími var farin. Frem javnaði í 38. minutti, og støðan var 1-1, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki í longdu leiktíðini skoraði Frem sigursmálið til 2-1. Tveir minuttir framman- undan var Jónas Þór Næs komin á vøllin. Jón Rói Jacobsen spældi alla tíðina. Í onkrum horna- sparksstøðum var um repp- ið, at hann skoraði fyri Frem. Í Danmark snúði mesta fótbóltsprátið mikukvøldið seg um, at superligu liðið AGF, sum eftir ógvuliga tama byrjan so spakuliga er farið at koma fyri seg í landskappingini, tapti 2-0 á útivølli móti Randers, sum fyrr í summar flutti niður úr superliguni. Áttandaparts finalurnar í steypakappingini eru á skránni 19. oktober. Tá fara tey feløgini í superliguni at taka lut, sum ikki higartil hava verið uppií. Tað snýr seg eitt nú um AaB og Súna Olsen. Lamhauge heldur fram í somu øði Rógvi Jacobsen sæst her lesa tíðindini á portalinum um, at hann skuldi skifta til SønderjyskE. Fáar dagar seinni var hetta veruleiki, og mikukvøldið var hann fyri fyrstu ferð á liðnum, sum tó tapti 2-1 fyri Horsens í steypakappingini