Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 16. september 2005 27 Almenn skeið á Fróðskaparsetri Føroya 2005-2006 Próvskeið í enskum a) Skeið til Cambridge First Certificate in Advanced English byrjar á Fróðskaparsetrinum, Ovastovu, Nóatúni 3, 100 Tórshavn 20. oktober í einum flokki við undirvísing hósdag kl. 13.00-16.00. - Fortreytir: Miðnámsstigi A/B ella samsvarandi kunnleiki, eitt nú Cambridge FCE-royndin, førleiki í at nýta málið, talað og skrivað. Lærari: Sharon Christiansen, MA. b) Skeið til Cambridge Certificate of Proficiency in English byrjar á Føroya Sjómansskúla, Krákugjógv 5, 100 Tórshavn 19. oktober í einum flokki við undirvísing mikudag kl. 9.00-12.00. - Fortreytir: Staðið »Advanced English«, málsligt students-, HF-, HH-prógv ella samsvarandi, góð- an førleika at nýta málið. Lærari: Sharon Christiansen, MA. Próvtøkurnar verða í mai/juni 2006. Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarbløð eru at fáa á setursskrivstovuni. Tilmeldingarfreistin er sett til 30. september 2005. Næmingatalið er avmarkað; næmingar verða upptiknir, sohvørt tilmeldingarnar koma inn, til talið er fult. Tilmeldingargjaldið er 650 kr. Fyri próvtøku í First Certificate gjalda næmingar 900 kr. og fyri próvtøku í Proficiency 1000 kr. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 110 Tórshavn www.setur.fo Kvinnufelagið Aðalfundur verður mánakvøldið 3. oktober kl. 20.00 í Mettustovu. Uppskot til aðalfundin skal nevndin hava í sein- asta lagi 26. september. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eyka- aðalfundur hildin beint aftaná. Kvinnufelagið Pedagogur til frítíðaransingina Søkt verður eftir pedagogi til frítíðaransingina at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 01. november 2005. Lønin er samb. sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf. 443 325 ella 743 125. Skrivlig umsókn við avritum av møguligum prógv- um skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. september 2005. Um ongin skikkaður umsøkjari er, verður hjálpar- fólk sett í starv. Leirvíkar Bygdarráð Vit sóknast eftir royndum skipara til íslendskan bát sum fer á svartkalvaveiðu við Ísland. Áhugað kunnu venda sær til: tlf. 00354 8565493 e-mail: gauikri@visir.is Tannrøktari Í samband við at vit flyta í nýggja tannlæknastovu í Dalatúni, søkja vit eftir einum tannrøktara at byrja 1. november ella eftir nærri avtalu. Umsóknir saman við prógvum og møguligum við- mælum skulu sendast til Tannlæknastovuna í Brekkugøtu Brekkugøta 8 · 100 Tórshavn Tlf. 315158 Í seinasta lagi fríggjadagin 23. september 2005. www.sosialurin.fo