Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 176 - 16. september 2005 KROSSORÐ Tomasia Njálsdóttir 850 Hvalba Hvønn fríggjadag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka- deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka- grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys- unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum fríggjadagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan. Vinnari: Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: KALDBAKSNES Bøkur og annað tilfar – bæði innan og uttan skúlagátt Loysunar- orðið: ……………………………………… Navn: ……………………………………………………… Bústaður: ……………………………………………… Bygd/býur: ……………………………………………… 433 Lesið føroyskt – hugsið føroyskt! Frá BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS:  Okkara kokkur - Gudmund Gudmundsson  Grund 1 - Steinbjørn B. Jacobsen  Ein farri av kolvetni - Marjun Kjelnes  Veður og tíðindi í Føroyum 1875–2002 Petur Skeel Jacobsen og Finnbogi Ísakson Frá FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNI:  Villini súgdjór - Dorethe Bloch/Edward Fuglø  Føroysk Flora - Jóhannes Jóhansen  Havið - Bogi Hansen  Íslandsklokkan - Halldór Laxness  Grót og steinar - Martin Heinesen týddi TEMADAGUR Tíðindaskriv frá Javn Kanningar í Danmark hava víst, at umleið triði hvør vaksin við menningartarni eisini hevur ella fær sálar- ligar trupulleikar. Kortini er ikki nógv gjørt við dupultdiagnosur av hesum slagi, og mong fakfólk bæði innan almanna- og heilsuverk halda seg hava ov lítlan kunnleika til tí- líkar dupultdiagnosur, ið krevja tvørfakligt samstarv. Javni hevur sett sær sum mál at virka fyri fakligari menning hjá teimum starvsbólkum, ið hava við menningartarnað fólk at gera. Sum eitt stig á leiðini fer Javni tann 26. og 27. sep- tember 2005 at skipa fyri tveimum temadøgum undir heitinum: Menningar- tarnað við sálarligum trupulleikum. Hetta tiltak vendir sær fyrst og fremst til fakfólk á økinum, sum arbeiða við menningartarn- aðum ella við sálarliga sjúkum. Leiðarar á Ser- stovnaøkinum luttaka eins og starvsfólk frá psyki- atriska deplinum. Undir- vísari verður Kristian Wed- el, senior-konsulentur hjá SUS. SUS (Socialt Udvik- lingsCenter) skipar fyri ráðstevnum og temadøgum ymsastaðni, og hava eisini áður havt onkra ráðstevnu í Tórshavn. Nú hava vit eftir áheitan fingið sendandi eina skrá fyri tveir tema- dagar. Skráin er sera áhugaverd og viðkomandi. Pláss verður fyri 40 lut- takarum, og bert nøkur pláss eru framvegis eftur. Temadagarnir verða hildnir í hølunum hjá Starvs- mannafelagnum 26. og 27. september 2005, og matur verður at fáa í døgurðasteðginum. Kostn- aðurin fyri báðar dagarnar er kr.1.000,- Umframt temadagarnar verður skipað fyri almenn- um fyrilestri um sama evni tann 26. september kl.19.30 á Verkstaðnum Vón á Argjum. Áhugað kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Javna á tlf. 31 48 27 týsdag til hósdag kl. 10. til 14 ella við telduposti: skriv@javni.fo Hans Birgir Hansen Vit kunna við kubbaspar- ing í oljufýrdum ketlum spara meira enn helvtina av samlaðu oljunýtslu í landshúsarhaldinum kring alt landið og í Havnini. Vit kunna somuleiðis fáa størri útnyttan av øllum spillihita í fer við rúkandi ferð út í skorsteinin og upp ígjøg- num hendan til onga verð- sins nyttu. Vit kunna bert við at taka út leysu múrsteinar í for- brenningskamarinum í oljufýrdum ketlum niður- seta ferðhitan so vit fáa betri útnyttað hendan enn ídag. Vit kunna fáa størri javnvág í hitanýtslu opna vit termostatir/ventilar á øllum radiatorum í øllum húsarúmum og síðan lækka hendan við chuntventil. Vit kunna við mynstu loyvdu dysustødd í brenn- aranum í oljufýrdum ketl- um avgera oljunýtslu. Vit kunna við rørskálum bjálva heitvatnsrør frá olju- fýrdum ketlum til brúsir /kranar/radiatorar/skapa grundarlagið fyri størri kubbasparing við kubban- um. Nú hevur ein so givið al- ment innlit, gjøgnum- skygni, opinleikan hvussu øll kunna spara olju og fáa ókeypis upphiting í øllum landshúsarhaldinum ídag. Spardi peningurin kann nýtast til bjálving av heit- vatnsrørum sum áðurnevnt og innandura og uttandura bjálving í gevur størri kubbasparing sum áður- nevnt. Christian Fróði Djurhuus Eru tit á Lindini og Rás2 greiðir yvir, at við at varpað út hesar sokallaðu lærdómar og setningar, bert gera at fólkið fer longur og longri út at søkja tað ókenda og okkulta? tit eru ein byra hjá tí einsataka heilsu- og sinnisbrekaða. Vekingin byrjar ikki við at hoyra og ikki fata. Latið vera við at leggja so stóran dent á hvussu menniskju skulu uppføra seg, tí at tey síggja ikki tykkum sum í spegilin! Nei, latið okkum heldur stevna móti, at savnast saman øll, ung sum gomul, frísk sum sjúk, at lesa og hoyra reina og óspilta Guds Orð. Temadagar um menningar- tarnað við sálarligum trupuleikum Kubbasparing í oljufýrdum ketlum? Yvirandaligheit