Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 177 - 17. september 2005 Næmingarnir á Miðlabreytini á Argja skúla eru í ferð við at gera sítt egna blað. Fríggjamorgunin vitjaðu tey í Miðla- húsinum í Vágsbotni MIÐLABREYT Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fríggjamorguin fekk Sosi- alurin vitjan av Miðlabreyt- ini í Argja skúla. Hetta eru næmingar í 10. flokki, sum hava valt seg á Miðla- og vinnulívsbreytina at nema sær meira kunnleika um miðlar og vinnulív. Á Sosialinum fingu tey eitt sindur at vita um, hvussu ein útgáva av Sosi- alinum verður til, og tey settu nógvar viðkomandi spurningar um, hvussu tað at starvast sum miðlafólk í Føroyum. Tey eru í løtuni í ferð við at gera eitt blað – og tey vóru tí fegin at fregast, hvussa tað er at arbeiða við einum evstamarki hvønn dag. Tey hava deadline, sum tað eitur á fakmálin- um, 3. oktober, meðan fólkini á Sosialinum tá høvdu einar tveri til tríggj- ar tímar eftir at fylla tilfar í allan leygardagssosialin. – Við hesum blaðnum sleppa tey at royna, hvussu tað er at gera eitt blað. Tey mugu seta sær spurningar so sum, hvønn tey skriva til, hvør móttakarin er og finna út av, hvussu tey skulu skriva blaðið, um hesin ella hasin málbólkur- in skal lesa blaðið, sigur Bjørg Akraberg Poulsen, sum er lærari á Miðlabreyt- ini á Argja skúla. Á miðlabreytini verða næmingarnir kunnaðir við ymsu miðlarnar. – Vit viðgera bløð, lýs- ingar, heimasíður, film, video og mangt annað, sigur Bjørg Akraberg Poulsen. Næmingarnir í Miðla- breytini á Argja skúla koma úr øllum framhaldsdeild- unum í Havn. Tey eru 12 í tali – kanska fara vit at síggja okkurt til blaðið hjá teimum í Sosialinum í komandi mánaði? Malurt við føroyska bass- leikaranum Dia Nielsen hátíðarhalda í løtuni 25 ára føðingardagin hjá bólkin- um við útgávu av eini savnsfløgu og eini lítlari konsertferð. Tá bólkurin fer á pallin í Aalborg sunnudagin, verður eisini upphitingin føroysk. Tað er Messell, sum fyrr í ár var kosin ársins singer/song- writer í Norður Jútlandi, ið fer at hita upp. Savnsfløgan við bestu Malurt løgunum varð givin út hósdagin 15. september. Hetta er júst dagurin, tá 25 ár vóru liðin síðan fyrstu Malurt fløguútgávuna "Kold Krig". Á fløguni eru tey 21 mest minniligu løg- ini hjá bólkinum, umframt ein bonus DVD við nógv- um upptøkum, ið ongantíð eru sæddar áður. Malurt uttan Messell hildu hós- dagin útgávukonsert í ein- um útseldum Vega í Keyp- mannahavn. Dia Nielsen man vera ein tann føroyingurin, ið hevur gjørt mest um seg í donskum tónleiki. Bólkur- in Malurt við karismatiska sangaranum Michael Falck hava seinastu 25 árini vunnið sær nógvar fjepp- arar. Seinnu árini hevur bólkurin ikki verið so virk- in m.a orksaka av, at Mic- hael Falck hevur arbeitt nógv sum einstaklingur og sum sjónleikari. nud Tey gera sítt egna blað Næmingarnir á miðlabreytini á Argja skúla, sum vitjaðu í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggja- morgunin saman við læraranum, Bjørg Akraberg Poulsen Mynd: Jens Kristian Vang Messell hitar upp fyri Malurt