Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2005 5 Einahandilin hýsir altjóða talvkapping Tríggir føroyskir telvarar kappast við tríggjar sterkar útlendingar í altjóða talvkapping, sum verður hildin í gomlu handilshús- unum úti í Klaksvík. Føroyingar stíla eft- ir IM-normi, men teir vita, at kapping- in verður hørð TALVKAPPING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fríggjadagin byrjaði Klaksvík International talvkappingin, og hesa- ferð eru tríggir føroyskir telvarar og tríggir norður- lendingar við í kapp- ingini. Sum nakað nýtt verður talvkappingin hildin í Leikalund, sum heldur til í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík. Umhvørv- ið er heilt serstakt, men tað er eisini hugnaligt og væl egnað til talvkapp- ingar. – Hetta eru sera hugnal- ig høli at telva í, og hetta er eitt sindur øðrvísi enn tað, sum vit eru vanir við, sigur Jens Ove Friis Niel- sen, sum í ár skal verja heitið, sum hann vann sær í kappingini í fjør. – Húsini liggur mitt í býnum, og bilar koyra fram við, men tað fer ikki at órógva okkum. Tá ið vit sita frammanfyri talv- borðinum, so er tað talv- ið, sum vit hugsa um, og so kundu vit í grundini næstan verið á mánanum, sigur hann. Sterk mótstøða Umframt danska altjóða meistaran verða eisini tveir aðrir sterkir norður- lendskir telvarar við í kappingini. Johan Eriks- son úr Svøríki, sum vann kappingina fyrraárið, er við aftur í ár, og norð- maðurin Eirik Gullaksen er somuleiðis komin til Klaksvíkar at telva. Felags fyri teir tríggjar útlendsku telvararnar er, at teir eru allir altjóða meistarar, og tað ikki bara styrkir kappingina í Klaksvík, tað gevur eisini føroyingunum møguleik- an at vinna sær IM-norm. – Hetta er ein góð og sterk kapping, har føroy- ingarnir hava kjansin at vinna sær IM-norm, men teir vita, at teir skulu framvið teimum út- lendsku telvarunum, og teir eru ikki lættir at syfta, sigur Rani Nolsøe, sum skipar fyri kappingini. Varðar eina viku Telvað verður allar dagar- nar fram til næsta leygar- dag, og tað verður telvað allar dagar kl. 14.00. Í dag eru tó tvey talv á skránni. Fólk kunnu støkka inn á gólvið í Leikalund at fylgja kappingini, men tað ber eisini til at fylgja við á netinum. Á heima- síðuni hjá talvsambandin- um er live-dekningur av Klaksvík International 2005. – Í grundini eru teir flestu áskoðararnir als ikki til staðar í Klaksvík, men vit hava fleiri hundrað fólk, sum fylgja við á netinum, sigur Rani Nolsøe. Jens Ove Friis Nielsen var altjóða talvkappingina í Klaksvík í fjør, og fyrraárið var tað sviin Johan Eriksson. Teir eru báðir viðaftur í ár Mynd: Bárður Lydersen – Streymprísurin er meira avgerandi fyri vinnuna á landi, enn oljuprísurin er, men verður oljuprísurin verðandi høgur, fer tað at merkjast, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum OLJUPRÍSIR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vinnan á landi brúkar meira streym enn olju, og tí hugsa flakavirki, handlar og onnur meira um, hvat streymprísurin, enn hvat oljuprísurin er. – Tað mekist sjálvandi í ávísan mun, at oljuprísurin er høgur, men tað hevur størri týdning fyri stóru flakavirkini og onnur, hvat streymprísurin er, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnu- húsinum. – Í fyrstu atløgu kann høgi oljuprísurin merkja ein hægri kostnað fyri eitt nú flutning á landi, sjógvi og í luftini, men tað fer at merkjast enn meira, um oljuprísurin hevur við sær, at streymprísurin hækkar í næstum, sigur hann. SEV undir trýsti Vinnan á sjónum hevur stórar trupulleikar av høga oljuprísinum, og summi reiðarí umhugsa, um tað loysir seg at fara til fiski- skap alt árið runt. Eisini størsti brúkarin av olju í landinum, SEV, svíð- ur fyri høga prísin, og Klæmint Weihe, stjóri hjá SEV, segði við Sosialin í gjár, at tað er ikki ósann- líkt, at streymprísurin hækkar í næstum. – Eg kann einki ítøkiligt siga um, hvussu tað verður við el-prísinum næsta ár, men vit mugu taka hædd fyri oljuprísinum, tá ið vit leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár, sigur Klæmint Weihe. Endaliga avgerðin um streymprísin fyri næsta ár verður tikin á umboðsráðs- fundi hjá SEV 18. november. Heini, Hans Kristian og Helgi skulu næstu dagarnar royna at vinna sær næsta IM- normin. Allir hava ein IM-norm liggj- andi í skuffuni, og teir halda, at møgu- leikin er at vinna tann næsta í Klaksvík International talv- kappingini TALVKAPPING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Heini Olsen, Hans Kristian Simonsen og Helgi Dam Ziska eru føroysku luttak- ararnir í Klaksvík Inter- national 2005, sum verður hildin næstu dagarnar. Onkur er farin at kalla teir H-bandan, og føroyska trioini ætlar sær eisini at liggja og lúra eftir einum IM-normi. – Eg haldi, at møguleikin er góður fyri at fáa ein IM- norm. Eg stíli eftir at vinna kappingina, og skal eg gera tað, so má eg vinna tey flestu talvini, sigur ein bragdligur Hans Kristian Simonsen. Tann yngsti vil eisini 15 ára gamli Helgi Dam Ziska er av álvara á veg fram í føroyskari telving, og hann hevur longu vunnið sær ein IM-norm í kapping í Danmark. Nú fær hann ein møguleika í altjóða kapp- ingini í Klaksvík. – Hetta er sterkasta kapp- ingin, sum eg havi verið við í, um tú hugsar um miðal- styrkistalið hjá telvaranum, men eg fari at royna at enda í betru helvtini, sigur Helgi. Hvussu heldur tú møgu- leikin er fyri at vinna næsta IM-normin í hesari kappingini? – Møguleikin er til staðar, men hetta er ein sterk kapping, og eg veit ikki rættiliga, hvussu formurin hjá mær í løtuni. Eg fari at gera mítt besta. Streymprísurin meira at siga fyri vinnuna á landi H-bandin lúrir eftir IM-normi – Í fyrstu atløgu kann høgi oljuprísurin merkja ein hægri kostnað fyri eitt nú flutning á landi, sjógvi og í luftini, men tað fer at merkjast enn meira hjá vinnuni á landi, um oljuprísurin hevur við sær, at streymprísurin hækkar, sigur jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum 22 ára gamli Hans Kristian Simonsen og 15 ára gamli Helgi Dam Ziska eru saman við tí nakað eldri Heina Olsen við í talvkappingini í Klaksvík. Allir tríggir hava ein IM-norm og stríðast fyri at fáa tann næsta Mynd: Bárður Lydersen