leygardagur 17. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 177 - 17. september 2005
Jakob Lange er tann,
ið veit mest um
donsku útbúgvingar-
skipanina.
Mánakvøldið hevur
hann framløgu um
lestrarmøguleikar í
Danmark í Miðla-
húsinum í Vágsbotni
ÚTBÚGVING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ein av teimum, ið hava
framløgu á kunningarfund-
unum á miðnámsskúlunum
og í Miðlahúsinum, er
Jakob Lange, lestrarleiðari
á Københavns Universitet
og leiðari á samskipaðu
tilmeldingini til danskar
lestrarstovnar. Jakob Lange
hevur arbeitt í donsku út-
búgvingarskipanini í 40 ár.
Hann hevur ein fastan teig í
morgunblaðnum Politiken,
har hann svarar spurning-
um um útbúgvingar, og
hevur verið vertur á TV2 í
sending um útbúgvingar.
Hann sigur sjálvur, at hann
ivaleyst er tann einstaki
persónurin, sum veit mest
um útbúgvingar í Danmark,
og eisini ein heilan hóp
útbúgvingar í øðrum lond-
um.
Hann sigur, at hann kann
svara
flest
øllum
spurningum um langar,
miðallangar og stuttar út-
búgvingar í Danmark, og
hann væntar, at kunna geva
teimum ungu tey svar, ið
tey sóknast eftir viðvíkj-
andi vali av útbúgving.
Ikki ein
rekrutteringsferð
Hann leggur dent á, at hetta
ikki eru nøkur rekrutter-
ingsferð til Føroyar. Hann
hevur einki ynski um, at tey
ungu endiliga skulu velja
Danmark framum onnur
lestrarlond. Hann heldur, at
tað er gott fyri landið og tey
ungu, at tey leita sær vitan í
øðrum londum.
Hann kemur til Føroyar
fyri at hjálpa teimum ungu
við at taka kvalifiseraðar
avgerðir um lestur, og fyri
at siga teimum hvørji lestr-
artilboðini eru í Danmark.
Hann heldur fram, at út-
búgvingarskipanin í Dan-
mark hevur nógvar sterkar
síðir, og fleiri útbúgvingar
eru sera góðar.
Náttúruvísindin
stendur í stað
Nógv kjak hevur verið í
donskum fjølmiðlum um
støðuna á donskum nátt-
úruvísundaligum og tøkni-
ligum útbúgvingum. Með-
an tølini á lesandi innan
hugvísindi eru vaksandi
hava tølini á teimum, ið
lesa náttúruvísindi og taka
tøkniligar
útbúgvingar
staðið í stað, og onkun-
staðni hava tey verið lækk-
andi. Jakob Lange sigur, at
hesin trupulleiki sær størri
út enn hann er, her er ikki
talan um veruligt fall, men
heldur
um
manglandi
vøkstur, men at teir arbeiða
málrætta við at fáa áhugan
fyri hesum útbúgvingum at
vaksa.
Jakob Lange heldur fram,
at størsti trupulleikin á nátt-
úruvísindaliga økinum, er
at fáa tillagað áhugamálini
hjá teimum, ið søkja inn.
Alt ov nógv hava áhugað í
at læra um hval og afrik-
ansk djór, meðan tørvurin
er á fólki, ið granska innan
bio- og nanotøkni.
Høgt støðið innan
bio- og nanotøkni
Í føroyska kjakinum um
gransking hevur verið ført
fram, at føroyingar eiga at
satsa uppá ílegugransking.
Jakob Lange sigur, at bæði
í Keypmannahavn og í
Århus eru útbúgvingarnar
innan bio- og nanotøkni á
sera høgum støði, og sostatt
væl fyri at skapa komandi
føroyskar granskarar. Hesar
útbúgvingar eru teoretisk
væl fyri, og standa sam-
stundis sera sterkt á prakt-
iska økinum. Hetta er ikki
minst orsakað av at Novo
Nordisk er ein donsk fyri-
tøka, ið granskar innan hesi
øki.
Datalogi er ov stirvið
Talið á teimum, ið søkja á
datalogi útbúgvingina á
donsku universitetunum er
lækkað nógv. Hetta heldur
Jakob Lange vera rættuliga
óheppið. Men sigur, at or-
søkin fyrst og fremst er
tann, at IT-Universitetið er
byrjað, og hevur tikið nógv
av teimum, ið annars høvdu
lisið datalogi á universitet-
unum. Vanligu datalogi út-
búgvingarnar eru øgiliga
teoretiskar, meðan man á
IT-Universitetunum arbeið-
ir við nógvum praktiskum,
sum t.d. animatión av
teknifilmum.
Jakob Lange sigur, at tey
eru í ferð við at gera data-
logi útbúgvingina eitt sind-
ur meira spennandi. Men at
teoriin er sera týdningar-
mikil, tí tað er við teimum
stóru teoretisku tankunum,
at tey veruliga stóru fram-
stigini henda.
Granskingardepil
Jakob Lange hevur ikki
innlit í føroysku ætlanirnar
innan gransking, men legg-
ur dent á, at føroyingar
mugu hava í huga, at hetta
er eitt lítið samfelag, og at
málrættan av gransking er
sera týdningarmikil. Hann
sigur at føroyingar eiga, at
fáa sær breiðu og grund-
leggjandi vitanina uttan-
landa, og gera nøkur sterk
og smøl granskingarum-
hvørvi í Føroyum, tí tað er
óðamannaverk at royna at
fevna breitt í einum so
lítlum samfelag.
Eitt livandi lestrarleksikon
Jakob Lange verður av onkrum róptur ein lestrar guru
Ung lesandi, ið velja
galnan lestur, eru ein
umfatandi samfelags-
trupulleiki, kunning
um lestrarmøgu-
leikar, kann hjálpa
ungum at velja rætt
fyrstu ferð
ÚTBÚGVING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Mánakvøldið kl. 19.30
verður skipað fyri kunning-
arkvøldi um lestrarmøgu-
leikar burturi og heima í
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tiltakið er partur av stórum
kunningarátaki, ið eisini
vitjar á teimum trimum
stóru miðnámsskúlunum.
Tiltakið Markleys Útbúgv-
ing er afturvendandi tiltak,
men í ár er tað skipað eitt
sindur øðrvísi enn undan-
farin ár.
Hetta er fyrsta tiltak í
røðini av fýra, hini verða
hildin í november, januar
og mars. Tiltøkini venda
sær til tey, ið ætlað sær
undir hægri lestur. Ætlanin
er at lýsa teir møguleikar,
ið eru og við hesum geva
teimum ungu betri fyri-
treytir at velja røttu útbúgv-
ingina.
Annar hvør velur
skeivt
Tøl, ið tíðindasendingini á
Danmarks Radio P3 hevur
fingið hendur á, vísa at upp
ímóti
helminginum
av
teimum sum fara undir
lestur á donsku universitet-
unum gera ikki útbúgving-
ina lidna, harav fara 80%
undir aðra útbúgving. Hetta
er
kostnaðarmikið
fyri
samfelagið, men eisini fyri
tey ungu, ið sostatt leingja
um lestrartíðina. Tað hevur
eisini neilig samfelagslig
árin, at arbeiðsfør ung folk,
óneyðugt leingja um tíðina
tey ikki eru tøk á arbeiðs-
marknaðinum. Tað finnast
ikki hagtøl fyri hvussu
nógvir føroyingar skifta
ella gevast undir útbúgv-
ingini. Men tað er eingin
orsøk at halda, at føroy-
ingar eru nakað undantak
hesum viðvíkjandi. Tí er
kunning sera týdningar-
mikil, soleiðis at tey ungu
vita, hvat tey velja.
Føroyar, Danmark og
USA
Á hesum fyrsta tiltakinum
fara umboð fyri MFS,
Søgu- og Samfelagsdeild-
ina á Fróðskaparsetrinum,
Danmark-Amerika
Fon-
det/Fulbright Kommissio-
nen og Jakob Lange, lestr-
arleiðari á Københavns
Universitet og leiðari á
KOT (Koordinerede Til-
melding) at greiða frá um
lestrarmøguleikar í Føroy-
um og aðrastaðni. Eisini fer
Bjarti Meitel, ið hevur lisið
tónleik í USA, at svara
spurningum
um
sínar
royndir.
Skráin fyri tiltakið er
hendan:
19.30-19.50: Danmark -
Jakob Lange
19.55-20.15: USA - Dan-
mark-Amerika Fondet
20.15-20.35: Meginfelag
Føroyskra Studenta
20.35-20.50: Fróðskapar-
setrið - Søgu- og samfel-
agsdeildin
20.50-21.10: Høvi at spyrja
um tær einstøku framløg-
urnar hvør sær
Tað eru Mentamálaráðið,
Lestrarvegleiðarafelagið og
Altjóða Skrivstovan, sum
skipa fyri Markleys Út-
búgving 2005/2006. Holger
Arnbjerg á Altjóða Skriv-
stovuni er samskipari.
Hjálpa tær at velja tína framtíð