Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2005 7 Klipping og barnagrátur á sama staði - Tað er altíð okkurt at gera, men kortini er mest at gera hjá mær uppundir høgtíðir, sigur Marna Skylv Sørensen, sum eigur Salong Marnu í Húsavík HÁRFRÍÐKAN Snorri Brend Húsavík: "Salong Marna" stendur á skeltinum uttan- fyri hesi húsini í sunnara parti av bygdini. Her er veruliga ein sal- ong, tí seinastu 17 árini hava húsavíkingar og fólk í oynni havt møguleika at gera sær hárið hjá Marnu í Húsavík. Hetta er ein ljós salong við øllum tí, sum hoyrir til eina slíka – hóast hon er í lítlari bygd. Her er einki við, at bara lata alt standa til: Í einum horni stendur ein telda, sum alla tíðina skiftir myndir við tí nýggj- asta hármótanum úr út- heimi. Marna er sjálv í ferð við at gera hárið á eini kvinnu, tá vit vitja inn á gólvið henda týsdagin í farnu viku. Og her fær hon gjørt hár- ið, júst soleiðis sum hon ynskir tað: Assymetriska klipping og eina lítla liting. Vanliga hevur Marna eisini lærlingar, men teir vóru á skúla í Havn henda dagin, vit vitjaðu í Húsavík. Byrjaði í køkinum Salong Marna byrjaði í roynd og veru í køkinum hjá Marnu. Eftir at verða flutt suður til Húsavíkar byrjaði hon í smáum at klippa fólki í køkinum hjá sær sjálvari. Hetta við klippingini vant bara meiri og meiri uppá seg. Tað fór so líðandi at gerast eitt sindur møti- mikið, at alt hetta skuldi fara fram inni í hesum so týdningarmikla rúminum í einum heimi. Hon avgjørdi tí at gera sær egna salong, sum lat upp í 1988 í kjallaranum. Og tað vísti seg, at fólk tóku væl undir við hesi salongini. Salongin er opin hvønn yrkadag, uttan hósdag, tí tá er Marna til arbeiðis á Argjum, í Salong Bylgjuni, sum hon átti áðrenn. Út frá hesum ymisku arbeiðsstøðum sínum dugir hon tí eisini at síggja ein ávísan mun á kundunum á Sandoynni og teimum á Argjum. - Her suðuri er mítt arbeiði meiri at kalla eitt sesong-arbeiði. Eg kann hava sera nógv at gera eina tíð, og so kann tað minka niður í nærum einki aftaná. - Tað er tó serliga upp- undir høgtíðir at mest er at gera, sigur Marna. Barnagrátur og klipp Hóast nógvar salongir eru í Havn, so er kortini neyðugt at biðja um tíð har framm- anundan, um tú skalt vera vís ella vísur í at fáa hárið gjørt ella klipt ein ávísan dag. Hjá Marnu er tað heldur øðrvísi. Her er ikki bein- leiðis neyðugt at biðja um tíð. Tað vísir seg ofta, at mammurnar siga bara, at tær nú koma framvið fyri at gera sær hárið. - Og so kunnu tær spyrja, um eg ikki eisini líka kann klippa einum barni, tá tær nú kortini eru her. - So her er mangan rokaligt og ljódligt inni, kanst tú ætla: Mamman ger hárið. Okkurt barnið spælir á gólvinum, og eitt annað barn liggur í barnavogni. - Hetta dámar mær væl, tí hetta er so sera hugnaligt, sigur Marna. - Her er friðarligt í dag. Men mangan er rokaligt inni, tá mammur við børnum koma at gera sær hárið. Fyri meg gera tað einki, tí mær dámar væl at tað hendir eitt sindur rundan um meg her á salongini, sigur Marna Skylv Sørensen í Húsavík Mynd: Jens Kr. Vang - Sunt at skifta Húsavík: - Eg komi her av og á. Og her er gott at vera. Í stólinum henda týsdagin í farnu viku, tá vit vitjaðu Salong Marnu sat Anja Sandoy. Hon býr á Sandi, har hon í løtuni lesur til pedagog umvegis Alnetið. Men hon skal eisini við millumbilum gera sær hárið. Í dag verður hárið klipt assymetriskt, eins og tað verður litað. - Eg eri her av og á. Tað er ikki altíð at eg havi bil, men plagi at koma higar, tá hann er tøkur. - Eg gangi eisini til hárviðgerð hjá øðrum frisørum. Eg haldi at tað er sunt at skifta, og ikki altíð vera á sama staði, sigur Anja. Havn: Komandi viku- skifti fer Kirkjuliga Missiónsfelagið at hava ársmøtið sítt í Havn. Møtini verða hildin í missiónshúsinum við Landavegin og í Vestur- kirkjuni. Aftur í ár kemur ein gestatalari til ársmøtini – hesa ferð kendi danski prædikumaðurin, Hans Erik Nissen, sum hevur verið fyristøðumaður á háskúlanum hjá Luthersk Missionsforening í Hille- rød. Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður. Umframt henda høvuðs- talaran koma eisini onnur at luttaka við sangi og vitnisburði. Fríggjakvøld- ið fara Elsa Jacobsen, fyrrverandi trúboðari í Etiopia at tosa, eins og Absalon Matras, sum stendur fyri hjálpararbeið- inum til Rumenia. Møtini byrja hóskvøld- ið í komandi viku og halda fram til sunnudagin, tá endað verður við fel- agsmøti saman við Mein- igheitshúsinum í Vestur- kirkjuni. sb. Nýtt bústaðarøki við 200 húsum Argir: Gongur sum Val- bjørn Dalsgarð á Argjum ætlar og vónar, so verður í næstum farið undir gerð av omanfyri 200 húsa- eindum á einum øki á Argjum. Talan er um eitt 110.000 fermetra stórt øki norðanfyri útstykk- ingina á Hamrinum, har økið verða gjørd til húsa- eindir av ymiskum slagi, bæði til barnafamiljur og til meiri tilkomin fólk. Ætlanin er somuleiðis at gera felagsøki til allar hesar aldursbólkarnar. Tórshavnar kommuna hevur keypt hetta økið, sum síðani verður selt víðari til Valbjørn, sum hevur hesa stóru ætl- anini. Øll ætlanin hevur verið fyriløgd umsitingini í býráðnum. - Eg má bara siga sum er, at hetta er ein tann flottasta byggingin eg nakrantíð havi sæð, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen. sb. Ynskja fleiri sløkkiliðsmenn Sundalagið: Sløkkiliðið í Sunda kommuna ynskir nú at fáa enn fleiri sløkki- liðsmenn í fylgið sítt. Í hesum sambandi sóknast kommunan eftir umsøkjarum til hetta týdningarmikla starvið. Sagt verður, at hesir sjáldbodnu sløkkiliðs- menninir skulu vera mill- um 20 og 40 ár, og skulu haraftrat hava ta stóra koyrikortið. Ein onnur fortreyt fyri hesum arbeiðinum er, at viðkomandi skal hava eina góða heilsu. Og orsøkin til hetta er hin einfalda: Sløkkiliðsar- beiðið er krevjandi. Í fráboðanini verður sagt, at tað verður veitt samsýning fyri venjingar- nar, og fyri sløkkiliðsar- beiðið og bjargingar- arbeiðini. sb. Ársmøti um missi- ón úti og heima Á hamrinum, omanfyri hesi húsini á Argjum, kemur skjótt ein nýggjur býlingur upp (Savnsmynd)