leygardagur 17. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 177 - 17. september 2005
Nú verða aftur grundøki at fáa í Kollafirði
Tórshavnar Komm-
una hevur lagt fram
eina nýggja ætlan fyri
Kollafjørð. Øki verða
sett av til sethús og til
eitt miðstaðarøki
SETHÚS
Snorri Brend
Kollafjørður: Nú skal aftur
verða møguligt at fáa
grundøki
til
keyps
í
Kollafirði.
Í mong ár hevur høvuðs-
staðurin stríðst við at út-
vega grundøki til øll tey
mongu, sum ynsktu og
ynskja at seta búgva her.
Men í Kollafirði hevur
støðan eisini verið hon, at
trupult hevur verið at út-
vega nóg nógv grundøki til
eftirspurningin.
Hetta hevur Tórshavnar
kommuna nú sett sær fyri at
finna eina loysn uppá. Og á
býráðsfundi hóskvøldið var
eitt mál um broytingar í
byggisamtyktini í Kolla-
firði til viðgerð.
Hetta málið varð samtykt
uttan atkvøðugreiðslu.
Tørvur
Tað hevur leingi verið tørv-
ur á grundøkjum í Kolla-
firði, tí eftirspurningurin
hevur verið so stórur.
Nú hevur kommunan so
gjørt ein býarplan fyri
Kollafjørð, har ein í fyrsta
lagi fær eini 70 grundøki til
sethús. Ætlanin er eisini at
útvega sær øki til framtíðar
menning av bygdini.
Neyðugt hevur verið at
broytt byggisamtyktina fyri
bygdina, har tað í fyrstu
syftu snýr seg um grundøki
og í øðrum lagi eisini til
miðstaðarbygging.
Í samband við málið vóru
komin inn trý mótmæli frá
borgarnum í Kollafirði,
sum m.a. mótmæla broyt-
ingunum av økjum – m.a.
at eitt ávíst øki, sum varð
nýtt til landbúnað skuldi
broytast til eitt alment frí-
lendi, og eitt annað, har
mótmælt verður at eitt
landbúnaðarøki
verður
broytt til alment endamál.
Alt málið hevur eisini
verið til ummælis í tí ser-
støku Kollfjarðarnevndini,
sum hevur tikið undir við
ætlanini.
Øll hesi mótmælini hava
verið viðgjørd í nevndun-
um, men semja er kortini
um at halda fast við tær
ætlaðu broytingarnar.
Og á býráðsfundi hós-
kvøldið varð so samtykt at
fara undir hesa ætlanina.
Býarplanur fyri Kollafjørð er
nú gjørdur, og nú verður
aftur høvi at ogna sær
grundøki í bygdini. Borgar-
stjórin, Heðin Mortensen
fegnast um, at tað nú aftur
verður gjørligt at útvega sær
grundøki í Kollafirði
Mynd: Jens Kr. Vang
Eftir at hava arbeitt við
ætlanini í eina tíð er
nú greitt, at Eldraráðið
í Havn skal mannast.
Atkvøðugreiðslan
endar seinast í
november mánaði
ALDUR
Snorri Brend
Havn: Í næstum fer eitt
heldur øðrvísi val at fara
fram í Havnini.
Veljast skal eitt serstakt
Eldraráð við fimm limum,
sum allir borgarar í Havnini
omanfyri 60 ár skulu at-
kvøða um.
Valið verður skipað við
brævatkvøðum, sum skulu
verða kommununi í hendi
innan 29. november.
Tá er ætlanin at allar at-
kvøðurnar skulu teljast upp
í Snarskivuni henda dagin.
Og síðani verður kunn-
gjørt, hvørji teir fyrstu lim-
irnir í hesum ráðnum verða.
Tað
verður
sosiala
nevndin hjá býráðnum sum
skipar fyri hesum valinum,
bæði hvat viðvíkur upptelj-
ingini og við sjálvum
valinum.
Ráðgevarar
Endamálið
við
hesum
eldraráðnum er at ráðgeva
býráðnum í øllum málum
sum hava við tey eldru at
gera.
Ráðið skal eisini koma
við hugskotum og annars
virka fyri, at vitan og
royndir hjá teimum gomlu
verða virðismett og gagn-
nýtt.
Eldraráðið kann tí eisini
úttala seg um eitthvørt
evni, sum hevur áhuga hjá
teimum gomlu, og her
koma við hugskotum og
uppskotum.
Somuleiðis verður gjør-
ligt at seta spurningar til
býráðið um eldrapolitikkin
og í sambandi við fíggjar-
ætlanina.
Annars verur skipað fyri
serstakari ráðstevnu fyri tey
eldru í Norðurlandahúsin-
um hósdagin 6. oktober.
Her verða viðurskifti hjá
teimum eldru her og í
øðrum londum lýst, - m.a.
eisini tá talan er um tey
serstøku Eldraráðini.
Tey eldru á val til Eldraráðið
Tey eldru í Havnfáa nú møguleika at velja sítt egna ráð
(Tilvildarlig mynd)