Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2005 9 Bara í ár kunnu meir enn 10.000 sjálvmorðs- hótt menniskju vænt- ast at ringja til donsku telefonráðgevingina Livslinien. Og alsamt fleiri ringja, meðan tey eru í ferð við at gera sjálvmorð. - Vit eru ofta seinasti útvegur, men vit kunnu ikki fremja undur. Hinveg- in vilja og duga vit at lurta, sum er tað, hesi menniskju kanska mest av øllum hava brúk fyri, sigur Micha- el Esmann, deild- arstjóri á Livslinien KREPPURÁÐGEVING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hvønn dag seinastu tíggju árini hava ein røð av sjálv- bodnum sitið við telefon- linjurnar hjá donsku kreppuráðgevingini Livs- linien, klár at lurta eftir enn einum rópi um hjálp. Summi eru longu í ferð við at gera sjálvmorð, meðan onnur tríva eftir lívslinjuni sum eina seinastu roynd, áðrenn tey gera álvara av síni sjálvmorðsætlan. - Lívslinjan er anonym, og tí vita vit av góðum grundum ikki, hvussu nógvum vit megna at hjálpa. Men vit fáa javnan afturmeldingar, har fólk takka okkum fyri, at vit tímdu at lurta, sum fyri at siga, at tað hava onnur ikki tímað. Okkara styrki er uttan iva, at vit duga at lurta, tora at spyrja og ikki ræðast sjálvt tey mest skelkandi svarini, sigur Michael Esmann. Ikki automatiskur telefonsvarari Michael Esmann sigur, at flestu uppringirnar til Livs- linier koma frá fólki mill- um 20 og 60 ár. Ofta eru trupulleikarnir tengdir at, hvørji lívstøðu hesi menn- iskju eru í beint tá. - Tað kann vera so ym- iskt, men sum heild snúgva trupulleikarnir hjá tí yngra bólkinum seg ofta um par- lag, arbeiði ella misnýtslu. Hjá teimum eldru er tað ofta missurin av einum lívslangum hjúnarfelaga, sum hevur tikið lívsmótið frá teimum. Ráðgevarnir á Livslinien kunnu sjálvandi ikki loysa trupulleikarnar fyri fólk. Heldur royna tey í fyrstu umfari at spyrja inn til, hvat hevur fingið tey til at ringja, og hvussu tey hava tað beint nú. Í flestu førum eru tey so ørkymlaði, at tey illa duga at seta orð á, hvat tað er, sum er tann størsti ella mest ítøkiligi trupulleikin beint tá. Alt verður vavt saman, og tí verður hjálpin í fyrsta umfari oftast at fáa yvirlit yvir støðuna, býta tingini upp so alt ikki nýtist at við- gerast í senn. - Tá tú virkar sum ráðgevi av hesum, er tað alt avgerð- andi at minnast, at tú onki veist, fyrr enn tú hevur spurt. Onki eitur ein stórur ella ein lítil trupulleiki, tí tað veldst altíð um, hvussu per- sónurin fatar trupulleikan. Hetta er ikki ein automat- iskur telefonsvarari, og tí verður tað altíð tann, sum ringir, sum er mátistokkurin fyri, hvussu álsvarsom støð- an er, sigur Michael Es- mann. Ræðast ikki svarið Esman minnir á, at vanliga, tá vit spyrja hvønnannan "Nú, hvussu hevur tú tað?" er tað ikki fyri at fáa eitt er- ligt svar sum til dømis, "Eg havi tað av hundanum til". - Á Livslinien spyrja vit, tí vit vilja vita, hvussu fólk veruliga hava tað. Tað hava tey flestu eftir øllum at døma sera ilt við, tí tey tora ikki at hoyra svarið. Tí hoyra vit so ofta tey, sum ringja siga, at tað nyttar onki at tosa við nakran, tí øll siga bara at "Tað skal nokk ganga" og ""Hatta gongur nokk yvir". Slíkt er umleið tað ringasta, tú kanst siga við eitt kreppu- rakt menniskja, tí tað lítils- ger ein trupulleika, sum fyri tey hóttir alt teirra lív júst tá, sigur Michael. Hann leggur afturat, at av somu orsøk enda tey á lívslinjuni ongan- tíð eina samrøðu við at spyrja "Var tað nakað annað, tú vildi spyrja um?", tí tað er tað sama sum at siga, at tað, tú longu hevur fortalt, ljóðar ikki serliga álvarsamt. Esmann greiðir frá, at sjálvt um ráðini tey geva, altíð taka støðu í menniskj- anum í hinum telefonhorn- inum, merkir tað ikki, at tað eru tey kreppuraktu, sum seta treytirnar. - Vit tosa ikki fólki eftir munninum. Ein rúsdrekka- misnýtari kann til dømis fáa tað svar at - "Jamen tað er ikki so løgið, at tíni børn ikki tíma at vitja teg longur, um ert full, hvørja ferð tey koma." Og vit lata okkum ikki ræða, um fólk royna at hótta okkum til at geva tað svarið, tey helst vilja hoyra. Okkara uppgáva er ikki at taka synd í fólki, men at vísa á, hvat tey sjálvi kunnu gera við støðuna, við at hugsa øðrvísi um hana, royna okkurt, tey ikki hava roynt fyrr. Ella øvut, royna okkurt, sum einaferð fyrr hevur hjálpt teimum, sigur Michael Esmann. Trivnaður á breddan Vaksandi talið á uppring- ingum tekur Esmann sum eitt positivt tekin um, at tað í størri mun er vorðið "loyvt" at hava tað ringt, og at fólk eru tilvita um, at tað ber til at fáa hjálp. - Tíbetur er tað nógv sum bendir á, at vit eru við at koma burtur frá, at øll alla- tíðina skulu vera perfekt, vøkur og hava kekk á øllum. Tað var ein tíð, har tað mest sum var eitt status- symbol at vera stressaður, tí tað eftir øllum at døma skuldi vísa, hvussu nógv man hevði um oyruni, og hvussu týdningarmikil man var á til dømis arbeiðs- plássinum. Nú er vent í hol- uni, og alsamt fleiri ar- beiðspláss hava ein stress- politik fyri at betra um trivnaðin. Ì heila tikið hev- ur menniskjaligur trivnaður sum heild ongantíð verið meir frammi enn beint nú. Tað er so altíð eitt stig á leiðini til geva teimum sál- arpíndu pláss, so eisini tey kunnu fáa hjálp, sigur Michael Esmann. Livslinien: Hjálpin í telefonini • Livslinien varð stovnað í 1995 • Allir ráðgevarnir eru sjávbodnir og hava holla útbúgving og royndir innan kreppuhjálp • Talið á uppringingum veksur hvørt ár, og togar í ár upp móti 11.000 uppringingum um árið. • Telefonin á Livslinien svarar frá 11.00 til 23.00. 1. desembur verður Livslinien víðka við ráðgeving umvegis internetið. • Meir fæst at vita á www.livslinien.dk FAKTA Styrkin hjá donsku telefon- ráðgevingini Livslinien er, at har sita fólk, sum vilja lurta, tora at spyrja og ikki ræðast svarið - nakað, ið eftir øllum at døma er ein trotvøra í okkara samfelag Longu í 2002 mælti álitið um heildar- pskykiatri til at skipa eina sálarkreppulinju, sum skuldi koma at virka í 2006.Í løtuni bendir tó onki á,at peningur verður tøkur til endamálið á komandi fíggjarlóg TELEFONRÁÐGEVING Anna V. Ellingsgaard - Ætlanin var at ein slík linja skuldi knýtast til psykiatriska depilin, sigur Tormóður Stóra, sálar- lækni, sum sjálvur kundi hugsað sær, at spurningar um t.d. sjálvmorð vórðu beindir til eina slíka sálar- kreppulinju. Ongin ætlan um telefonráðgeving Tormóður vísir á, at á psyki- atriska deplinum eru fólk frammanundan alt samdøgr- ið 365 dagar um árið, so ikki hevði verið neyðugt at skipa ein nýggjan stovn sum so. Hugsanin var eisini, at starvsfólkini har skuldu fáa serliga venjing í hesum mát- anum at ráðgeva. Metast skuldi eisini um, hvussu tímanýtslan var, so starvs- tímarnir kundu justerast eftir hesum. Í álitinum til aðalorðaskifti um heildarpsykiatri var semja um, at telefonráð- gevingin skuldi skipast. Bill Justinussen, ið tá var lands- stýrismaður í heilsumálum, mælti til, at byrjað varð við akutt-tænastuni í 2006 og at 1,7 mill vórðu settar av til endamálið. Hans Pauli Strøm, landsstýr- ismaður í heilsumálum, sigur seg onki vita um hesa ítøki- ligu ætlanina og væntar ikki, at pengar verða tøkir til upp- skotið á komandi fíggjarlóg. - Heildarpsykiatriin verður sett í verk í stigum, har økis- og sosialpskykiatriin verða raðfest hægst. Beint nú bendir onki á, at pengingur verður tøkur til annað, og eitt ítøkiligt uppskot um telefonráðgeving er ikki við í handlingsætlanini í løtuni, sigur Hans Pauli Strøm. Neyvan pengar til telefonráðgeving - Tormóður Stóra, sálar- lækni, kundi hugsað sær, at vit eisini í Føroyum høvdu eina sálarkreppulinju, har tey sjálvmorðshóttu kundu vent sær