Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 177 - 17. september 2005 Eitt gamalt orð hjá Esaja profeti talar um, at øll fólkasløg skulu gera svørð sín til plógv og spjótini til vínberjasteyrar. Hesi orð hava í áratíggjur verið leiðaraorð hjá ST og hjá friðarrørslum kring allan heim. Ítøkiliga sæst hetta á stórari standmynd utt- an fyri ST høvuðsborgina í New York, ið av- myndar jarnsmið í ferð við at smíða svørð um til eitt plógjarn. Í gjár varð almennur ST friðardagur og var dagurin verður hildin víða um heimin og í ST við tiltøkum, ið skulu minna á, at heimurin, vit liva í, er alt annað enn friðarligur. Ófriður og kríggj eyðkenna gerandisdagin víða hvar um verðina. Kríggj gerst alt meira vanligt og alternativið til kríggj nevniliga tann politiska loysnin gerst alt meira óvanlig. Tað eru nógvar orsøkir til hesa støðu. Ein orsøkin er, at tað nú bert er eitt risastórveldi eftir í heiminum. Hetta stór- veldið, USA, ræður yvir ómetaligari hermegi. Eitt stórveldi, sum er so sterkt hernaðarliga, fellur lætt fyri freistingini at nýta megi í staðin fyri orð - at leypa á við hermegi heldur enn at seta í verk diplo- matisk tiltøk. Hetta er politikkurin hjá teimum ný- konstervativu kreftum, sum í dag hava politiska valdið í USA og sum gjøgnum mong ár hava verið við til at seta dagsskránna í amerikonskum uttan- ríkispolitikki. Hvat er so vunnið við hesum nýkonservativa politikki? Millum lítið og einki er vunnið. Irak líkist meria og meira Vietnam. Ístaðin fyri at vinna á terrorismu gjøgnum eitt nú kríggið í Irak er veruleikin nú tann, at Irak er vorðið íblástrar- stað fyri nýggjari terrorismu. USA, sum tíverri hevur givið teimum nýkonservativu alt ov stórt vald, stendur nú meira og meira einsamalt í heiminum. Gomlu siðbundnu vinirnir Týskland og Frakland hava tikið seg burtur frá USA. Bret- land er farið at vingla í stuðli sínum til harðrendu nýskonservativu linjuna og komandi norska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at taka norsku hermennininar úr Irak. Bush er í øðini, men her batar honum ei bøn. Soleiðis eru stuðlarnir dotnir frá, ein fyri og annar eftir og USA gerst alt meira isolerað. Omaná alt hetta kemur tann miseydnaði innlendispolitikkurin. Teir nýkonservativu lovaðu at gera USA til eitt tryggari og betri samfelag. Tað er gingið beint øvugt. Katatrofan í New Orleans avdúkaði, at stjórnin hjá Bush ikki megnar at geva sínum medborarum eitt minstamát av trygd og hjálp, tá vannlukkan rakar landið. Kanska hevði tað verið eitt hugskot hjá Bush og hansara medarbeiðarum, sum siga seg at vera góð kristin fólk, at lurta eftir Esaja ein slíkan dag. DAGSINS MEINING Sosialurin Svørð til plógjørn VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hattin av fyri vanligum bygdadreingjum Alfred Olsen Løgtingsmaður Í samband við fyrispurn- ingin í Løgtinginum miku- dagin, um keyp og sølu av skipum/fiskiloyvum, setti Tórbjørn Jacobsen spurnar- tekin við leiklutin og fíggjarliga førleikan hjá okkara vinnulívsmonnum, tí teir vóru bert "vanligir bygdadreingir". Eg eri ósamdur við Tór- birni í hesi niðurgerð av vinnulívsmonnum okkara, tí eg veit, at nógv tann stórsti parturin av menn- ingina innan okkara vinnu- lívið á sjógvi og landi, stav- ar frá dugnaligum vinnu- lívsmonnum, sum vóru/eru "vanligir bygdadreingir", og vinnulívssøga okkara prógvar hetta. Vanligir bygdadreingir Vinnulívssøgan okkara vísir, at teir sum byrjaðu og framvegis byggja vinnu- lívið her á landi, eins og tá tala er um skip og fiski- vinnuna á sjónum, vóru og framvegis eru vanligir bygdadreingir, sum høvdu og hava hegni, dirvi og áræði til at fara undir vinnuligt virksemið her á landi, og tað eru teir og dugnalig arbeiðsfólk teirra, sum við fyritøkunum hava bygt hetta land til tað, tað er í dag, og vit kunnu gleð- ast um, at vit hava slíkar vanligar bygdadreingir og dugnaligt arbeiðsfólk á øllum støðum í Føroyum, frá Viðareiði til Sumbiar. Høvdu vit ikki havt hesar bygdadreingir, hesar drív- kreftir, ella eldsálir, og okk- ara arbeiðsfólk, so høvdu vit ikki tað fiskivinnu og vinnuliga lív í Norðoyggj- um, Eysturoy, Streymoy, Vágunum, Sandoy ella Suðuroy, sum vit hava í dag. Men nú hava vit slíkar framfýsnar vanligar bygda- dreingir og gott arbeiðsfólk í Føroyum, og sum ting- maður fyri Sambandsflokk- in, fegnist eg um hesar framskygnu og dugnaligu "vanligu bygdadreingir", sum fáa dyggan stuðul frá arbeiðsfólkinum á staðnum og fíggjarstovnum. Blíva sjáldan ríkir Felags fyri slíkar "vanligar bygdadreingir" er, at teir sjáldan skúma fløtan, men í nógvum førum sita teir eftir við ongum eftir lokið stríð. Óteljandi dømir eru tíverri um slíkar vinnulívsmenn. Men so eru aðrir "vanligir bygdadreingir" sum taka arvin ella trotabúgvið upp og halda fram har hinir sleptu, og eg taki hattin av fyri slíkum vanligum bygdadreingjum. Tórbjørn Jacobsen. Eg havi mett Tórbjørn at verði ein av hesum "vanligu bygdadreingjum", eisini út frá hansara aktiva leikluti í føroyskum vinnulívi, og eg vóni ikki at hann, bara tí at hann nú er fluttur til Havnar, broytist frá at vera ein " vanligur bygdadrongur" til at vera ein "havnardrongur" sum niðurgerð og lítisvirðir vinnulívsmenn úti á bygd, tí tað er við slíkum monnum vit í stóran mun byggja land. Jóannes Jacobsen Skrivari Búskaparráðsins Jógvan Sundstein skrivar í Sosialinum hósdagin 15. september, at "Tey, ið tala fyri tilfeing- isgjaldi, hava skyldu til at vísa nágreiniliga á, hvussu- leiðis hetta skal krevjast inn, av hvørjum tað skal roknast og hvat tað gevur landskassanum." Hann heldur fram, at "eisini má greiðast frá, um tað er eitt loypandi gjald, ella tað bert skal verða undir serligum umstøðum t.d. við sølu av skipi ella felag ella fiski- døgum v.m." Eg skal bara vísa á, at alt hetta og meira aftrat er gjørt í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum frá januar 2000. Far inn á heima- síðuna hjá Búskaparráðn- um, www.ecouncil.fo, trýst á "Frágreiðingar" og síðan á "Várfrágreiðingin 2000". Ein nágreinilig viðgerð av tilfeingisgjaldi í fiski- vinnuni finst á síðu 28 og fram í hesi frágreiðingini. Øll, sum lesa frágreið- ingina, vera heilt víst skjótt greið yvir, at kravið hjá Jógvani Sundstein um at "skilagóðir tankar um sam- felagsbúskaparligar ábøtur liggja aftanfyri" er uppfylt í ríkiligt mát. Góðan lestur. Tilfeingisgjøld