Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2005 11 VIÐMERKINGAR Landsstýrið brýtur avtaluna um 24 næmingar Kári Jespersen studentaskúlalærari Sum so mangan hesi seinnu árini hevur Mentamála- ráðið yvirmannað onkrar av studentaskúlaflokkunum. Sum skilst, er heimspekin í hesum, at tá avtornar, so møta summir næmingar hóast alt ikki upp. Hesaferð bar tó ikki til. Helst tí at tað er vorðið verri at finna sær arbeiði, møttu innskrivaðu næmingarnir upp fyrsta skúladag. 26 næmingar komu at vera í tveimum málsligum studentaflokk- um í Hoydølum. Síðan skúlaársbyrjan er ein næm- ingur fallin frá úr hvørjum av hesum báðum flokkum. Survival of the fittest? Nú er tað so, at Yrkis- felag Studentaskúla- og HF-lærara (YF) hevur skrivliga avtalu við Fíggjar- málastýrið, um at næm- ingatalið í flokkunum eigur ikki at fara upp um 24. Landstýrið vil ikki halda avtaluna. Men tað fer YF í øllum førum at gera. Men fyri ikki at raka skúlan og næmingarnar ov hart í fyrstu atløgu, hava vit givið myndugleikunum freist til 1. okt. at fáa viðurskiftini í rættlag. Tað er, at tá skulu verða ikki fleiri enn 24 næmingar í studentsflokkunum. Námsfrøði og næmingatal Nýmótans undirvísing mið- ar so vítt gjørligt eftir at røkka hvørjum einstøkum næmingi í flokkunum. Næmingar eru ymiskir av lyndi og læra á ymiskar mátar. Skal tí hitt frægasta úrslitið fáast burturúr, má undirvísingin í mest møgu- ligan mun snikkast til hvønn einasta næming. At petagogikkur hevur týdn- ing, tá ið tú skalt røkka mongum ymiskum menn- iskjum, hava fólk vitað í øldir. Sokrates og teir stóru griksku hugsjónarmenninir í fornøldini vistu tað og t.d. byrjar Fyrsta Jóhannesar bræv, ið er úr hellenistiskari tíð seinast í 1. øld, soleiðis: "Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eyg- um okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, ..." her verða nevndir námsfrøðihættirnir hin auditivi, visuelli og motoriski. Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, ar- beiddi við útbúgvingar- ætlan, har ongantíð skuldu verða fleiri enn 18 næming- ar í einum flokki. Næm- ingatalið 18 varð hildið at vera hitt rætta sæð úr námsfrøðiligum horni. Clinton-ætlanin bygdi á undirvísingarroyndir, sum vóru gjørdar fyrst í 1990- árunum. Úrslitini váttaðu, at næmingar í smærri flokkum lærdu betri enn teir í størri flokkum. Hetta galt serliga næmingar úr sosialt veikum heimum. Bill Clinton eydnaðist tí- verri ikki fremja ætlan sína, meirilutin í kongressini vildi ikki játta neyðuga peningin. Tá ið næmingatalið 18 sambært petagokiskum royndum varð hildið at vera rætta talið, hvussu so við 24 næmingum, sum eru hægsta mark sambært av- taluna millum YF og Fíggjarmálaráðið? Lærari, sum hevur roynt at undirvísa fullsettum flokki, veit, at tá verða fleiri at glíða burtur úr eygna- krókunum og síggjast ikki. Tá ein ikki sær allar næmingar fyri sær í senn, hevur ein ikki rættu nærveru til næmingarnar. Hetta er sjálvandi galdandi báðar vegir, soleiðis at næmingur, ið kennir seg at glíða út úr eygnakrókunum hjá lærara, lættliga fær kenslu av ikki "rættiliga" at vera við í tímanum. Slíkur næmingur fær ikki fulla úrtøku burtur úr undirvísingini. Rætta talið er sostatt neyvan heldur teir 24, men einir 18 næmingar í hvørjum flokki. Tað er tí sjálvsagt, at YF fer ikki at góðtaka, at tað eru fleiri enn 24 næmingar í hvørjum flokki. At undir- vísa stórum hópflokkum ger, at serligu tey veikaru falla frá. Tað veri fakligt sum sosialt. Visjón 2015 hjá lands- stýrinum leggur upp til at øll ung í Føroyum fáa møguleika at taka eitthvørt miðnámsprógv. Man tað fara at halda við hesari mannagongd? Stóra og fjølbroytta umhvørvið í Boston dróg, eg havi fingið eitt ótrúliga stórt netverk, eg havi vinir og kenningar um allan heim. ÚTBÚGVING Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Bjarki Meitel er 34 ár og úr Tórshavn. Hann hevur lisið tónleik á Berklee College of Music í Boston. Føroy- ingar kenna hann kanska best, sum trummuleikaran í Chase og sum bassleikara í alskyns bólkum. Mána- kvøldið verður hann mill- um luttakararnar í tiltakin- um "Markleys Útbúgving 2005/2006" í Miðla- húsinum í Vágsbotni. Bjarki sigur, at hann ætlar ikki at halda nakra serliga framløgu, men ístaðin heldur vil svara spurning- um, um lestur í USA, fyri- munir, vansar og uppliv- ingar. Størri umhvørvi Bjarki slapp inn á skúlan í Boston við at fara til upp- tøkuroynd á heimsrund- ferðini hjá Berklee. Hann fór til royndina í Argentina, har hann var staddur. Hann sigur, at tað, sum dróg, var stóra og fjølbroytta um- hvørvið í Boston. Tað at ganga á einum skúla, við fólki úr øllum møguligum londum gevur stóran íblást- ur, bæði fólk og tónleikur eru sera ymisk. Hann sigur, at hann hevur fingið eitt øgiliga stórt netverk, og hevur vinir og kennigar um allan heim. Hann roknar ikki við at hetta hevði verið so umfat- andi, um hann hevði lisið í Danmark. Hann ivast tó í, um hann hevði sloppið inn á konservatorii í Keyp- mannahavn. Krøvini eru nokkso serlig, og hann væntar ikki, at hann kundi lokið tey. Men sigur seg heldur ikki hava áhuga í eini danskari konservatorii útbúgving. Hetta er jú ein heilt onnur útbúgving enn tann í Boston, og Boston er ein heilt annar býur enn Keypmannahavn. Hart lív Bjarki sigur, at lívið í Boston er øgiliga nógv annarleiðis enn um okkara leiðir. Stressið í Boston er sera nógv. Fólk flyta seg alla tíðina, t.d. etur tú morgunmat á veg í skúla, døgurða meðan tú gongur úr einum stað til eitt annað og so framvegis. Tú setir teg næstan ongantíð niður at eta. Tú keypir eisini allan mat úti. Tú hevur onga frítíð, skúli, arbeiði og onn- ur geramál eru øll í ein vavgreyti. Hetta er hart fyri tey, sum vilja skipa dagin og leggja hann í fastar karmar, men Bjarki dámdi tað væl. Hann kundi tó gott ilsk- ast eitt sindur inn á pappírs- veldið, sum er ótrúliga stirvið og tungt at hava við at gera í USA. Hann sigur, at serliga tann fíggjarligi parturin var harður. Tú skalt gjalda fyri skúlan, og noyðist alla tíðina at arbeiða fyri at fáa fígging, sokallað fundrais- ing. Hann letur tó væl at stuðulsmøguleikunum, og møguleikarnir fyri at fáa lán vóru eisini góðir. Men sum tónleikari ert tú eitt sindur varin við at taka ov stór lán. Tí tey skulu gjald- ast aftur, og ein tónleikari hevur sjálvdan eina støðuga inntøku. Bjarki spældi bass á Berklee Bjarki Meitel valdi at fara til Boston at lesa á Berklee College of Music