Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 177 - 17. september 2005 Dagurin 17. september. Lambertus, deyður umleið ár 705. Biskupur í Maastricht í Hálandi. Hann varð dripin av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað. 18. september. Titus. Fleiri halgimenni eru við hesum navni, men her verður helst ikki, sum summir halda, sipað til tann Titus, sum Paulus skrivaði bræv til. 19. september. Constantia. Kom upp í álmanakkan frá árinum 1700, men vit vita ikki, hvønn sipað verður til. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Oyrarbakki: Hesi fimm fittu børnini dáma sera væl í nýggja barnagarðinum á Oyrarbakka. Men teimum dáma eisini sera væl at vitja hjá grann- anum – í Norðskála-Oyrar skúla, sum liggur beint við síðuna av. Í góðveðrinum hósdagin vóru tey ein túr í skúlagarð- inum og reiggjaðu. Sam- stundis nýttu tey høvið at hyggja eftir, hvussu tey stóru børnini spæla. Ein dag verður tað teirra túrur at fara í henda skúlan! sb. Vitja hjá grannanum Tey fimm børnini hugna sær í togunum í skúlagarðinum á Oyrarbakka Mynd: Jens Kr. Vang Føðingar 8. september fingu Hildur og Kristian Davidsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4000 gr. 8. september fingu Una Matras og Johan Simonsen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 9. september fingu Valborg og Fróði Josephsen, Klaksvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4600 gr. 9. september fingu Karin Bjartalíð og Tryggvi G. Gunnarstein, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3175 gr. 9. september fingu Ásbjørn og Beinta Berthelsen, Strendur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3930 gr. 9. september fingu Ann-Mari og Jákup av Skarði, Nólsoy, eina dóttur. Honv ar 54 cm. long og vigaði 3400 gr. 10. september fingu Arngerð Danielsen og Ennur Lamhauge, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3900. 11. september fingu Sunniva Nielsen og Birgir Andreasen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 5300 gr. 11. september fingu Sólgerð og Signar á Reynatrøð, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3000 gr. 12. september fingu Laila Nattestad og Kári Jacobsen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4300 gr. 13. september fingu Hjørdis H. Jensen, Sandur og Hendrik Egholm, Streymnes, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 13. september fingu Oddbjørg Johansen og Kevin Chudwudu Ugwa, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3800 gr. 14. september fingu Sólrun og Vagn Foldbo, Leirvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. 14. september fingu Annika Jørgensen Reinert og Magni Reinert, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3500 gr. 14. september fingu Signhild Finnsdóttir Nybo og Aage Tróndarson Nybo, Hvítanes, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4200 gr. Fyrstu ferð hondbóltur varð spældur í Havn, var í 1931. Soleiðis stendur í eini grein í Dimmalætting 1931: »Det synes som interessen for boldspil er i stadig tiltagen. Saaledes har nu et damehold her i byen startet en haandbold klub, og har saaledes begyndt noget nyt paa sportens omraade. Særlig velegnet kan man ikke sige Kommuneskolegaard-en er til den slags sport, men man har en god udsigt og det er skam ogsaa et temmelig godt aktiv«. Hondbóltsfelagið Neistin er stovnað 24. mai 1931, og kundi tað sæð út til, at hettar var byrjanin til hondbóltsfelagið Neistan. Myndin er av teimum fyrstu gentunum sum spældu hondbólt, og er hon tikin í Kommunuskúlagarðinum á vári 1931. Meinigheitshúsið sæst aftanfyri. Genturnar eru avmyndaðar frammanfyri tað heimagjørda málið. Tær eru f.v.: Ninna Nielsen, Torbjørg Winther, Hanna Mortensen, Jona Dahl-Christiansen, Sanna Johansen (á Lag), Nanna Skála og Petra Rein. Tá hesar genturnar byrjaðu at spæla, vóru ítróttarbúnar ikki so líka til at fáa fatur í, tí bleiv spælt í vanligum kjólum. Leggið til merkis turrukløðini um miðjuna á gentunum, hettar bleiv gjørt fyri at vísa at hesar vóru á sama liðið. Fyrstu hondbóltsgenturnar í Havn