Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Magnus Madsen, Tórshavn, ættaður av Sandi, andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 15. sep- tember, 86 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum leygar- dagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin klokkan 15. Tey, ið vilja minnast Magnus, kunnu lata Til- haldinum í Tórsgøtu eina gávu. Charlotta Christiansen, Porkeri, fer til gravar úr Porkeris kirkju leygardagin klokkan 14. Andlát og jarðarferðir Í dag, leygardagin 17. sep- tember, verður Tórgerð Høgnesen í Klaksvík 75 ár. Saman við manninum hev- ur hon nógvu tey seinastu árini havt handil á Vágs- heygnum. Tórgerð er ættað úr Keld- húsinum í Hattarvík. For- eldrini vóru Elsa Maria og Símun Petur Thomassen. Hon var av Kirkju, og hann var úr Svínoy. Tórgerð og Hjørleif Waag Høgnesen giftust í november í 1954. Í fjør há- tíðarhildu tey 50 ára brúd- leypsdagin við sera hugna- ligari og væl vitjaðari sam- komu í kjallaranum í Christianskirkjuni. Tá hildu tey bæði talu fyri hvørjum øðrum, og tað var bæði hugtakandi og uppmuntr- andi at líða á, tá ið tey lýstu hvønn annan og greiddu frá, hvussu stóra gleði og signing tey høvdu kent í at kenna seg elskaðan og vird- an av hjúnafelaganum, hvussu stóran týdning tey sóu í hjúnarbandinum, og hvat trygga familjulívið hevði havt fyri tey. Hjørleif hevði í mong ár bilstøð og bilverkstað. Um- framt at taka sær av manni og børnum og heiminum, sum altíð hevur verið ógvu- liga opið, so stuðlaði Tór- gerð Hjørleifi dyggiliga í vinnuvirkseminum. Mongu tey seinastu árini hava tey bæði rikið mat- vøruhandil á Vágsheyg- num. Tey hava lagt nógv arbeiði í krambúðina, og tað hevur altíð verið serlig- ur dámur at vitja í handl- inum, har tey bæði hava dugað væl at tikið sær av viðskiftafólkunum. Hóast Hjørleif er farin um tey áttati og Tórgerð í dag verður sjeytifimm, so eru tey bæði framvegis løtt upp á sporið, men nú eru tað sonurin og verdótturin, sum hava yvirtikið handilin Hjá Hjørleifi. Tórgerð er sera familju- kær og trúgv. Hon vitjar, og hon ringir og spyr og fregn- ast og uppmuntrar, og hon er gestablíð og gávumild. Tórgerð og Hjørleif eiga fýra børn, sum øll búgva í Klaksvík. Turið er gift Tummasi Lervig av Skála, Eyð er gift Brandi Petersen úr Havnini, Lív er gift Henry Mellemgaard úr Klaksvík, og Leif er giftur Maiken Sundskarð úr Klaksvík. Børnini og teirra eru mest sum hvønn dag inni á gólvinum á Vágsheygnum, og tað dámar Tórgerð sera væl. Hon eigur sjey ommu- børn: Jóhan, Tórður, Hjørd- is, Hjørleif, Árni, Torgeir og Bogi. Føðingardagin heldur Tórgerð saman við sínum næstu. Tórgerð Høgnesen 75 ár Tann 1. september hevði Niels J. Nielsen 30 ára starvsdag sum trúboðari. Niels J. er føddur 24. august 1938 og uppvaksin á Strondum. Hann er sonur Annelenu og Amandus Nielsen. Eftir fólkaskúlan var hugurin, sum hjá so mongum øðrum ungum dreingjum, til sjógvin. Hann fór sín fyrsta túr til skips við Knørri. Skúlaárið 59/60 gekk hann á naviga- tiónsskúla, har hann fekk skiparaprógv. Eftir at hann legðist uppá land í 1972, kendi hann kall til trúboðaratænastu. Við hesum kalli fór hann á bíbliuskúla hjá Indremissi- onsselskapet í Oslo skúla- árið 73/74. Eftir nakrar mánaðir á Sjómansheimin- um í Havn, fór hann eisini á bíbliuskúla hjá Indre Mission í Børkop í januar 1975. Her kom hann eisini í samband við aðalskrivaran hjá Indre Mission. Hetta samband førdi hann til eitt trúboðarastarv. Hann skuldi byrja sum trúboðari hjá Indre Mission í Brande 1. september 1975. Um somu tíð, 6. september 1975, gift- ist hann eisini við Marjun, sum er ættað úr Fuglafirði. Tey eiga børnini Ámund, Hans Petur, Annu Mariu og Áka. Í 1981 flutti Niels J. til Føroya at verða trúboðari. Fyrstu 12 árini var hann í Havnini. Í 1993 fluttu tey til Fuglafjarðar, og síðani 1. september 1998 hava tey búð á Strondum. Niels J. hevur hesi árini ferðast nógv kring landið til missiónsvikur, møtir og bíbliutímar. Eisini hevur hann gjørt nógv av at vitja gomul og sjúk. Móttøka verður í Missi- ónshúsinum á Strondum sunnudagin 18. september kl. 19.00. Vit vilja ynskja Niels J. v. fam. hjartaliga tillukku á starvsdegnum og framhald- andi Guds signing. Niels J. Nielsen, Strendur: Starvsdag hjá Heimamissiónini Kunngjørt verður, at okkara kæri maður, pápi, abbi og langabbi Magnus Madsen Tórshavn andaðist hósdagin 15. september 2005, 86 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum leygardagin 17. september kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin 18. september kl. 15.00. Familjunnar vegna Bergljót Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálptu til, tá ið okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Ella Askham Tórshavn andaðist og fór til gravar. Ingibjørg & Thomas Juul og Elisabeth Askham 90 ára føðingardagur Í morgin, sunnudagin, fyllir Mar- sanna Vinther, Syðrugøta, 90 ár. Hon er stødd á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Marsannu, eru væl- komin á Røktar- og Ellisheimið til ein drekkamunn sunnudagin kl. 14.00-17.00. Brúdleyp Í dag, leygardagin, kl. 12.30 giftast í Kelduni í Skálafirði Oda Sonja Frederiksberg, Strendur og Signar Martin Høj, Strendur. Veitslan verður í Leirvík kl. 17.00. Brúdleyp Í dag, leygardagin, giftast í Suður- afrika Anna Petronella Oberholzer úr Middelburg, Suðurafrika og Dánjal Petur Mariusarson Rein úr Havn. Brúdleypsadressan er: c/o Burger 6 Kittyhawk, Pierre van Ryneveld Centurion 0132, South Africa Prógv Í dag, 17. september er Anita Olsen avlærd sum bakari í bakarínum »Hjá Símuni« í Klaksvík, og hevur staðið sveinaroynd í EUC – Ringsted við »Rós«.