Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 177 - 17. september 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leygardagin 27. august 2005 var eitt stuðulstiltak í Ítrótt- arhøllini á Hálsi í Havn, sum trúboð- anarfelagsskapurin Samverkamenn skip- aði fyri. Tiltakið var til frama fyri ein lærusveinaskúla í Pakistan TÍÐINDASKRIV Stuðulstiltakið byrjaði um morgunin við eini innan- dura fótbóltskapping, har fleiri lið høvdu teknað seg, bæði gentu- og dreingjalið. Um kvøldið møttu um- leið 7-800 fólk til sjálva stuðulskonsertina. Bólkar- nir sum luttóku vóru: Salt, Maria Anderssen og Heini Lützen, saman við fleiri góðum tónleikarum. Eisini undirhelt búktalarin Absa- lon Áagarð. Ljóðgóðskan var góð, og bólkarnir spældu allir framúr væl. Tiltakið var við til at stuðla einum lærisveina- skúla í Pakistan, ein verk- ætlan sum føroyski trúboð- anarfelagskapurin Sam- verkamenn skipar fyri. Konsertin var ókeypis, men fólk høvdu møguleika at geva til lærisveinaskúlan. Eisini var á stórskíggja upplýst um lærusveina- skúlan í Pakistan, og hvat felagsskapurin Samverka- menn stendur fyri. Fyrireikarinir eru sera væl nøgdir við tiltakið og takka fyri alla hjálp og stuðul. Peningurin sum kom inn, nøktar umleið 20 prosent av tí sum tørvur er á til lærusveinaskúlan. Í apríl 2006 verður ein listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har vinningurin eisini fer til lærusveina- skúlan. Fleiri myndir frá kon- sertini eru at síggja á heimasíðuni: www.samverkamenn.org Samverkamenn takka fyri stuðulin Tøkk Takk øll tit, ið mintust meg á 70 ára degi mínum hin 17. juni við gávum, fjarritum, blómum, telefonsamrøðum og tykkum, ið komu inn á gólvið og gjørdu mær dagin so hugnaligan og ógloymandi. Og ikki at gloyma tykkum, ið hjálptu til. Kærar heilsur Karin Johansen, Hov Tøkk Øllum tykkum sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára føðingardegnum 11. august takki eg hjartaliga. Blíðar heilsur Anna Hansen, Norðragøta Tøkk til øll tykkum, sum mintust meg á 75 ára degnum. Tit, ið ringdu, sendu fjarrit og gávur. Øll tit mongu, sum komu og heilsaðu uppá meg. Vita skulu tit, at tit gleddu meg ómetaliga nógv. Harrin signi tykkum. Blíðar heilsanir Ísak Bjarnaskor, Viðareiði Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í veitst tú ikki tað?