Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin 16. sep- tember 2005 var ein innanhýsis móttøka á lærarstovuni í Tórs- havnar Kommunu- skúla í sambandi við at Johan Samuelsen, lærari, hevur lagt frá eftir sær, eftir at hava verið lærari á skúlan- um í 36 ár Johan Samuelsen er 59 ára gamal og havnarmaður. Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1969, og hevur verið lærari í Komm- unuskúlanum síðan tá. Hann hevur undirvíst í søgu og fleiri mállærugrei- num, serliga føroyskum, enskum og týskum, sum er hansara favoritmál. Í sínum arbeiði hevur hann lagt stóran dent á, at næming- arnir skulu vera fakliga væl fyri. Johan undirvísti eisini á Føroya Handilsskúla frá 1970-80. Í 1979 bleiv Johan sjúkur og misti likamliga før- leikan, soleiðis at hann kom at sita í koyristóli, men hetta hevur avgjørt ikki skert hansara lívsvilja, og hann hevur víst at tað ber væl til at liva og arbeiða á líka fót við øll onnur. Hann var limur í skúla- ráðnum í Havn frá 1989, til skúlaráðini vórðu niður- løgd fyri nøkrum árum síðan. Johan hevur altíð verið ítróttarmaður, og var hann ein framúr góður flogbólt- sspælari. Síðan hann hann misti likamliga førleikan, hevur hann svomið nógv og verið virkin innan Ítróttar- sambandið fyri Brekað (ÍSB) og Meginfelag teirra Brekaðu (MBF). Hann hev- ur eisini luttikið í altjóða svimjikappingum uttan- lands. Johan er ein áhugaverdur persónur. Hann hevur stór- an áhuga í samfelagsvið- urskiftum og er tí søguliga. Hann hevur eitt gott minni og kann siga frá nógvum áhugaverdum og stuttligum hendingum, serliga um Havnini og Hornabø, har hann vaks upp. Johan er giftur Johonnu, f. Clementsen, úr Elduvík. Tey eiga trý børn: Bergur og Birita, sum búgva í Havn, og Magnus sum býr í Funningi. Barnabørnini eru 6 í tali. Fólkaheilsu- renning í Suðuroy Leygardagin 24. september verður skipað fyri Fólka- heilsurenning í Suðuroy HEILSURENNING tíðindaskriv Tiltakið er fyri øll, bæði børn, ung og gomul. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum, bæði yngri og eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tey luttak- andi kunnu antin ganga ella renna tein- in. Mest umráðandi er at vera við. Av tí sama verður tiltakið ikki skipað sum ein vanlig kapping, har vinnarar- nir fáa heiðursmerki. Í staðin verður lutakast um ymsar vinningar millum øll tey luttak- andi. Øll tey, sum luttaka, fáa eina t-shirt við prenti á til minnis um dagin. Renningin byrjar við skúlan í Trongisvági. Túrurin, sum gongur eftir ovara vegi, er væl merktur allan vegin og ongin ferðsla er á veg- num hesa løtuna. Børnini renna ella ganga 2 kilometrar og vaksin kunnu velja 2 ella 5 kilometrar. Á styttra teininum verður vent við húsini hjá Jan Rasmussen, meðan vent verður við Sjúkrahúsið á longra teininum. Teinarnir enda báðir í skúlagarð- inum. Luttakararnir verða býttir í tveir bólkar: børn (fødd 1992 og yngri), vaksin (fødd 1991 og eldri). Fólkaheilsurenningi n byrjar klokkan 15, og byrjanarnummar fæst í skúlagarðinum í Trongisvági 2 tímar undan renningini. Børn og vaksin gjalda 20 kr. fyri at vera við og peningurin verður goldin, tá byrjanar- nummarið verður av- heintað. Undir renningini skipa Hjartafelagið, Fyribyrgingarráðið og onnur áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heils- una. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Johan Samuelsen farin frá sum lærari 13. september 1980 skip- aðu starvsfólk á Lands- sjúkrahúsinum fyri loppu- marknaði í gongugøtuni í Havn til frama fyri nýtt røktarheim. Nógv fólk var og vitjaði marknaðin, sum gav 53.000 krónur. Nakað framman undan var skipað fyri einum fótbóltsdysti millum starvsfólk á Lands- sjúkrahúsinum. Tað tiltakið gav 12.000 krónur, sum fór óskert til sama endamál. Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1980 Nr. 177 - 17. september 2005 15 Fyri 25 árum síðan: Loppumarknaður í gongugøtuni