leygardagur 17. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 177 - 17. september 2005
Ein lærari til fýra børn
Gjáar skúli er millum
teir minnu skúlarnir í
landinum. Hetta
skúlaárið eru bert
fýra næmingar í skúl-
anum
SKÚLAGONGD
Dia Johansen
Myndir: Jens Kr. Vang
Gjógv: Í Gjáar skúla eru
bert fýra næmingar og ein
lærari. Skúlin er væl út-
gjørdur við teldu og øðrum
hentleikum.
Børnini ganga í 1., 2., 4.
og 5. flokki. Í 6. flokki
gongur Fía Kristiansen.
Hon er einasti næmingurin
í flokkinum, og hevur 25
tímar um vikuna.
Vit vóru í skúlanum hós-
morgunin, og tá hevði hon
danskt. Hon las søgur úr
eini bólk, sum kallaðist fyri
"Fabler". Skúladagurin hjá
henni er vanliga frá kl. 8:00
til middags.
Týsdagar eru øll børnini í
Stranda skúla til ítrótt,
saman við børnunum úr
Funningi og Funningsfirði.
Tá eru tey eini 15-16 í tali.
Tey hava eisini annað sam-
starv enn ítrótt. Tey møtast
regluliga til handalig fak,
so sum køk, evning og
smíð.
Í frítíðini plagar Fía
Kristiansen at spæla við
systkini, m.a. við systur
sína, Jacobinu, sum gongur
í 4. flokki. Tær hoppa band
ella spæla í ánni. Men tá
ringt veður er, plaga tær at
spæla kort ella teldu.
Fía gongur í Gjáar skúla
fram til 7. flokk. Tá hon fer
í framhaldsdeildina verður
tað í Felagsskúlanum á
Oyrarbakka.
Fía Kristiansen er einasti
næmingurin í 6. flokki. Hon
kundi gott hugsað sær at
havt onkran annan á sama
aldri í flokkinum
Jan Thomsen er lærari í Gjógv. Og hann
trívist væl
7. flokkur í Norð-
skála-Oyrar skúla
tóku hósdagin upp
eplir. Tey skulu seljast
til frama fyri Dan-
markarferð
SKÚLAGONGD
Maria B Hansen
Oyrarbakki: - Vit skulu
selja eplini. Tey eru væl
vaksin, og vit senda skriv
heim til foreldrini í 1.
flokki um at keypa tey.
- Vit skulu samla pening
inn, tí vit skulu til Dan-
markar næsta ár, siga tey.
Prísurin er sera rímiligur
fyri føroysk epli - 2,5 kg av
eplum fyri 20 kr.
- Vit ætla eisini at hava
biograf, diskotek og basar
fyri at savna inn pening,
siga tey.
Tey eru 6 næmingar í
flokkinum,
men
tvær
gentur vóru ikki í epla-
veltuni, tá vit vitjaðu tey.
- Hettar er sera spenn-
andi, siga næmingarnir.
Ferguson:
United
kann vinna
Premier
League
Venjarin hjá Manch-
ester United,sir Alex
Ferguson er sann-
førdur um at hansara
felag fer at klára seg
sera væl í Champions
League.Hann er so
sannførdur,at hann
veruliga heldur at teir
reyðu devlarnir fáa
steypið
FÓTBÓLTUR
Dia Johansen
- Hví ikki? Vit eru nógv
betur fyri í ár enn síðstu
sesong, og eg haldi
veruliga at vit kunna gera
tað gott hesa ferð. Eg
haldi, at vit hava nógvar
sera góðar spælarar.
- Fyrst og fremst teir
ungu, so sum Rooney og
Ronaldo, men eisini Dar-
ren Fletcher og John
O’Shea vænti eg mær
nógv burtur úr, sigur Fer-
guson við Teamtalk.com.
- Vit hava eisini aðrar
framúr góðar spælarar, so
sum Park, sum kláraði
seg framúrskarandi í PSV
í síðstu sesong. Hann
hevur eisini gjørt meg
sera bilsnan, sjálvt so
tíðliga í kappingini. Og tá
vit hava ein Ruud Van
Nistelrooy í toppformi, so
hava vit møguleika at
spæla upp í móti hinum
stóru liðunum, endar tann
snarsinti skotin.
Samla pengar til Danmarkarferð
Her taka tey eplir upp – vinstrumegin: Hans Debes, Oyri; Ragnar Fróði Borðoy, Oyrarbakki; Jónbjørg Dahl Ennigarð, Oyri og Esther Kristiansen, Norðskála
mynd: Jens Kristian Vang