leygardagur 17. september 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 • leygardagur • 17. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
EB/Streymur sum
stórfavorittur
Skal metast eftir oddsunum, sum veddararnir hjá
Nordicbet geva, so eru størstu favorittarnir hetta viku-
skiftið at finna á Eiði og í Havn. Í Gøtu verður roknað
við, at gestirnir hava besta møguleikan, og tó at rokn-
að verður við jøvnum dysti á Skála, so eru heima-
menninir her lítlir favorittar at taka stigini. Oddsini,
sum kunnu finnast á heimasíðuni,
www.nordicbet.com, eru hesi:
Dystur
1
X
2
GÍ-NSÍ
2,70
3,40
2,05
B36-ÍF
1,25
4,60
7,50
EB/S-TB
1,20
5,30
7,90
Skála-HB
2,15
3,40
2,55
-mørk
Lassin fer til Noregs
7. oktober skal Lassin Isaksen saman við Jens Albert
Simonsen og Tummas Paula Olsen døma U-21 lands-
dystin millum Noreg og Moldova. Eisini 4. dómarin
til uppgávuna verður føroyskur, og er tað Páll
Augustinussen, sum hevur fingið tillutað hesa
uppgávuna.
-mørk
Fair Play dagur
25. september er dagurin, sum FIFA hevur ásett at
vera altjóða Fair Play dag. Í Føroyum eru eingir dystir
á skránni hendan dagin, men FSF hevur tó gjørt av, at
dagurin skal markerast í teimum dystum, sum verða
spældir tann 23. september. T.v.s. at talan er um
dystirnar, KÍ-ÍF, HB-VB, NSÍ-Skála, TB-GÍ og EB/S-
B36.
Í hesum sambandi skulu feløgini ikki bara veittra
við Fair Play flagginum hjá FIFA, men skal hetta
verða borið inn av bóltdreingjum/gentum undan dyst-
inum. Eisini skal eitt Fair Play lyfti lesast upp undan
dystinum. Og so er bara eftir at vóna, at dystirnir
eisini verða avgreiddir í besta ítróttaranda.
-mørk
U-17 liðið úttikið
Føroyska U-17 landsliðið í fótbólti skal í døgunum,
12. til 19. oktober taka lut í sonevndari EM-mini-
kapping í Portugal.
Venjarar hjá liðnum eru Pætur Clementsen og Finn
Johannessen, og teir hava tikið fylgjandi spælarar út
til uppgávuna: Rógvi Holm (AB), Rógvi Nielsen
(AB), Jóan P. Jakobsen (B36), Johan Ellingsgaard
(B36), Rúnar L. Jacobsen (B36), Rasmus Nielsen
(B36), Torkil Kollsker (HB), John Hammer (KÍ),
Álvur Christiansen (KÍ), Ari Samson (KÍ), Eli
Simonsen (KÍ), Hans Jørgensen (KÍ), Páll Klettskarð
(KÍ), Erling Jacobsen (GÍ), Heri Nesá (NSÍ), Filip
Jacobsen (NSÍ), Klæmint A. Olsen (NSÍ), Henning
Joensen (VB).
-mørk
B68-fløga á marknaðinum
Í gjøgnum longri tíð hava stuðlar hjá B68 arbeitt við
at fáa nakrar stuðulssangir hjá felagnum spældar inn
á fløgu, og 12. september - 15. ára degnum fyri
Landskronabragdinum hjá landsliðnum - kom fløgan
so á marknaðin.
Í tí sambandi mundi tað vera ógvuliga hóskandi, at
tað er fyrrverandi B68-venjarin og landsliðsskiparin,
Jóannes Jakobsen, sum hevur yrkt ein av sangunum.
Tann sangurin eitur Rómur yvir Svangaskarð, og er
tað Kim Hansen, ið eisini hevur gjørt lagið, sum
syngur sangin.
Eisini er ein nýggj útgáva av B68-sanginum frá
gullárinum 1992, men tó at útsetingin er nýggj, so er
tað enn sum áður Petur Hans Hansen, sum syngur
lagið.
Umframt tekstin til eitt lag, hevur Jóannes Jakobsen
eisini gjørt lagið til annan nýggjan sang, sum Kristina
Viberg Andreasen syngur, og at enda hava Kim
Hansen og James Olsen so eisini roynt seg við einum
fótbóltssangi í tekno-stíli.
Fløgan kostar 100 krónur, og fæst hon til keyps í
sølubúðum á toftum, og so sjálvandi eisini á Svanga-
skarði.
-mørk
Báðir partar eru samd-
ir um, at tað liðið, sum
í morgin tapir á Skála,
fer at hava vánaligar
fyritreytir í endaspurt-
inum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Mest týdningarmikli lykla-
dysturin higartil í hesum
kappingarárinum. Tað er
skoðsmálið, sum toppupp-
gerðin á Skála í morgin fær.
Ikki soleiðis at skilja, at
meistaraskapurin
verður
avgjørdur á Skála í morgin.
Fleiri umfør eru eftir at
stríðast í, og B36 er eisini
framvegis sera gott boð upp
á meistaraheitið.
Men bæði á Skála og í
HB verður ásannað, at tað
liðið, sum einki stig fer at
fáa í morgin, fer at hava
munandi verri fyritreytir at
vinna FM, enn tað higartil
hevur havt. Og báðir partar
eru samdir í, at tað liðið,
sum í morgin fer at fáa fulla
úrtøku á Skála, verður sera
væl fyri í FM kappingini.
- Vit fara eftir øllum stig-
unum.Tað gera vit hvørja
ferð, og vit rokna við, at
HB eisini fer at spæla fyri
at vinna. Tað passar okkum
væl. Vit hava havt ávísar
trupulleikar móti liðum,
sum hava lagt serliga stóran
dent á verjupartin. Tað sóu
vit móti KÍ og eisini móti
ÌF. Spælið hjá okkum flýtur
best, tá ið mótstøðuliðið
eisini er við uppá tað, stað-
festir Pauli Poulsen, sum er
hjálparvenjari hjá Johan
Nielsen.
Tilfarið
Eugen Voda verður mál-
verji í morgin. Skálamenn
halda kortini ikki, at tað
nýtist at gera fyritreytirnar
nógv verri.
- Eugen hevur nógvar
royndir. Hann var í málin-
um fyrstu umførini, áðrenn
Vlada Filipovic kom henda
vegin, og hann var stinnur.
Eugen hevur vant saman
við Vlada alla tíðina, og nú
kemur tað honum og okk-
um sera væl við, verður
sagt av Skála.
Tað kemur illa við, at
Arnhold Berg í fyrradagin
varð skorðin í knænum.
Krossbandsskaðin frá í fjør
hevur støðugt plágað, og nú
er greitt, at Arnhold Berg
ikki fer at spæla fótbólt
næsta hálva árið. Birgir
Jørgensen er so mikið
vøddaskaddur, at hann ikki
er førur fyri at spæla móti
HB, og tað er Sveinur
Justinussen, sum leingi
hevur verið plágaður av
knæskaða, heldur ikki.
Hann er nú í Danmark, har
teir skulu hyggja upp á
knæið.
Eyka møguleiki
Í HB er lagið gott, og teir
siga seg vera væl fyri við
fólki:
- Jóhannis Joensen er tó
framvegis skaddur. Hans á
Lag venur aftur, men knæ-
skaðin argar framvegis
nakað, so tað er ikki víst, at
hann verður førur fyri at
spæla í morgin. Annars eru
allir hinir spælararnir tøkir,
sigur liðformaðurin Rúni
Nolsøe. Eisini Tór-Ingar
Akselsen, sum hevur verið
skaddur.
Fara tit inn á Skála at
sparka fótbólt ella at spæla
fótbólt?
- Tað skal eingin ivi vera
um, at vit ætla okkum at
spæla fótbólt. Síðani Julian
Hansen fekk ábyrgdina av
liðnum hevur hann miðvíst
arbeitt við at betra um
spælið. Tað gongur rætta
vegin, men tað kann sjálv-
andi gerast væl betur. Síðst
vóru
Rókur
Jespersen,
Jákup á Borg og Bárður
Mortansson í álopinum.
Luftspælið er ikki størsta
styrkin hjá teimum, so vit
royna sjálvandi at spæla í
føturnar á teimum, stað-
festir Rúni Nolsøe, sum er
tann, ið hevur spælt flestar
dystir á besta HB liðnum.
Áhugin tykist framvegis
vera stórur, og hóast hann
einki vil siga um tað, so
kann tað væl hugsast, at
ikki so fáir dystir fara at
verða lagdir afturat teimum
fleiri enn trý hundrað, sum
hann longu hevur spælt við
HB.
Skála-HB:
Meistaraskapurin
stendur upp á spæl