leygardagur 17. september 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KÍ fekk luft í botn-
stríðnum, tá ið teir
uttan at spíla seg heilt
út vunnu tryggan
sigur á sera illa upp-
lagdum vágbingum
KÍ-VB
Jóannes Hansen
Tað var gott lag í Klaksvík
hóskvøldið. Eftir góða av-
rikið og málleysa javnleikin
móti toppliðnum av Skála,
mundu
fótbóltshugaðu
klaksvíkingarnir tevja blóð.
Í hvussu so er var áskoð-
arafjøldin størri, enn hon
hevur verið í nógvum av
hinum heimadystunum hig-
artil í ár.
Og
heimaáskoðararnir
fingu tað, sum teir fyrst og
fremst høvdu goldið fyri at
síggja. KÍ vann 5-1 á VB,
og harvið er sannlíkið nógv
minni fyri, at talan skal ger-
ast um leygardags fótbólt í
Klaksvík næsta ár - um ikki
3. deildarliðið fer at flyta
upp!
Kurt Mørkøre hevur ser-
ligan status í Klaksvík. Tað
hevur hann, tí hann alla
sína fótbóltstíð hevur verið
framúr sum málskjútti, og
tað hevur hann, tí hann altíð
hevur víst framúr hugburð
á vøllinum - undir venjing
og í dystum.
Fyri mánað síðani kom
hann úr Noregi at vera
bjargingarmaður. Við mál-
skjótingini hevur tað verið
so sum so, men eingin í
Klaksvík ivast í, at Mørk-
øre maðurin sum íblásari á
vøllinum hevur verið hent
amboð hjá Oddbirni Joen-
sen.
Hóskvøldið glapp við
málskjótingini.
Kurt
Mørkøre legði trý mál
afturat stóru rúgvuni, sum
hann seinastu tjúgu árini
hevur skorað fyri KÍ.
Kurt skoraði fyrstu ferð,
tá ið fimm minuttir vóru
farnir. VB misti í uppspæl-
inum, teir royndu at seta
rangstøðufelluna, men ein
verjuspælari hekk eftir, og
Kurt gjørdist púra blankur.
Aðrir
spælarar
høvdu
kanska skinklað í knøun-
um, tá ið teir komu einsa-
mallir móti so stórum og
royndum málverja sum
Bjarna Johansen, men tað
gjørdi Kurt ikki, og so var
1-0.
KÍ var leikliga omaná.
Men í 1. hálvleiki náddi
heimaliðið ikki leikliga
støðið, sum teir sunnudagin
vístu, tá ið teir leingi høvdu
Skála á pínubonkinum.
Hugburðurin tóktist ikki at
vera eins avgjørdur, og
sendingarnar vóru ikki so
neyvar og skjótar, sum tær
vóru sunnudagin, og í 1.
hálvleiki arbeiddu spælar-
arnir ikki so væl fyri hvørj-
um øðrum, sum teir gjørdu
sunnudagin.
Men tað var framvegis
eingin ivi um, at KÍ var
leikliga omaná. At teir vóru
tað komst ikki so lítið av, at
vágbingar vóru óvanliga
spakir og tamir. Tað stemm-
aði yvirhøvur ikki hjá
teimum. Yrkadag at ferðast
úr Vági og til Klaksvíkar at
spæla, tóktist hava kostað
meiri, enn teir kanska
høvdu roknað við, og VB
spælararnir vóru neyvan so
fokuseraðir á hesi uppgáv-
uni, sum tað altíð er neyð-
ugt at vera, um nakað
munagott
skal
spyrjast
burturúr. Teir vóru farnir úr
Vági, og Klaksvík var bara
millumstøð, áðrenn teir í
gjár fóru til Sandgerði í
Íslandi, har teir í vikuskift-
inum skulu spæla móti
Reynir.
VB hevði ikki stórvegis
av møguleikum. Edvard
Ble, sum var mest eyðsýndi
miðvallarin,
nú
Milan
Kuljic var leikbannaður,
sendi fríspark í stólpan
aftan fyri Meinhard Joen-
sen. Nærri var VB ikki at
fáa mál í 1. hálvleiki.
Klaksvíkingar høvdu ikki
so nógvar møguleikar und-
an steðginum, men úrtøkan
var stór. Miðskeiðis í 1.
hálvleiki fingu teir tvey
mál, og so var eingin ivi
um, at stigini fóru at vera í
Klaksvík. So var spurning-
urin bara, hvussu stórur
sigurin fór at verða.
Heðin á Lakjuni økti til
2-0 við framúr góðum máli.
Úr 20 metra fjarstøðu í
vinstru fluktaði hann upp
um Bjarna Joansen og
dygst undir samankoming-
ini. Hjalgrím Elttør økti til
3-0. Kurt Mørkøre spæla
hann leysan í tunnu VB
verjuni, Hjalgrím rak eitt
vet úr vinstru og mitt fyri
og setti framvið VB mál-
verjanum.
Betri eftir steðgin
Lagið var gott kring vøllin,
og fagnaðurin stórur yvir
øll málini. Eftir steðgin
gjørdist tað uppaftur betri,
tí tá vóru hugburðurin og
snittið hjá heimaliðnum
heilt góð, meðan VB ikki
var at kenna aftur, tá ið eitt
nú verður sammett við
avrikini, sum teir seinastu
vikurnar hava víst í Eystur-
oy, og ikki minst tá ið hugs-
að verður um á Jóansøku, tá
ið teir á heimavølli vunnu
5-1 á KÍ, sum tá var ógvu-
liga illa fyri.
KÍ segði takk fyri seinast.
Úrslitið gjørdist 5-1, og KÍ
kundi havt vunnið væl
størri sigur. Í 2. hálvleiki
høvdu teir nógvar mál-
møguleikar, men skotini
vóru ikki altíð nóg neyv,
Bjarni bjargaði fleiri ferðir,
og verjuspælararnir bloker-
aðu ofta.
Kurt Mørkøre økti til 4-0,
tá ið hann var fyrstur á
returbólti í brotsteiginum.
Miðverjin Anders Sørensen
pyntaði um, tá ið hann við
høvdinum stýrdi horna-
sparksinnleggi úr høgru í
KÍ málið, og níggju minutt-
ir undan dystarenda mundi
fagnaðurin ongan enda
tikið, tá ið Kurt Mørkøre
fyri triðju ferð sendi bóltin í
kassan. VB málverjin var
eitt sindur uttarlaga stadd-
ur. Tað sá gamli málrevurin,
og so lyfti hann bóltin
hegnisliga upp um Bjarna
og niður í málhornið.
Nr. 177 - 17. september 2005
19
Talvan sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava tørnað saman í tilsvarandi dystunum í bestu deildini seinastu tíggju árini
Hagtølini hesa ferð staðfesta, at B36 er
størsti favoritturin av øllum hetta umfarið.
Fimm ferðir hevur ÍF vitjað seinasta
tíggjuára-skeiðið, og hvørja ferð hevur
B36 staðið eftir við øllum stigunum.
Í aðrar mátar er hampuliga trupult at
finna nakran greiðan favoritt, um hugt
verður at hagtølunum. Tað stendur tó
greitt, at hóast GÍ hevur yvirlutan móti NSÍ
í Sarpisgerði, so er nú nakað síðani
seinasta GÍ-sigurin. Og so er spurningurin
eisini, hvussu nógv skal leggjast í slík
hagtøl. Skuldi bara verið gingið eftir
hesum, so skuldi talan verið um ein javnan
dyst, tá VB vitjaði í Klaksvík hóskvøldið.
Dystaryvirlit
Formula-deildin
Dystur
Dagur
Dómari
18.09
Skála-HB
Petur Reinert
18.09
EB/S-TB
Lassin Isaksen
18.09
GÍ-NSÍ
Georg Rasmussen
18.09
B36-ÍF
Páll Augustinussen
2. deild
17.09
B36-GÍ
Ransin N. Djurhuus
17.09
Royn-LÍF
Jens Petur Brattalíð
17.09
B71-Sumba
Rúni Gaardbo
17.09
FSV04-HB
Milan Cimburovic
17.09
B68-AB
Regin Egholm
3. deild
18.09
B68-Skála
Anton Skoradal
18.09
SÍ-NSÍ
Jón Sigurd Gleðisheygg
18.09
KÍ-HB
Edvard Højgaard
18.09
ÍF-EB/S
Súni F. Barbá
1. deild kvinnur
18.09
GÍ-EB/S
ÍF
18.09
B36-FSV04
Fram
18.09
AB-KÍ
Laurits í Króki
ÍF dregur svart í Havn
Kurt í gamla lagnum
KÍ-VB 5-1 (3-0)
1-0: Kurt Mørkøre 5.
2-0: Heðin á Lakjuni 22.
3-0: Hjalgrím Elttør 24.
4-0: Kurt Mørkøre 52.
4-1: Anders Nielsen 59.
5-1: Kurt Mørkøre 81.
Dómari: Dagfinn Olsen
KÍ: Meinhard Joensen -
Eyðun Klakstein, Jan
Andreasen, Ove Nysted,
Harley Bertholdsen -
Arnhold Joensen (Kristoff-
ur Jacobsen, 74.), Marek
Wierzbicki (Høgni Madsen
74.), Símun Joensen, Heðin
á Lakjuni - Hjalgrím Elttør,
Kurt Mørkøre
Gult kort: eingin
VB: Bjarni Johansen -
Mortan úr Hørg, Suni úr
Hørg, Anders Nielsen,
Jákup Olsen - Poul N.
Poulsen, Edvard Ble, Birni
Kjærbæk (Jón K. Poulsen,
56.), Jóhan Poulsen (Jacob
Skaaning 74.) - Dan
Djurhuus, Nenad Zivano-
vic
Gult kort:Bjarni Johansen,
Jákup Olsen,Dan Djurhuus
Fakta um dystin