Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 177 - 17. september 2005 Aðalfundurin hjá FSF hevur áður umrøtt málið, og hendingin á Tvøroyri undirstrikar tørvin á hesum. Ein serstøk nevnd, sum bara arbeiðir við discipliner-málum eigur at verða stovn- sett. Ongan tíð ov skjótt EFTIRMETING Jákup Mørk Í kjalarvarrinum á hend- ingini á Tvøroyri, har alt endaði við leikbanni til tríggjar persónar, umframt at TB fekk eina bót, hevur tosið um eina sonevnda discipliner-nevnd aftur tik- ið seg upp. Tá tosast skal um dómin, so er talan um ónøgd frá báðum pørtum í málinum. Bæði tí tey halda, at teirra spælarar hava fingið eina lutfalsliga harða revsing, og ikki minst tí tey halda, at revsingin ikki stendur mát, um sammett verður við aðrar hendingar, sum hava verið frammi í árinum. Líka fyri Tór og Loka Og tað er rætt, at video- upptøkurnar hava givið FSF ein møguleika, sum tó í sera lítið mát hevur verið nýttur. Soleiðis var hend- ingin á Sevmýri tann fyrsta yvirhøvur, har upptøkur hava verið nýttar at máta revsingina út eftir. Og í so máta er leikbannið hjá Bergi Midjord søguligt, tí hann er fyrsti spælarin, sum hevur fingið leikbann, utt- an at hava sæð reyða kortið frá dómaranum. Tann, sum hevur sæð upptøkurnar av Sevmýri, ivast helst heldur ikki í, at tað er fult í tráð við bæði heimildir og ætlaða praksis hjá kappingarnevndini, at B36-spælarin fekk leik- bann í tveir dagar. Linjan, sum roynt hevur verið at hildið fast um, staðfestir nevnliga, at er talan um revsiverda hending, sum ikki hendir í beinleiðis spæli, so er talan um tveir daga leikbann. Tí er tað ikki hetta, sum er trupulleikin. Hann er heldur, at tað at kalla hvørja viku hava verið tilburðir at sæð í sjónvarpssendingum, har talan hevur verið um sjónleik, sum ikki minnir serliga nógv um góðan ítróttaranda. Og har talan í ávísum førum eisini hevur verið um hendingar, sum helst høvdu borið reyð kort við sær, um dómarin hevði sæð tær. Somuleiðis er í einstøkum førum talan um beinleiðis skeivar lógar- tulkingar, sum tó ikki eru endaðar á borðinum hjá Kappingarnevndini. Essensurin - hornastein- urin - í hesum er sum so, at skulu video-upptøkur kunnu nýtast til at døma spælara, sum annars ikki er dømdur av dómaranum, so eigur hetta at verða gjørt konsekvent. Tað vil við øðrum orðum siga, at sjón- bandsupptøkur av øllum fimm dystunum í bestu deildini skulu eftirhyggjast hvørja viku. Kanska ikki soleiðis, at nevndin hyggur hvønn dystin á tamb, men antin dómari ella eygleiðari eiga at vita, nær eitt hvørt er farið fram. Eisini hend- ingar, sum hava skapt rok, uttan at dómarin hevur sæð orsøkina til hetta. Og síðani ger av í hvørjum føri sær, um talan er um hendingar, sum skulu hava avleiðingar. Ella hinvegin, um okkurt kortið er givið av misgáv- um. Arbeiðsbyrðan ov stór Bjarki Mohr er formaður í kappingarnevndini, og hann er ikki í iva, tá vit nevna møguleikan um eina nevnd, sum burtur av hevur hetta sum arbeiðsøki. - Tað haldi eg vera eitt fínt hugskot, sum í hvussu so er hevði gjørt okkara til- veru nakað nógv lættari, sigur hann flenanndi. - Málið hevur verið uppi og vent áður, og hatta er eisini nakað, sum hevur verið tosað um seinasta hálva annað árið ella so. Trupulleikin hjá okkum í Kappingarnevndini er part- víst, at vit ikki hava nakran møguleika at fylgja tingun- um nóg væl upp í so máta. Skuldu vit hugt eftir øllum slíkum hendingum á sjón- bandi, so gjørdu vit nær sagt ikki annað, og so kann nevndin í øllum førum ikki virka sum kappingarnevnd. - Tí haldi eg, at tað av- gjørt er nakað, sum vit eiga at miðja eftir í so máta. Og eftir míni fatan skuldi talan so verið um eina nevnd av persónum, sum eru valdir eftir einum ávísum leisti. Á leið á sama hátt sum dóms- nevndin, har vit hava nakrar greiðar reglur fyri, hvørjar fakligar førleikar vit vilja hava í nevndini. Og har nevndarlimirnir á tann hátt eru leysir av aðalfundinum. Við hesum seinasta verð- ur helst eisini sipað til tann veruleika, at limir í kapp- ingarnevndini ofta hava tilknýti til ávís feløg, og kanska eisini hugsa ov nógv í øðrum banum enn bara teimum juridisku. Eru persónar, sum hava aðrar førleikar enn akkurát teir, sum snúgva seg um fótbólt, so kann teirra støða í ávís- um førum vera munandi meira uttanveltað og tí meira vatntøtt, at kalla. Og hartil vildi limirnir ikki verið undir »trýsti«, skilt soleiðis, at teir ikki skulu hugsa um, at teir skulu veljast á næsta aðalfundi. Hetta seinasta skal tó ikki misskiljast, tí tað er neyvan so, at limirnir í nevndini sum er renna fótbóltspolit- isk ørindi, men bara tað at illgrunin onkra tíð kann kveikjast, er í sjálvum sær eisini eitt argument fyri at broyta skipanina. Krevur orku og pening Skal ein slík skipan gerast veruleiki, so er tó greitt, at hetta krevur fer at krevja bæði orku og pening. Hetta tykist Bjarki Mohr eisini at vera greiður um, hann tykist vera sannførdur um, at ein slík nevnd átti at verið partur av umsitingar- liga partinum av FSF. - Tað hongur sum so sam- an við tí, sum eg longu havi sagt. Skal konsekvensurin verða hildin í eitt nú video- upptøkum, so krevur tað, at allir dystir verða eftirhugd- ir. Og ikki bara teir, har okkurt heilt óvanligt fer fram. Tað krevur so aftur, at ein nevnd verður sett og lønt av fótbóltssam- bandinum. Og tað krevur eisini, at nevndin hevur nakrar púrasta greiðar um- sitingarligar mannagongdir at ganga eftir. Og fyri at loysa hesa frá nevndarar- beiðinum annars, vildi tað eisini verið rætt, um hend- an nevndin var partur av dagligu umstingini hjá FSF, staðfestir formaðurin í kappingarnevndini at enda. Serstøk nevnd til video-dómar Formaðurin í kappingarnevndini er ikki í iva um, at tað rættasta er, at ein sonevnd discipliner-kommitee fæst at virka. Men hann leggur dent á, at skal hetta eydnast, skulu bæði orka og peningur setast av til hetta Bæði hjá GÍ og NSÍ verður ásannað, at persónligu mistøkini hava kostað nógv mál og harvið nógv stig undanfarnu vikurnar UPPTAKT Jóannes Hansen Tað verður grannauppgerð í Gøtu í morgin. NSÍ fer at vitja grannarnar hinumegin Gøtueið, og tað plagar at vera bæði tætt og spenn- andi, tá ið GÍ og NSÍ stríð- ast. Í morgin eru tað tvey lið, sum tað ikki hevur hilnast serliga væl hjá seinastu ferðirnar, sum fara at hittast. Felags fyri báðar partar er tað, at persónlig mistøk í verjupartinum hava kostað nógv mál. Trygvi Mortensen, venj- arin hjá NSÍ, hevur tvær tær seinastu ferðirnar verið eygnavitni til, at hansara hava latið níggju mál fara ígjøgnum. Hansara hava skorað seks mál, men úr- tøkan hevur bara verið eitt stig. - Hjálparvenjarin, Bogi Lervig, og eg hava í vikuni sitið og analyserað, hví tað gekk, sum tað gjørdi, tá ið vit á heimavølli taptu 5-2 móti EB/Streymi. Eg má bara staðfesta, at fyrra umfarið var eitt tað besta, sum vit hava spælt higartil í ár. Eftir steðgin broyttust fyritreytirnar, og teir fingu tvey kontramál, tá ið vit høvdu flutt fólkið longri fram. Tað er einki at liggja omaná, at stóri trupulleikin hjá okkum hesar seinastu ferðirnar hevur verið, at vit hava gjørt ov nógv persón- lig mistøk. Um tað eydnast at lúka tey burtur, so kunnu vit fáa væl burturúr. Hvussu verður vant, tá ið mistøk av sovornum slagi skulu fáast av vegnum? - Vit hava tosað nógv saman, og vit hava vant bæði at verja og at leypa á. Í morgin fara spælararnir at fáa nýggjan møguleika at vísa, at teir eru betri, enn úrslitini seinastu ferðirnar hava borið boð um. Ætlar tú at gera fleiri broytingar á liðnum? - Allir spælararnir eru tøkir. Eingin er leikbann- aður, og eingin er skaddur. Men eg ætli ikki at taka liðið út, fyrrenn unglinga- liðið hevur spælt hálvfinalu móti KÍ. Tað eru fleiri ung- lingar, sum eru møgulig evni til besta liðið. Teir skulu til próvtøku í kvøld, segði Trygvi Mortensen fyrrapartin í gjár. Í Gøtu eru teir mann- ingarliga ikki so væl fyri, sum teir í NSÍ eru ta. Hans Jørgen Djurhuus var leik- bannaður móti B36, og hann er eisini leikbannaður í morgin. Áslakur R. Peter- sen er eisini leikbannaður, og Poul Arni Jacobsen er so mikið illa skaddur í knæ- num, at tað verður mett lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla aftur í ár. - Hjá okkum ræður um at skava so mikið av stigum saman, at vandin fyri at flyta niður fæst av vegnum. Vit halda okkum hava møguleikar móti NSÍ, men tað verður tætt og tað kann gott vera, at tað eisini verð- ur málríkt. Men vit skulu binda betri fyri í verjuni, enn vit hava megnað sein- astu ferðirnar, tá ið persón- lig mistøk hava kostað mál og stig. Vit skulu stríðast og bæði spæla og arbeiða okk- um burtur úr støðuni. Stiga- talvan boðar frá, at vandin er ikki av, staðfestir Pauli Jarnskor, sum er hjálpar- venjari hjá Krzystof Pop- czynski og GÍ. GÍ-NSÍ: Tey skulu arbeiða seg úr dalinum