Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 • Vikuskiftið 17.–18. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tinghellan s 30-31. World Summit – stjórnarleiðarafundurin í ST SKEMT Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leygar- og sunnudagin hevur Pipar & Salt seinastu sýning- arnar í Norðurlandahúsinum. Tað ið byrjaði, sum tvær sýningar á Listastevnini vildi ongan enda taka, ikki færri enn 20 eyka- sýningar í Havn verður tað til. Um sýningarnar í vikuskift- inum verða útseldar, hava 8360 fólk sæð showið í Norðurlanda- húsinum, hetta er klárt met. Harumframt hevur Pipar & Salt havt tvær sýningar í Trongisvági. Nú ætla Sjúrður, Jákup, Kim og James sær ein túr til Klaksvíkar, men so er eisini liðugt á hesum sinni. Góðar treytir Sjúrður Skaale, ið er saltið í piparinum, ella piparið í saltin- um sigur, at hann heldur, tað vera ótrúligt so góð undurtøkan hevur verið. Hann roknar at ein av orsøkunum ivaleyst er tann, at eingin ólavsøkukaberett var í ár, so tørvurin eftir onkrum at flenna at var stórur. Harumframt hevur Norður- landahúsið hesuferð givið teimum sera góðar treytir. Seinast var einans møguligt at hava fimm sýningar, tí okkurt annað tiltak skuldi inn. Men hesuferð hevur húsið latið hølini til ikki færri enn 22 sýningar, hetta fegnast teir um. At flenna at sær sjálvum Sjúrður heldur orsøkina til tí góðu móttøkuna, sum Pipar & Salt fær millum manna, vera, at fólk hava tørv á at flenna at sær sjálvum. Typirnar í Pipar & Salt eru nokkso vanligar, og fólk kenna seg sjálvan og onnur aftur í teimum, og hetta ger tað stuttligt. Eingin er fornermaður Fleiri av teimum kendu fólkun- um, ið Pipar & Salt gera gjøldur við, hava verið og hugt at show- inum, eitt nú Heðin Mortensen og Tórbjørn Jakobsenæ Men Sjúrður heldur ikki, at teir hava verið fornermaðir av tí, sum teir hava sæð. Hann sigur seg ongan- tíð hava møtt nøkrum, sum hevur verið fornermaður av skemtin- um. hetta er jú ikki illa meint á nakran hátt, sigur Sjúrður. Í Trongisvági var móttøkan t.d. serstakliga góð, eisini móttøkan av skemtinum um Suðuroyingar, sum hevur ein stóran leiklut í showinum. Trimma show Tá Sjúrður og Jákup saman við tónleikarunum Kim og James fara á pallin í vikuskiftinum er showið nakað broytt frá fyrstu ferð tað varð framført. Onkur aktuell ting eru komin upp í, okkurt er tikið burtur, og sum heild er alt trimmað og stramm- að eitt sindur. Men Sjúrður heldur ikki, at broytingarnar hava verið nógvar í ár, ikki so nógvar sum teir av fyrstan tíð høvdu ætlað. Enn eru nøkur atgongumerki eftir til sýningarnar í vikuskift- inum. Pipar & Salt setur áskoðaramet Tá Pipar & Salt fer av pallinum sunnudagin aftan á seinastu sýningina á hesum sinni, hava væntandi 8.360 fólk sæð showið, og hetta er klárt met í Norðurlandahúsinum