leygardagur 17. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2005
23
VIÐGERÐ
Snorri Brend
Tá talan er um tey tunglyntu, so
er uppgávan í viðgerðini at fáa
tey at skilja, at nógv í heiminum
er negativt. Men so hagani og til
at kolladøma allan heimin sum
negativan er eitt ov langt lop.
Tey fáa at vita, at tey tulka
heimin út frá teirri støðuni sum
valdar í teirra innara lívi, men at
heimurin altso ikki sær soleiðis
út í veruleikanum.
Lagdur verður dentur á, at læra
tey at síggja, hvussu tey sjálvi
hava avskeplað veruleikum. Tað
er júst henda negativa avskepl-
ingin sum ger, at tey verða hildin
føst í tunglyndinum.
Við teirri kognitivu viðgerðini
og røttum heilivági kemur ein
fram til tey bestu úrslitini og ein
sleppur undan at sjúklingurin
versnar aftur.
Viðgerðin her er rættiliga ein-
føld: Ein sitrón verður løgd á
borðið og sjúklingurin fær brillur
við bláum gløsum á. Spurt verð-
ur síðani, hvønn lit sitrónin nú
hevur. Onkur svarar blá og onkur
annar grøn.
Men næsti spurningur er so:
Júmen, hvønn lit hevur sitrónin í
veruleikanum? Og svarið kemur
beinanvegin: – Hon er jú gul!
Hetta einfalda dømi verður
brúkt í viðgerðini fyri at fáa
sjúklingin at skilja, at tær sálar-
ligu brillurnar avgera, hvussu ein
sær tann veruliga litin ella
hvussu ein sær heimin.
Út frá hesum koma so prin-
sippini í teirri kognitivu viðgerð-
ini inn, tí nú skal sjúklingurin
læra seg at hugsa positivt og ikki
minst í samsvar við veruleikan.
Sjúklingurin skal snøgt sagt
læra seg at síggja sambandið
millum hugsanir og kenslur og
likamligu reaksjónirnar í mun til
atferðina. Broytir ein eina av
hesum viðurskiftum, so fær tað
eisini ávirkan á alt hini.
Til trupulleikan
Mong av teimum tunglyntu
hugsa bara negativt um seg sjálv-
an, tí tey einki halda seg duga
ella kunna. Tað ringasta er
kanska tað, at tey halda at eingin
annar dámar tey.
Tey eru tí støðugt syrgin,
óglað, einsamøll og uttanfyri.
Tey kenna seg eisini altíð troytt,
orka ikki at fara undir nakað og
hava støðuga hjartabankan.
Tey ynskja tí ikki at koma í
hóslag við nøkur av teimum við-
urskiftunum, sum kunnu útseta
tey fyri hesum stressinum.
Í viðgerðini verða tey hinvegin
sett andlit til andlit við hesa
tulkingina av umheiminum, fyri
at fáa tey at síggja, at hetta er
ikki ein røtt uppfatan: Tað eru
hóast alt mong sum eru góð við
viðkomandi.
Tað vísir seg eisini, at sjúk-
lingarnir sjálvir fáa eyguni upp
fyri tí, at tey einaferð í tíðini
vóru dugnalig í einumhvørjum
verki ella arbeiði. Tey fáa somu-
leiðis latin eyguni upp fyri, at tey
hava havt fullkomuliga skeiva
hugsan um hesi viðurskiftini, tí
at tey allatíðina hava sagt sær
sjálvum tað øvugta.
Tað er tann tunglynta kenslan
sum stýrir hugsanini, og at tað
ikki eru teir sonnu tankarnir sum
stýra kenslunum.
Sjúklingurin fær nú eyguni
upp fyri, at tað kennist hugaligt
at hava hesar hugsanirnar og at
tankarnir verða vendir meiri móti
tí positiva og glaða.
Hetta ávirkar so aftur tær
likamligu reaksjónirnar, tí sjúk-
lingurin nú byrjar at kenna ein
innvortis hita, hann fær meiri
orku og fær huga at gera eitt-
hvørt.
Hóast sjúklingurin er komin so
langt í viðgerðini, so er neyðugt
at hann framvegis venur seg við
støðurnar, tí tað krevur tíð at
viðlíkahalda hesa broytingina.
- Ja, vit siga at tað tekur 1 til 2
mánaðir at broyta ein vana, um
ein hevur havt ein óvana í langa
tíð. Men fyri sjúklingin kennist
tað sera positivt, tí teir kenna
ofta eina broyting í stundini.
óttan
Er ein sitrón gul ella blá?
Tey tunglyntu síggja heimin ómetaliga negativt. Her kann tann
kognitiva viðgerðin geva teimum innlit í, at tey sjálvi hava avskeplað
veruleikan
onkran sum er farin á sjónum,
ella viðkomandi sjálvur hevur
verið umborð á báti í illveðri.
Hesin veruleikin verður so
lagdur í ta kensluligu goymsl-
una, og ávirkar atferðina hjá
viðkomandi hvørja ferð talan
er um sigling millum oyggjar-
nar.
Spurningurin til sjúklingin
verður so aftur, um henda
eina upplivingin skal hava
ávirkan á allar hinar túrarnar,
tú annars skuldi hava í góð-
veðri.
Her kann sjúklingurin seta
upp eina lista við øllum hugs-
andi møguleikum fyri tí
kensluliga óttanum fyri
siglingini, og ein annan lista
við teim sannroyndu møgu-
leikunum.
Við einum slíkum amboð
kann sjúklingurin so læra, at
velja hvat hann heldur vera
mest veruleikakent og síðani
venja seg við hetta í veruleik-
anum.
una, og at alt skal gerast sera
pínligt í hesum føðingardegnum
orsakað av teimum.
Men her kemur so eitt av am-
boðunum í viðgerðini inn, og
biður viðkomandi um at seta sær
sjálvum henda logiska spurning-
in: - Er tað bara tú sum hevur
ábyrgdina av, at samtalan steðgar
upp?!
Hjá hesum sjúklingum er
hugsanin ikki altíð logisk, men
er stýrd av tí sum viðkomandi til
eina og hvørja tíð følir. Sjúkling-
urin fær her eitt amboð, so hann
kann læra seg at undirtrykkja
hesar negativu kenslurnar til eina
meiri konstruktiva loysn í hesi
støðuni.
- Vit læra sjúklingin at hann
kann royna at tiga eina løtu,
soleiðis at hin kanska fer at seta
fram onkran spurningin, so at
samrøðan kann halda fram.
- Vit geva tí ikki sjúklinginum
góð ráð, men spyrja okkum
heldur fram við undrandi
spurningum. Soleiðis fá vit
sjúklingin at konkludera við
konfronterandi, men kortini
skynsomum spurningum og
sosialum hegni, soleiðis at
viðkomandi kann læra seg at
megna óttan.
150 %
Grundarlagið fyri kognitivu
viðgerðina er ein
innlæringsteori, sum hevur víst
seg at hava góð úrslit - úrslit
sum ein eisini hevur kunnað
skjalprógvað,
Tann sjúki kemur til viðgerð,
men fær eisini ein hóp av heima-
arbeiði at gera, og sum vera man
eisini nógvar venjingar í tí, sum
hann kann møta í gerandisdeg-
num. Tað er nærum soleiðis, at
sjúklingurin sjálvur gerst sín
egni terapeutur.
Her verður viðkomandi serliga
settur út fyri, at hann skal rea-
gera sum ein vaksin eigur, og
ikki sum eitt barn.
- Og tað vísir seg eisini, at
hann varnast at hansara máti at
tulka heimin uppá er ein óreflek-
terað hugsan sum einans er bygd
á kenslur. Hann kann hugsa: "Er
ikki alt hjá mær fullkomið, so eri
eg einki verdur".
Við hesari áskoðanini roynir
viðkomandi so at gera alt gott -
ikki bara 100%, men 150 % fyri
at fáa onnur at dáma seg. Hann
hugsar: "Eydnast hetta mær ikki,
so fara onnur fólk ikki at dáma
meg". Men hetta er jú ógjørligt
at liva upp til.
- Tí royna vit at avdúka hetta
órímiliga kravið og fáa sjúk-
lingin at fata, at eingin er full-
komin, sigur Sebastian Swane.
Í hesum sambandi skipaði
Sinnisbati fyri skeiði og
fyrilestri í farnu viku, har
henda viðgerðin varð tikin
fram sum eitt dømi um eina
viðgerð, sum kann
skjalprógva góð úrslit.
ið Strandferðsluni
– Vit geva ikki sjúklinginum góð ráð, men spyrja okkum heldur fram við undrandi spurningum. Soleiðis fá vit
sjúklingin at konkludera við konfronterandi, men kortini skynsomum spurningum og sosialum hegni, soleiðis at
viðkomandi kann læra seg at megna óttan, sigur Sebastian Swane, sum her undirvísir fakfólki um ta kognitivu
viðgerðina
Mynd: Jens Kr. Vang