leygardagur 17. september 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 177 - 17. september 2005
FERÐAFRÁSØGN
Malena, Jens og Josva Meitilberg
Fleiri okkara ganga við dreymi
um at gera okkurt heilt annað,
enn hvat ein dagliga tekist við. Í
okkara føri hava vit eisini havt
tankar, dreymar, og kall í nógv
ár, og kunna ídag siga, at tað er
ongantíð ov seint, at føra slíkar
tankar út í livi, »betri seint enn
ongantíð«. Ja, hóast vit eru farin
um tey hálvthundrað, so hava vit
ført okkara tankar til gerð. Vit
fóru úr okkara størvum, fóru frá
tí trygga heimliga umhvørvinum
til tann meira óvissa, dagliga
dagin í Afrika.
Vit eru Malena og Jens Meitil-
berg úr Tórshavn, vit eiga fýra
børn, av teimum er Josva yngst-
ur, hann er 14 ára gamal, og kom
hann við okkum til Afrika. Tað
er møguliga lættari at fara á okk-
ara aldri, táið ein ikki hevur
smábørn, men vit hava sæð og
upplivað, at tað er als eingin
forðing at fara langt burtur sum
t. d. til Afrika, við smábørnum,
tað ber eisini til! Við á ferðini
hesaferð var Elly mamma Jens,
sum vitjaði okkum í tríggjar
mánaðir.
Úr Tórshavn til Nakuru
Vit fóru úr Danmark. 8. januar í
ár til Nakuru sum er 4. størsti
býur í Kenya við umleið 1 milli-
ón íbúgvum. Vit høvdu verið í
býnum seks mánaðir áðrenn hesa
ferðina, tað var í 03/04, vit ar-
beiddu tá hjá einum donskum
trúboðarahjúnum. Tað er sama
arbeiði, vit eru farin aftur til nú.
Ferðin gekk frá Billund-
Amsterdam-Nairobi, nógv
óvæntað kann henda á einari
slíkari ferð. Fyrst vóru vit seink-
aði 2 tímar úr Billund, tí vit bíð-
aðu til illveðrið í Amsterdam
skuldi hasa av, so lendast kundi
har. Tað var tí við eitt sindur av
nervum vit fóru úr Billund.
Komin inn á flogvøllin í Amster-
dam, runnu vit alt vit kundu, ja
teinurin á einum flogvølli er
SERA langur. Elly, mamma Jens,
royndi sítt besta at fylgja við í
hesari rennikapping við tíðina.
Men hvat? Fyri stríðið var endin
bert, at vit akkurát sóu flogfarið
fara avstað beint fyri nøsina á
okkum - har var so einki annað
at gera enn at sita/liggja/lesa/
ganga/sova og gána í 12 tímar til
næsta flogfarið fór til Nairobi…
Gott var, at vit fingu útflýggjað
ókeypis 3. min. telefonkort, so
vit kundu ringja til Kenya og
siga frá. Vit komu tó fram móð
og troytt í øllum góðum til
Nairobi, har vinfólk okkara tóku
ímóti okkum.
Mentanarhvøkkur
At koma til Afrika má næstan
upplivast. Torført er at greiða frá
tí í orðum. Her kan ein uppliva
tað nýggjastu mobiltelefonina,
nýggjastu tøknina, men eisini í
heilt nógvum førum er tað, sum
at fara 50 ár aftur í tíðina, ja
»kontrastirnar« eru øgiligir. Tað
fyrsta, ið møtir einum er lív,
larmur, rópan, floytan, tað er
sum ein kókandi grýta. At koyra
ígjøgnum miðbýin í Nairobi
krevur sín mann. Har venda
bilarnir allir vegir, øll vilja bara
koma fram skjótast møguligt.
Tað er tórført at fáa eyga á
koyrireglarnar, ja ofta eru tað
bert sentimetrar ímillum bilarnar.
Komin heilskapt úr Nairobi,
má ein tryggja sær at vera í
bilbeltinum, tí annars situr ein
aðruhvørja løtu uppi undir takin-
um, tí vegurin til Nakuru (tekur
2 tímar) er útav lagi ringur, hóast
hettar er høvuðsvegurin heilt upp
til Uganda. Ja í Kenya eru vegir-
nir ikki nakað at reypa sær av,
men teir lova bøtan á hesum
økinum.
Nairobi er at líkna við ein stór-
bý í Europa, men ikki hava vit
koyrt leingi, fyrrenn vit koma til
fátækraøkini, sum liggja uttan
fyri býin, har fólk búgva í hol-
um, undir plastikki, í moldhús-
um, meðan onnur liva í og
rundan um stórar ruskdungar.
Bilarnir eru ógvuliga gamlir,
serliga eru tað lastbilarnir, teir
eru frá 50/60-unum, ja tað er
ófatuligt, at teir kunnu haldast
koyrandi, ein grund er møguliga,
at teir ikki rusta, tí her er heitt,
luftin er tunn, og vit ligga á um-
leið 1.900 meturs hædd her í
Nakuru, og langt frá havi og
saltvatni.
Áhugavert t er at síggja hesir
gomlu bilarnar aftur, sum sóust í
Havnagøtum í 60-unum, fyri ikki
at tala um bussarnar, teir eru so
yvirfyltir mangan, ja har hanga
dunkar, plastiíløt, teppir,
madrassir, sekkir sum alt er
bundið uttaná, tí pláss er ikki
inni í bussunum, ja eisini livandi
hønir hanga uttanfyri sum
viðføri.
Vit koyra bert ímillum býir og
bygdir um dagin, tí vandin er
sera stórur at koyra í myrkri. Her
eru eingi gøtuljós, so tað er
bølaniða. Dagliga hoyra og lesa
vit um rán og álop, bæði á fólk
og bilar sum verða álopnir og
stolnir.
Handilsfólkini
Í Kenya eru nógvir indarar, sum
eru handilsmenn. Her í Nakuru
eiga teir eisini fleiri av handlun-
um. Kenya fekk sítt sjálvsstýri
frá Englandi í 1960-inum, men
hóast 40 ár eru gingin, so er ikki
lætt hjá teimum at fóta sær og
stýra sjálvir. Teimum vanta ofta
sjálvsálit og árræðið, tíverri
halda nógv enn, at tey hvítu duga
betri, og eri betri. Hettar er
sjálvandi ikki rætt, afrikanarir
duga sera væl til nógv ymiskt,
men teimum tørva ofta stýring
og vegleiðing.
Munurin ímillum rík og fátøk
er eisini stórur. Eingin hevur álit
á hvørjum øðrum, tí byrgja fólk
seg inni við jarn fyri vindeyguni,
høgar grótgarðar við brotnum
fløskum á, hava vaktarhundar,
vaktarfólk _ eingin hevur alit á
nøkrum, øll halda at hini stjala,
ja sleppur ein einum hundi útum
garðin, so kann roknast við, at
sjálvt hann verður stolin!!
(greiddi ein vaktarmaður okkum
frá).
Fátækradømi
Fyri okkum sum koma úr Før-
oyum, kann tað tykjast, heilt
ótrúligt og óveruligt, at menn-
iskju ídag liva undir slíkum
fátækradømi, sum vit hava sæð
her í Kenya. Nógv hava ikki fyri
mat í munnin.
Arbeiðsloysi er sera, høgt, her
er eingin sosialveiting, einki
arbeiði _ so er eingin inntøka og
eingin hjálp. Ongar pengar til
mat, klæðir, húsaleigu, lækna,
skúlauniformar, skúlabøkur, og
annað. Fyri stuttum hoyrdu vit
um eina mammu, sum var deyð
frá tveimum smágentum – hon
hevði onga familju. Eingin kom
tí eftir líkinum, sum tí lá tveir
mánaðir á sjúkrahúsinum, (ein
skal gjalda fyri at fáa tað út-
flýggjað og jarðað). Genturnar
búðu tí á sjúkrahúsinum, men
eftir tveimum mánaðum komu
myndugleikarnir uppí, og
mamman bleiv jarðað. Síðani
bleiv ringt runt til ymisk barna-
heim fyri at vita, um ikki onkur
kundi taka hesar neyðars gentur,
sum vóru 2 og 11 ára gamlar.
Flestu barnaheimini eru yvir-
fylt, so hesar genturnar fingu
ikki møguleika at koma á sama
heim.
Ein onnur syrgilig støða: Tey
seinastu børnini, ið eru komin
inn at búgva hjá okkum, eru eitt
systkinapar, drongurin sjey ár og
gentan 10 ár. Hesi bæði hava búð
púrasta einsamøll í umleið 2
mánaðir. Tey gingu á einum
øðrum skúla, men har varnaðust
lærararnir, at okkurt var galið, tí
børnini komu móð, skitin og
svang í skúla. Síðani var funnið
útav, at mamman, sum er einlig,
var burturblivin, eingin veit enn,
hvar hon er, tí búðu børnini
einsamøll í húsinum. Hetta eru
dømir um, hvussu syrgiligar og
ræðuligar umstøðurnar eru hjá
nógvum familjum her.
Ímillum foreldraleys og
gøtubørn í Kenya
Ferðafrásøgn frá Malenu, Jens og Josva
Meitilberg úr Nakuru í Kenya
Ùr fátækraøkinum
Skúlabørnini bíða eftir mati