Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2005 25 Tolsemi At brynja seg við toli er neyðugt, um ein skal yvirliva í Afrika, tí her tekur ALT langa tíð. »Verður tað ikki ídag, so verður tað ímor- gin« – ja orðatakið passar væl her. Alt skal gjaldast kontant, her er einki sum eitur at flyta pening yvir banka, (ikki enn). Nei, ein skal sjálvur møta upp á hvørjum kontóri og standa í langum bíði- røðum. Á vatnkontórinum, streymkontórinum, telefonkon- tórinum, internetkontórinum, vaktarkontórinum, ruskkon- tórinum, í bankanum kann húsaleigan tó nú gjaldast, (havi staðið í kø í 1.5 tíma har) so tit kunnu ímynda tykkum, hvussu leingi tað tekur at gera ørindir her. Fyri at geva eina lítla hóming afturat kann eg greiða tykkum frá einari stuttligari hending. Eg fór ein dagin inn í ein handil at keypa ein pakka av grasfræ. Fyrst skuldi eg finna útav, hvat slag eg skuldi hava, síðani skuldi maðurin skriva tað niður á ein seðil við nummari, slag og nøgd á. Við hesum seðli skuldi eg yvir til eina lúku, har viðkomandi tastaði inn á eina teldu, (framkomið) har ein útskrift síðani kom út. Við hesi útskrift skuldi eg yvir til eina damu í einum øðrum búri við einari lítlari, lítlari lúku á, har skuldi eg gjalda fyri vøruna. Fekk kvittanina við stempli og frímerki á, at grasfræi var goldið. Síðani skuldi eg aftur yvir til mannin, sum stóð og ansaði eftir grasfrænum, til eg kom aftur. Hesin skuldi síðani eftirkanna, um alt var rætt sum stóð á kvitteringini, og at eg hevði goldið, áðrenn eg fekk grasfræini útflýggjað. Ja, ein kann ikki annað enn síggja tað stuttliga í slíkari hending…. Skúlagongdin Teir afrikansku skúlarnir hava risastórar skúlaflokkar, heilt upp í 50-70 næmingar í hvørjum flokki. Vit avgjørdu heldur at senda Josva í ein minni indiskan privatskúla. Skúlastjórin og lærararnir eru afrikanarir, bert 15 næmingar í hansara 8. flokki, hann er tann einasti hvíti næm- ingurin á skúlanum íløtuni. Hvønn fríggja- og mánamorgun standa næmingarnir úti í garðin- um, har flaggið verður vundið á stong, onkur næmingur spælir blokkfloytu, síðani talar skúla- stjórin, áðrenn tey enda við bøn/sangi. (hátíðarligar løtur). Skúladagurin er langur, flestu dagarnir til kl 17. Skúlaári er deilt upp í tríggjar mánaðir í skúla og síðani ein mánaður. Her eru ikki nógvir halgi- og frí- dagar. Kl.19.15 er longu myrkt, og her er einki sum eitur skýming, nei, 1-2-3 so er myrkt, so tíðin er stutt frá tí at skúlin er liðugur og til myrkt er, táið ein helst má halda seg innandura. Í nógvum av skúlunum er vanligt, at børnini verða sligin av lærarunum sum straff. Josva’sa skúli hevur eisini sínar revsu- háttir. Har skulu tey antin knela niður og liggja á gólvinum, ella skulu tey út til flaggstongina mitt í skúlagarðinum at standa eina ásetta tíð!!! Øll eru í skúlauniformi, og er hann ikki heilt ílagi, so verður ein skrivaður upp í svørtu bók sum eisini gevur revsing!!! Ja, her royna tey at »disiplinera« næmingarnar, men fyri okkum virkar tað sum um tey verða trýst niður, tey fáa ikki sjálvsálit, menning, árræði ella dirvi, halda vit. Vit hava tó nakað at læra av hvørjum øðrum!!! Áhugavert at uppliva!!! Josva er nú í august byrjaður á einum amerikanskum kostskúla, (2 tímar frá Nakuru) vit halda, at hesin skúlin er betri fyri hann. Har eru næmingar úr nógvum ymiskum londum, t. d. danir, týskarar, eingilskmenn, hállend- arar, koreanarar, amerikanarar umframt afrikanarar. Arbeiði í Nakuru Í Nakuru eru nógvar syrgiligar mannalagnur. Serliga eru tað børnini og tey ungu sum líða mest. Her eru nógv foreldraleys børn _ børn sum ongan góðan eiga, tey liva á gøtuni av tí tey finna har. Hettar eru smábørn, ja heilt niður í fýra ára aldur. Neyðin og fátækradømi er ein orsøk, men ein onnur stór orsøk er, at nógv foreldur doyggja heilt ung frá børnum. Ein stór deyðs- orsøk er AIDS, sum nógv doyggja av. Børnini enda tí úti á gøtuni, tí eingin er at taka sær av teimum, familjan hevur ikki ráð at metta fleiri munnar. Børnini frá smáum plássum søkja inn í býirnar, har tey halda seg kunna yvirliva lættari, men tíverri koma tey ofta út í enn størri trupul- leikar.. Tað eru hesi børn og ung, sum vit arbeiða fyri at hjálpa. Fleiri føroyingar kenna til arbeiðið, sum donsku trúboðarahjúnini Susanne og Leif Madsen gera í Nakuru, tað eru eisini fleiri føroyingar sum eru kend við teirra arbeiði og stuðla hesum børnum. Tey hava vitjað í Føroyum fleiri ferðir. Tað eru hesum hjúnum, sum vit arbeiða hjá og saman við. Hvussu verður hjálpin veitt? Hesi hjún høvdu og hava fram- vegis ein brennandi kærleika til tey neyðstøddu ungu, sum ongan góðan eiga. Tey hava nú í yvir 10 ár hjálpt og arbeitt fyri tey. Byrj- að var í tí smáa, saman við ein- um prestahjúnum í fátækraøkin- um í Nakuru, har tey deildu mat út. Skjótt sóu tey, at teimum flestu tørvaðu meir enn mat, og øll hesi árini er tørvurin bara øktur. Endamálið er at hjálpa børnum burtur frá gøtuni, geva teimum mat, klæðir, song, skúlagongd, kærleika, tryggleika og um- sorgan. Alt arbeiðið er gjørt á kristnum grundarlag, og er tað eisini kærleiki Kristusar, sum er drívmegin. Vit greiða børnum frá, at Jesus hevur ikki gloymt tey, hóast teirra sváru støðu. Tey fáa trúgv og vón uppá, at tað tó er EIN, sum elskar tey og hevur umsorgan fyri teimum, og tað er sterkt at síggja, hvussu hendan vónin og kærleikin, sum tey nú eisini møta í verki, kann broyta eitt niðurbrotið barna/ungdóms- hjarta. • Í dag er ein barnaskúli, har 540 børn (flestu frá fátækra- økinum) fáa undirvísing og mat tvær ferðir um dagin. Hjá nógvum av teimum er hettar einastu máltíðir tey fáa. • Yvir 100 onnur børn verða stuðlað fíggjarliga, men ganga í øðrum skúlum. • 12 børn eru í ár byrjað á fram- heildsdeildum á ymiskum kostskúlum, hettar er fyrsta árið, at møguleiki hevur verið fíggjarliga at hjálpt børnum víðari í skúla. • Fimm dreingir eru í løtuni í handverkaralæru. • Ein ung mamma er í hár- fríðkannarlæru • Ein gongur á listarskúla. • 34 dreingir búgva inni á dreingjaheiminum • 33 gentur búgva inni á gentu- heiminum • Ein gongur á bíbilskúla í løtuni í Nairobi • Ein genta lærir til skræddara. • Frálæra er í seyming fyri 24 ungar kvinnur, sum allar eru frá fátækraøkinum. Tær fara til roynd í býnum og fáa prógv, sum gevur teimum betri møguleika at fáa arbeiði. Alt arbeiðið verður bert fíggjað av privatum stuðlum, samkomum og onkrum stovni, men í allar- flestu førum frá privatum per- sónum í DK, FO, UK, ÍS, og USA, stuðlum, sum antin geva gávur einaferð ella fast hvønn mánað. Eisini er møguleikin at stuðla einum ávísum barnið, sum ein síðani fær myndir av og kann fylgja við í. Susanne og Leif Madsen eru send út frá Betania Blåhøj í Brande, og vit bæði frá Filadelfia í Tórshavn. Nýggjan bygning Fyri bert tveimum árum síðani byrjaðu Susanne og Leif at taka gentur inn, tí tey sóu, hvussu stórur tørvurin eisini er ímillum genturnar. Í Nakuru er bert eitt annað heim fyri gentur, meðan tað eru fleiri fyri dreingir. Skjótt var staðfest, at tørvurin var sera stórur. Tey byrjaðu í einari lítlari íbúð við 9 gentum og longu nú, tvey ár seinni, eru tær 30, og fleiri standa á bíðilista, og oftani koma gentur, grátandi og biðja um hjálp, ynskja at sleppa inn, tí tær einki heim hava. Tað er ógvuliga tungt og syrgiligt at avvísa hesum gentum vegna plásstrot. Tí eru tey í trúgv á Harran og í góðum treysti farin undir at byggja ein nýggjan bygning í tveimum hæddum til at hýsa fleiri gentum. Har verður eisini betri og meiri rumsátt hjá teim- um, ídag hava genturnar ein køk, sum bert er umleið tríggjar fer- metrar. Í tí nýggja bygninginum verður meiri rúmstátt, umframt fleiri skúlastovur, har genturnar m. a. eisini kunnu fáa frálæru í ymiskum, sum t. d. reinføri, heilsurøkt, barnarøkt, matgerð, AIDS, og annað. Peningurin er ikki allur tøkur til hesa bygging enn!! Tí er bøn okkara, at um onkur í Føroyum hevur hjarta fyri hesum gentun- um, eru tit vælkomin at stuðla teimum, so byggjast kann liðugt, og genturnar harvið fáa eitt nýtt og betri heim, og eisini fleiri kunnu fáa hjálp. Hava tit fyrispurningar ella ynskja tit at stuðla er adr: Susanne og Leif Madsen, P.O.Box 9734 Lanet, 20112 Nakuru, Kenya og teldupostur: leifmadsen@africaonline.co.ke Okkara adr. er: Malena og Jens Meitilberg, P.O.Box 9742 Lanet, 20112 Nakuru, Kenya og teldupostur: jensmeitilberg@africaonline.co.ke Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum!!! Framtíðarætlanir Í útjarðarinum á Nakuru liggur ein stórur ruskdungi, har nógv fólk liva rundanum og royna at finna sær matleivdir og annað har. Hesi fólk liva í størstu ar- móð og fátækradømi, har eru sera nógv børn, nógvar blað- ungar einligar mammur við fleiri børnum. Fyri júst einum ári síðani byrjaði ein av »okkara« lærarum við barnahavaklassa haruppi. Í dag koma umleið 50 børn í skúla dagliga, har tey eisini fáa mat. Tey hava nú eisini sunnudagsskúla/møti sunnu- morgnar, har koma fleiri og fleiri, serliga ungar mammur. Men rúmið, sum tey húsast í, er alt ov lítið. Ynski okkara er at hjálpa hesum ungu kvinnum og mammum og øðrum frá fátækra- økjunum. Vón okkara er tí at fáa eina grund, so vit kunnu byggja eini hús at hýsa barnahava- klassanum og eitt sentur, sum vit ynskja at kalla »Nýggja vón Sentrið«. Har vit fara at hava útbúgvið fólk at ráðgeva og undirvísa teimum í heilsu, rein- føri, barnapleygu, kost, Aids, o.a. Ein partur av peninginum til hettar sentrið varp innsavnað í DK í mai í ár. Vit takka Sosialinum fyri innivist í blaðið tykkara! Og takk til tykkum lesarar, sum hava givið tykkum stundir til at lesa hesa grein, sum kanska bleiv heldur drúgv, men vónandi hevur hon givið onkrum okkurt nýtt at hugsa um, biðja fyri, og kanska stuðla!!! Við tøkk. Nýggja moldkirkjan á lossiplássinum A seymistovuni Børn sum búgva við lossiplássið