leygardagur 17. september 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 177 - 17. september 2005
UMMÆLI
Kim Simonsen
Nú New Oreans er so illa farin,
og neyvan kemur at koma fyri
seg í nógv ár, var tað ótrúliga
deiligt at síggja hendan filmin,
ið gongur fyri seg í hesum býi.
»Nee O´rleens«, sum tey siga har
niðri, er mín »all times favorite«
amerikanski býur, Hann hevur
sína egnu løgnu søgu, sín egna
cajun, suthern comfort, sín
patinakenda karibiska og spanska
byggistíl.
Býurin hevur nógv nøvn, sum
The Big Easy og The Cresent
City. Hann liggur mitt í tropiska
fuktiga hitanum í einum sumpi.
Ein forfallin staður. Býurin er
ein miðdepil fyri lívsnjótarar,
jassfans og tónleikarar. Her eru
fontenir, bakgarðar og franskar
caféir, og eitt heilt annað
Amerika.
New Orleans hevur øki í vøkr-
um pastelfarvum, her er ein still
tristessa, ið trívist sum fýr-bein-
ini, insektini og ævigu plantur-
nar, ið klintra upp eftir veggun-
um. Millum hangandi trøðini,
ella grátipílatrøðini og spansku
sypressurnar er lætt at finna
vakrar senur, ið egna seg til ein
film. Í vár kom t. d. filmurin »A
Love Song for Bobby Long«, ið
er um tveir rithøvundar og um
glataðar spælimenn í New
Orleans. Filmurin hevur tað til
felags við »The Skeleton Key«,
at hann brúkar og romantiserar
forfallið í New Orleans. Í »A
Love Song for Bobby Long«,
síggja vit bókmentaprofessaran
Bobby Long (John Travolta) og
høvundan Lawson Pines (Gabriel
Macht) drekka seg í hel, meðan
teir skulu eitast at skriva stóru
amerikansku skaldsøguna.
Voodoo og hoodoo
Býurin liggur í æviga hitanum,
vakur, óruddiligur, farvuríkur og
vandamikil. New Orleans er alt í
senn og so er hann skýtfullur av
gandi og voodoo. Henda trúgv
kom via Haiti frá Afrika til býin.
Enn er opið hvørt kvøld framm-
an fyri Jacksons Square, har
spákonur og alskins svørt magi
kann keypast. Líkasum við
jassinum, so er tað serliga tey
svørtu, ið dyrka hesa trúgv.
Ein annar formur fyri gand, er
hoodoo, ið ikki er ein trúgv, men
stavar m. a. frá átrúnaðinum hjá
upprunafólkinum í USA. Upp-
runafólkini um hesa leiðina itu
Natchezfólkini, men hesi vóru
øll týnd longu í 1729.
Alt økið varð fyrst franskt, eitt
skifti spanskt og seinni komu
anglo-amerikanski innflytarar,
afrikanskir trælir og franskir
acadiarar, ið vóru rík fólk, ið
fluttu frá Frankaríki.
Nú havi eg ikki so nógv skil
fyri gandi, voodoo ella hoodoo,
men á heimasíðuni sum er gjørd
til filmin, er gjørligt at lesa um
henda gand. Har voodoo meiri er
ein nærum viðurkendur átrúnað-
ur, so er hoodoo reinur gandurin
uttan átrúnað. Í filminum er evni
hesin gandur.
Bretski leikstjórin Iain Softley,
hevur áðrenn gjørt filmar sum
»The Wings of the Dove,«
(1997), »K-PAX« (2001) og
Beatlesfilmin »Backbeat«
(1994).
Sjúkrasystir í New Orleans
Filmurin »The Skeleton Keys«,
hetta merkir bert »Høvuðs-
lykilin«, er um ungu kvinnuna
Caroline (Kate Hudson), sum ein
sjúkrarrøktarfrøðingur í New
Orleans. Hon arbeiðir við at taka
sær av gomlum og doyggjandi
fólkum, men er meiri og meiri í
døpurhuga tí viðurskiftini á
sjúkrahúsunum eru so vánalig.
Hetta ger at hon finnir sær eitt
annað starv, ið er at taka sær av
einum doyggjandi manni, Ben
Deveraux (John Hurt), ið býr
saman við konuni í einum stór-
um húsum úti í sumplendinum
uttan fyri býin.
Konan Violet (Gena Rowlands
- kend frá filmum sum t. d.
»Gloria« frá 1980, »A Woman
Under Influence« (1974),
»Something to Talk About«
(1995) og »Night on Earth«
(1991)), er ein løgin og strævin
gomul kona. Hon gevur Caroline
ein av hesum høvuðslyklunum
(beinagrindslykil) til øll húsini.
Tað gongur ikki long tíð, so
hevur hin forvitna Caroline funni
fram til eitt hoodoorúm á loftin-
um, og so eru allir illir andar
leysir.
Filmurin er meiri ein trillari og
ein spenningsfilmur enn ein
ræðufilmur. Í hesum plottinum
er sjálv gátan alt, og vit vita sum
hyggjarar líka lítið sum Caroline.
Persónarnir í filminum er væl
gjørdir, serliga eru Kate Hudson
og Gena Rowlands dugnaligir
sjónleikarar.
»The Skeleton Key« er gott
mainstream undirhald, vælgjørd-
ur, men vil kanska ikki so nógv
meiri enn at siga frá einari
spennandi søgu. Tað sum gevur
filminum eina eyka stjørnu, er at
Iain Softley dugir at brúka
stemningsfulla býin og øki kring
New Orleans. Í hesum filminum
er tað býurin New Orleans, ið
spælir høvuðsleiklutin. Tað er
júst hesin býurin, ið skapar eina
serliga sálarliga støðu, ið ávirkað
av fuktinum og kvælandi hitan-
um og regninum, ger ein film frá
New Orleans til nakað heilt
annað enn aðrar filmar.
Í EIN KASSA....
The Skeleton Key
Leikstjórin Iain Softley
hevur við effektiva
trillarinum »The
Skeleton Key« gjørt ein
rættuliga góðan film
um mytikk, yvirtrúgv
og átrúnað í Suður-
statinum Lousiana, og
so vísir hann vakra
býin New Orleans frá
síni bestu síðu, sum
hann sá út áðrenn
vanlukkuna herfyri
The Skeleton Key
Leikstjóri: Iain Softley
Leikarar m.a.:
Kate Hudson
Gena Rowlands
John Hurt
USA, 2005,
104 min.
Mál, Enskt og franskt (danskur
tekstur).
Atgongumerki í Havnar Bio
70 kr.
MAN SKAL TRO
FOR AT FRYGTE
www.uip.dk
FRA FORFATTEREN AF THE RING