leygardagur 17. september 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2005
27
UMMÆLI
Tekstur: Karl A. Klein
Mynd: Eyðun Müller
Ummæli av konsert í Losjuni í Gøtu
leygarkvøldið 10.september 2005.
Luttakandi bólkar.Braquet,The Story
Ends,Dimmi og SIC.
Ungdómurin uttan fyri
Havnina
Tað má vera ræðuligt at vera
ungur í Føroyum í dag. Serliga
hugsi eg um, hvussu tað man
vera at vera ungur uttanfyri
Havnina, sum hóast alt hevur
nøkur fá, tó als ikki nøktandi
tilboð til tey ungu, sum ikki
sleppa inn á tey støðini, har
skonkt verður.
Tvey støð eru í landinum, har
tey ungu tónleikaáhugaðu sleppa
at lurta eftir nýggjum og origi-
nalum føroyskum tónleiki.Tey
eru ART í Havn, sum hevur
konsertir í Margarinfabrikkini og
so Grót í Gøtu, sum vanliga
hevur konsertir í Losjuni við
Gøtugjógv. Verður hugt burtur
frá hesum báðum støðum, so er
næstan onki lív í. Ja tú kanst
siga, at tað er so steindeytt.
Konsertvirksemið á Margarin-
fabrikkini liggur stilt fyri tíðina,
tí ein tónleikari, sum øll væntaðu
sær nógv av í áttatiárunum, ikki
bleiv til annað enn eitt neyðars
heimleyst alkoholvrak, breyt eina
wc kummu, so tonsavís av vatni
fleyt út um alt húsið, so bæði
børn, ung og tónleikarnir í húsin-
um eru við sviðið soð. Shame on
you.
So júst nú er einasta staðið,
har livandi tónleikur hoyrist í
Losjuni í Gøtu.
Leygarkvøldið vóru so tveir
bólkar úr ART umhvørvinum,
"The Story Ends" og "SIC" boð-
sendir til Gøtu at spæla saman
við Braquett og Dimmi.
Fyrstu tríggir bólkarnir hava
verið nokkso virknir seinastu
tíðina. M.a. hava teir spælt á G
festivalinum umframt m.a í
Suðuroy og Kelduni í Skálabotni.
Hvat húsini, har Losjan húsast
av fystan tíð, vóru ætlað til, veit
eg onki um. Tað kundi fyri so
vítt verið eini neyst ella bilverk-
staður. Eitt er tó eyðsæð, og tað
er , at onkrantíð varð roknað við,
at harður rokkur skuldi ljóða væl
í hølunum, sum sikkurt eru sera
góð at spæla Bingo í, men tíverri
sum ikki eina ferð, so skortar
uppá akkustiska førleikan, tá tað
snýr seg um hølisviðurkifti til
rútmiskan tónleik í Føroyum.
Síðan teir hava bøtt upp á hús-
ið, er pallurin fluttur, soleiðis at
tónleikararnir nú standa og spæla
mitt ímillum gólv og loft. Tað
ger tað ikki neyðugt verri. Men
tíverri fer nógv av ljóðinum uppí
loftið omanfyri pallin. Tað ger, at
t.d. trummurnar lættliga detta
burturímillum, tá Marshall for-
sterkarnir brøla sini desibell út í
luftina. Annars kann sigast um
áhoyrarafjøldina, at hon kanska
ikki var so stór, men hon var
dedikerað, upptikin av at taka
ímóti tí, sum borðreitt varð við.
Tað, sum eyðkennir áhoyrarnar í
Gøtu, er, at tey sita á gólvinum,
og tað ger, at tað lættliga kann
gerast keðiligt at spæla. Men tá
fjøldin er friðarlig men alíkavæl
við uppá tað, so ger tað ikki so
ræðuliga nógv.
Braquet
Fyrsti bólkur á pallin hetta
kvøldið var Braquett. Tað kann
ikki sigast annað enn, at teir hava
sín egna stíl. Summi halda tað
vera fantastiskt, meðan onnur
halda tað vera nakað lort. Eg eri
onkustaðni mitt í millum. Havi
hoyrt teir nakrar ferðir og má
siga, at bólkurin er í eini støð-
ugari menning. Tónleikurin situr
betur og betur. Soleiðis var eisini
hetta kvøldið. Men eg haldi teir
hava sama problemið sum so
nógvir aðrir bólkar, sum royna at
blanda gleðiboðskapin um Jesus
og frelsu saman við hørðum
rokki. Uppá meg virkar tað sum
um teir ongantíð mugu fáa reyv-
ina uppfrá ella fáa luft undir
veingirnar, tí tað er synd at lata
seg flyta ella taka við av tónleik-
inum. Tó treyðugt so, so var okk-
urt lagið, har sving kom í og eitt
sindur av luft kom undir. Men so
skuldi tað pínadoy punkast
niðuraftur á plattføtunar. Størsta
problemið hjá bólkinum er iva-
leyst, at teir bara hava guitaristin
at reypa av.
Og by the way - var tað mín
Telecaster look alike hann spældi
uppá.
The Story Ends
Hetta er ein stuttligur bólkur. Eg
veit ikki, um tað er meiningin, at
teir vilja og ætla at vera stuttligir.
Men tað eru teir alíkavæl. Við
góðum og ræðuliga stuttum setti
settu teir eitt dámligt dæmi á
konsertina. Tað kann bara sigast,
at teir hava sín heilt egna stíl við
einum sera spennandi scenu-
showi (pallframførslu).
Men teir máttu skunda sær, tí
báðir guitaristarnir skuldu til
Klaksvíkar á møti. So settið var
nakað stutt. Tað lagið, sum festir
seg hjá teim flestu, var tað sein-
asta lagi, har politikarar og
miðlafólk kjakast um menta-
politikk. Til hetta høvið hevði
Filip eitt papphøvd av Torbirni
Jacobsen, og Hanus hevði eitt
ditto av Øssuri Winthereig. Hesi
høvd vóru so sprákarar fyri, hvat
The Story Ends halda um menta-
politikkin yvirhøvur.
Filip spældi eisini uppá mín
Telecaster look alike.
DIMMI
Gulli hevur verið í mongum rok-
inum. Man kann halda um tað
hvat man vil. Men nú er hann so
farin yvir í okkurt, sum kanska
kann kallast tekno ella industrial
(ivaleyst kallar hann tað okkurt
annað sum spirituellan teldutón-
leik). Gulli er tó ikki einsamallur
men hevur songkvinnu við sum
eftir mínum tykki tíbetur sang,
ella resiteraði á føroyskum (tað er
eitt pluss). Men hvat við tónleik-
inum? Nei eg veit ikki rættuliga,
vil ikki vera negativur yvirfyri
einum nýbroti í Føroyskum tón-
leiki. Men okkurt má tó sigast.
Fyri tað fyrsta nyttar onki at
koyra tekno ella industry ella hvat
man nú kallar tónleikin út ígjøg-
num tveir avdankaðar hátalarar í
einum sanganleggi. Har krevst
meira hátalarakapacitetur. Feitir
basswoofarar skulu fáa luftina at
vibrera. Hetta hendi tíverri ikki, tí
noyddist ein at sita mest sum og
ímynda sær, hvussu hetta átti at
ljóða. Arrangementini vóru javnt
keðilig og haldi eg, at Gulli kundi
lurtað eftir tí ultimativa føroyska
teknobólkinum Maður Glotti og
fingið nógv burturúr. Men um
Dimmi tora at vera so konsekvent
sum Maður Glotti er ein annar
spurningur. Annars kundi Gulli
hjálpt damuni eitt sindur við at
latið hana hoyrt, hvørji tónaart
tónleikurin varð spældur í, so
hon ikki skuldi føla seg fram til
tónan. Ljóðið gjørdist tíverri eis-
ini eitt sindur einstáttað, tí Gulli
hevði stungið eina mikrofon niður
í grýtuna, tá onkur kókaði kleyn-
ur, og hetta var ein gjøgnum-
gangandi prutlan, sum skuldi lýsa
stemmningin úti í rúmdini o.s.v.
Men Dimmi, keep on rocking
við betri ljóði.
SIC
Einasti bókur av sínum slag í
Føroyum avgjørdi alla konsert-
ina. Henda framførslan teirra var
knapt so góð sum tann í Suðuroy.
Tað kemst nokk av sitandi
fjøldini.
Men enn einaferð vísti Mikjal,
at hann er suverent nr 1.
Kanska uppá tíðina at geva
hinum limunum í bólkinum eitt
orð á vegnum. Edie spældi væl
hetta kvøldið og tíbetur hevði
hann skrúvað soleiðis frá, at gui-
tarin hjá honum hoyrdist. Har
vóru nógv spennandi ting, sum
gjørdu tað stuttligt at fylgja við í
løgunum. Frans, sum er lítli
Benjamin í bólkinum, stendur
onki aftanfyri (hann plagar eisini
at lána mín Telecaster look alike
), so sjálvt um hann hevði ilt í
búkinum riggaði alt væl. Bassur
og trummur spældu aftur hetta
kvøldið sera væl saman. Eg veit
ikki, hvat Magnus ger í einum
bólki sum Makrel, tá hann kann
spæla í SIC.
Enn einaferð vil eg undirstrika,
at tað ikki er lurtarafjøld til slíkan
tónleik í Føroyum. So sleppið
tykkum út um landaoddarnar og
skapið tykkum eina framtíð. Har
er onkustaðni ein áhoyrarafjøld,
sum dugir at virðismeta tað út-
trykkið, sum tit diska upp við.
Oyrageldu hálvbabsarnir í Føroy-
um duga tað so í hvussu so er
ikki.
Eitt kvøld við mínum
Telecaster look alike
Enn einaferð vísti Mikjal, at hann er suverent nr 1.