Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 177 - 17. september 2005 Samandráttur av greinini: Influence of the Atlantic Subpolar Gyre on the Thermohaline Circulation Science 16. september, 2005 SAMANDRÁTTUR Hjálmar Hátún Seinastu tíggju árini er methøgt saltinnihald mált í sjónum, sum streymar úr Atlantshavinum inn í Norðurhøv og Arktis. Hesir streymar eru høvuðslið í tí heimsfevnandi rákinum, ið nevnist tað thermohalina rákið. Hetta kann lutvíst útjavna øktu tilførsluna av távatni (smelti- vatni) til økið, og harvið møgu- liga stabilisera tað thermohalina rákið. Í hesi grein verður víst á, at økta saltinnihaldið hongur saman við linkandi styrkini og minkandi útbreiðsluni av tí sub- polara meldrinum. Tað er tí neyðugt, at sambandið millum subpolara meldurin og saltinni- haldið í Atlantssjónum verður tikið við, tá spátt verður um framtíðina hja tí thermohalina rákinum í Norðuratlantshavinum. Hiti og saltinnihald sett met Sí mynd 1. Hitin og saltinni- haldið í sjónum kring Føroyar og inni á Landgrunninum eru vaksin nógv síðani 1995 (mynd 1). Í árunum 2002 til 2004 var sjógvurin heitari enn nakrantíð fyrr mátað síðani byrjað varð við regluligum hitamátingum í 1914 (http://www.frs.fo/). Sama gongd er eisini at síggja í hita og salt- innihaldi kring Ísland og frá Írlandi til Svalbard. Orsøkin til hita og saltbroytingarnar Sí mynd 2. Sjógvurin, sum rekur fram við Føroyum, kemur úr økinum vestanfyri Írland, har sjógvur úr teim sonevndu subpolaru- og subtropisku meldrunum blandast (Mynd 2). Subpolari meldurin er ein stórur bjølgur við køldum og lutfalsliga feskum sjógvi, ið melur móti klokkuni sunnan fyri Grønland og Ísland. Subtropiski meldurin melur við klokkuni og inniheldur heitari og saltari sjógv, ið hevur sín uppruna úr tí vælkenda Golfstreyminum. Lutfalsliga íkastið úr báðum meldrunum til økið har sjógvurin blandast er avgerandi fyri, hvussu heitur og saltur sjógvurin, sum rekur norður um Føroyar, er. Hetta lutfalsliga íkast broytist alla tíðina. Eitt ár við stórari ávirkan frá tí subtropiska meldr- inum og lítlari ávirkan fra tí subpolaru gyruni gevur heitan og saltan sjógv við Føroyar, og umvent tá tann subpolari meldurin er sterkari. Mátingar gjørdar við fylgi- sveini vísa at styrkin og út- breiðslan av tí subpolara meldr- inum er minkað nógv síðani 1995, og við einum havmyndli (modelli) hevur borið til at lýsa hesar broytingar og teirra sam- band við hita- og saltbroyting- arnar kring Føroyar. Í 1993 var sjógvurin lutfalsliga kaldur og feskur, og myndilin vísir at subpolari meldurin (bláur litur í Mynd 3) hevði stóra ávirkan á økið sunnan fyri Ísland hetta árið. Í 1998 hevði stórur partur av tí subpolara meldrinum trekt seg vestureftir, og tað gjørdist tí lættari hjá tí heitara og saltara sjónum úr tí subtropiska meldr- inum (reyður litur) at breiða seg móti Føroyum. Sjógvurin við Føroyar gjørdist tí nógv heitari og saltari hetta árið. Avleiðingar Sí mynd 3. Hita- og saltbroyt- ingarnar hava avleiðingar fyri vistskipanina í sjónum og møguliga eisini fyri rákið í heimshøvunum. Sannlíkt er, at stóra hitaøking- in síðani 1995 longu hevur ávirkað livilíkindi og útbreiðslu hjá eitt nú Svartkjafti vestan fyri Írland og hjá Kongafiski í Irmingerhavinum. Eisini síggjast stórar broytingar í Norska- havinum og allan vegin norður í Barentshavið. Óvanliga lýggja veðrið í Føroyum seinastu árini hevur helst eisini samband við broytingarnar í havinum. Heita rákið fram við Føroyum verður sogið av tí thermohalina rákinum (havsins kalda hjarta), sum við køling pumpar tann heita Atlantssjógvin niður í tann kalda botnsjógvin, ið so streymar suðureftir aftur. Saltinnihaldið í innrákinum er avgerandi fyri styrkina á hesi pumpu, tí saltur sjógvur er tyngri enn minni saltur sjógvur, og fæst tí lættari at søkka. Tað verður spátt, at upphitingin vegna økta vakstrarhúsárinið fær pólarnar at bráðna, og at hetta kann gera sjógvin so mikið feskan, at hann ikki longur søkkur. Havsins kalda hjarta, og harvið heita rákið fram við Føroyum, kann tí vikna og økið kring Føroyar kann gerast nógv kaldari. Methøga saltinnihaldið í Atlantssjónum, sum floymir inn í Norðurhøvini, kann útjavna nakað av tí øktu tilførðsluni av távatni, og tað kalda hjarta viknar tí møguliga seinni enn higartil mett. Umráðandi er at hildið verður fram at máta streymarnar framvið Føroyum . Les meira á www.nersc.no/~helge/Science Tí hevur hitin og saltinnihaldið í sjónum kring Føroyar sett nýggj met seinastu árini! Mynd 1. Hitin og saltinnihaldið mátað eystanfyri (reytt), norðanfyri Føroyar (blátt) og inni á Landgrunninum (grønt Mynd 2. Subtropiski- og subpolari meldurin geva hvør sítt íkast til sjógvin sum floymir fram við Føroyum. Mynd 3. Saltinnihaldið í Norðuratlantshavinum roknað við havmyndlinum