Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Bøkurnar og eg Annika Sølvará, seturs- skrivari og forkvinna í Amnesty International, Føroya Deild Hvørja bók lesur tú í løtuni? - Eg eri júst byrjað uppá sjálv- ævisøguna Slave, eftir Mende Nazer. Ein ótrúlig søga, har høv- undurin greiðir frá, hvussu hon sum 12 ára gomul varð burtur- flutt og hildin sum trælur í átta ár. Tað ófatiliga við bókini er, at hendingarnar fóru fram í 1990u- num, og at søgan hjá Mende bert er ein av mongum í Sudan, har trælahald enn er heilt vanligt. Annars eru eg og átta ára gamla dótturin nú komnar til fjóðru Harry Potter bókina, sum eg lesi fyri henni á føroyskum. Eg eri ein minst líka stóru Potter fjeppari, sum hon, so tað var líka við, at eg eisini stóð í kø, tá Harry Potter and the Half-Blood Prince kom út í summar. Sjálv lesi eg bøkurnar á enskum, bæði fyri at halda málið við líka, men ikki minst tí ótrúligu, málsligu finessurnar eru ein sonn fragd. Onkur krimibók liggur sum oftast eisini á náttborðinum, til dømis onkur hjá Dan Brown, Lisa Marklund ella norsku Karin Fossum. Eg skal helst hava okkurt at spennandi at lesa, har tað hendir nógv og sum fær meg at kobla fullkomiliga frá. Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? - Brøðurnir Leyvuhjarta og seinni Lev stærkt, dø ung vóru nakrar av mínum yndisbókum, sum eg las umaftur og umaftur. Endurminningarnar hjá Nelson Mandela, Vejen til frihed, høvdu ómetaliga sterka ávirkan á meg. Øll hansara lívsáskoðan og evn- ini til ikki at dvølja við tað farna, men heldur hyggja frameftir vaktu veruliga nakrar tankar í mær. Tað er ótrúligt, at eitt menniskja sum Mandela, kann hugsa soleiðis, tá tú hugsar um hansara lív. Slíkt kundu vit uttan iva lært nakað av um okkara leiðir. Hvør var fyrsta bókin, tú las? - Tað minnist eg ikki, tí eg las so nógv ymiskt sum barn. Men eg minnist týðiliga, tá eg fekk mítt fyrsta lánarakort á Klaks- víkar Bókasavni. Man skuldi vera sjey ár fyri at fáa lánarakort og slapp at lána sjey bøkur í senn. So dagin eftir eg fylti sjey ár, spenaði eg oman á bókasavn- ið og slapp at lána átta bøkur. Dagin eftir bar eg tær oman aftur, tí tá hevði eg lisið allar. Sum sagt, so las eg alt møgu- ligt. Millum tær fyrstu hava nokk verið bøkurnar hjá Astrid Lindgren, Krummerne og onkur De fem bók, sum eg arvaði. Og ikki minst teknirøðir av øllum slag Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið? - Ringanna Harri hjá Tolkien. Eg var sera hugtikin av filmun- um, men av onkrari orsøk eri eg ongantíð komin til at lesa bók- ina. Tað kundi verið áhugavert at fingið innlit í hesa søguna, sum hevur verið stóri íblásturin til Potter bøkurnar. Ringanna Harri er má tó metast at vera munandi djúpri - ikki minst tí søgan í stóran mun er allegorisk. Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bók lidna? - Ja, í allar allarflestu førum! Eg veit ikki um eg eri ov skikki- lig, men tað virkar eitt sindur ófólkaligt, ikki at geva bókini en kjans, tá man er byrjaður uppá hana. Onkur kann gott liggja rættiliga leingi, men fyrr ella seinni lesi eg hana altíð lidna. De sataniske vers eftir Salman Rushdie var ein, sum eg byrjaði uppá fleiri ferðir uttan at koma víðari. Kanska eg samanbar ov nógv við aðrar bøkur hjá Rushdie. Tað kravdi eitt stórt renningarlop at kom í gongd av álvara, men tá vísti hon seg eisini at vera ein fín bók. Viðmæli: Lívið fer víðari Ingrid Bjarnastein Cecilia Ahern,PS,I love you,2004, Týtt Bente Wissing Brøndum,PS: Jeg elsker dig!,Bazar forlag,2005 Í bókini PS, I love you hitta vit Holly, sum fáar mánaðir áðrenn hon fyllir 30, missir mann sín, Gerry, orsakað av einum knykli í heilanum. Eina tíð seinni fær hon nøkur brøv, har maðurin, ið kennir hana betri enn nakar annar, lærir hana, at lívið fer víðari - eisini uttan hann. Bókin líkist chicklit stílinum og allíkavæl ikki. Tað er ikki karrierukvinnan við egoistiska og sjálvironiska framferðarhátt- inum, ið vit hava við at gera her. Men sjálvt skrivingarlagið kann minna um chicklit stílin, og har- afturat er bókin eisini løtt at lesa. Sum Marian Keyes sigur tað, so tekur bókin teg við á eina ferð. Bert frá eini síðu til ta næstu kunnu tárini sníkja seg fram í eygnakrókarnar, og smílini fram á varrunum. Ein hjartanemandi frásøgn um at halda fast, lata fara og læra at elska aftur. Cecilie Ahern, ið hevur skriv- að PS, I love you, er dóttir írska forsætisráðharran, Bertie Ahern. Bert 21 ára gomul skrivaði hon skaldsøguna uppá bert tríggjar mánaðir. Marian Keyes, sum er ein viðurkendur írskur rithøv- undur, hevur róst bókini og kall- ar hana "fitta, stuttliga og syrgi- liga: ein ferð frá sorg til vón". Nýggj skaldsøga: Hevnd yvir kritikaran Tað var vist leikskaldið Christopher Hampton, sum einaferð segði: "At spyrja ein rithøvunda, hvat hann heldur um kritikarar, er sum at spyrja ein lyktarpela, hvat hann heldur um hundar." Í nýggju, stuttu skaldsøguni The Portrait eftir enska Iain Pears er tað kritikarin, sum eigur tørn. Listamálarin Henry MacAlpine er í ferð við at mála eitt portrett av kenda listakritik- aranum William Naismyth, sum hevður riðið MacAlpine sum ein marra alt lívið. Nú fær MacAl- pine umsíðir høvið at svara aftur og fortelja honum nakrar sann- leikar. Bókin er burturav ein lang einarøða hjá málaranum, har kritikarin fyri einaferð skyld ikki fær orðið fyri seg. Ì staðin má hann standa skúlarætt, meðan MacAlpine náðileyst kannar, metir, bannar og ger sær niður- støður um sína modell, sum ikki sleppur at flyta seg av fetanum. Og meðan portrettið spakuliga tekur skap, fáa vit myndina av einum eirindaleysum menniskja, einum kritikara, sum hevur sorl- að dreymar og oyðilagt listarligar lívsleiðir við sínum óvanliga óreinu ummælum. Í The Portrait er list ikki bara eitt smart evni í søguni, sum vit so ofta síggja tað í nútíðar bók- mentum. Her er listin heldur ein treyt við tað, at bæði søgan og persónarnir vaksa út úr einum málningi, meðan hann verður málaður. Iain Pears, The Portrait, Penguin, 2005 Annika Sølvará heldur seg kanska vera ov skikkiliga til at tveita eina bók frá sær uttan veruliga at hava givið henni ein kjans Mynd: Jens Kristian Vang