Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 177 - 17. september 2005 Hungur ella yvirgang World Summit – stjórn Hesa vikuna hevur ST verið á alheims bredd- anum. Fyrst var talan um forfund til topp- fundin, sum byrjaði mikudagin. Endamálið við toppfundinum er at bygnaðarbroyta ST, so- leiðis at felagsskapurin kundi gerast meira tíðarhóskandi og eisini effektivur Bogi Eliasen Stjórnmálafrøðingur, cand.scient.pol Skuffandi forfundur Forfundurin endadi sum nakað av einum vónbroti, tí semjan sum funnin var fram, til ikki var so víttfevnandi sum vónað og lagt upp til av m.a. Kofi Annan fyrr í ár, tá hann kom við visió- nunum fyri framtíðar ST í upp- legginum In Larger Freedom. Hetta var eitt uppskot sum lima- londini skuldu taka støðu til, men nógvar hendingar rundan um hava eisini havt sína ávirkan. T.d. hava muturgølurnar í ST verið við til at minka um álitið á felagsskapin, at felagsskapurin ikki megnaði at røkka eini semju um Irak-spurningin og annars stirvnu mannagongdirnar. ST er enn í høvudsheitinum skipað, sum tá felagsskapurin bleiv stovnaður fyri 60 árum síðan. Heimurin var ein annar, stórveld- ini onnur og avbjóðingarnar aðrar. Aftaná ræðuleikarnar í heimskríggjunum báðum, og aftaná at Fólkasamgongan ikki megnaði at byrgja fyri 2. Ver- aldarbardaga, var semja um at skipa ST soleiðis, at trygd og stabilitetur var í hásæti og ikki rættvísi. Tí bleiv Trygdarráðið gjørt við føstum limum og við sýtingarrætti. Forfundurin millum umboðs- fólk hjá limalondunum, og sum skuldi hava eina semju sum stjórnarleiðararnir skuldu at taka støðu til á sjálvum toppfundin- um, gekk illa. Ikki fyrrenn í sein- astu løtu eydnaðis at semjast um ein tekst, sum øll uttan tvey lond kundu taka undir við. Semjan var tá ikki serliga víttfevnandi í broytingum og fekk harðan kritik frá nógvum eygleiðarum. Kofi Annan sjálvur vísti eisini á, at hann sjálvur var vónsvikin, men at talan hóast alt var um nøkur fet fram eftir og at tað er sera torført at fáa 191 lond at semjast. Tó var hann sera harmur um, at eingin semja var um vápnadupp- ing og um hópoyðingarvápn og segði at talan er um eina stóra skomm, at heimsins lond ikki kunnu semjast á hesum so týdn- ingarmikla øki. Heimsins 2015 ætlan Nógv arbeiði hevur verið gjørt um menning av fátækum lond- um, og semja er um at arbeiða eftir millenium goals, sum er heimsins 2015 ætlan. Her hevur stórt stríð staðist av, hvussu nógv ríkaru londini skulu brúka til menningarhjálp. M.a. ætlar USA ikki at koma uppá tey 0,7%, sum málið er. Semja er tó um at seta størri orku í at røkka hesum málum, og m.a. George Bush legði í síni røðu stóran dent á, at tað er neyðugt at menna menn- ingarlondini, m.a. eisini í stríð- num ímóti yvirgangi, og hann segði at USA tekur landbúnaðar- stuðulin av, um so er at hini ríku londini eisini gera tað, soleiðis at fátæku londini fáa møguleika at kappast á meira jøvnum føti á hesum øki. Trygdarráðið Undan toppfundinum hevur størsti spenningurin verið, um broyting av Trygdarráðnum og um tað fór at eydnast at seta á stovn eitt mannarættindaráð. Kofi Annan hevði sjálvur tvey uppskot um broyting av Trygdar- ráðnum, soleiðis at tað gerst meiri nýtiligt og fer at ímynda valdsbýtið í heiminum í dag. Men føstu limirnir í Trygdarráð- num hava skumpað hetta hegnis- liga uppskot til viks, og ikki sær út til at nakað fer at henda á hesum øki. Ein broyting av Trygdarráðnum krevur stuðul frá føstu limunum og serliga USA. USA sigur seg prinsipielt stuðla eini broyting tá tíðin er røtt, og tað er hon so ikki beint nú. Bert um ein heilt óvantað broyting verður á síðsta degnum á topp- fundinum, sum er aftaná evsta- mark til hetta blaðið, verður nøkur broyting í Trygdarráðnum á hesum sinni. Yvirgangur Lagt var upp til at ST skal meira í stríðnum móti yvirgangi. Í hes- um sambandi skuldi ein semja gerast um hvat er yvirgangur. Ongin semja fekst um hetta uttan tað, at Aðalfundurin skal taka málið upp og royna at loysa tað. Friðarveitandi nevnd Uppskot er frammi um at gera eina friðarveitandi nevnd, sum skal hjálpa londum, sum er ávegis úr vápnaðum stríði og kríggi. Sum so er semja um at nevndin skal setast, men ósemjan er um hvørt nevndin skal vera undir Trygdarráðnum ella undir Aðalfundinum. Serliga 3. heims- londini vilja hava størri ávirkan, og tí at nevndin skal vera undir Aðalfundinum. Fólkamorð Semja er fingin um at størri dentur skal leggjast á arbeiðið at fyribyrgja fólkamorðum. Kofi Annan hevði skotið upp, at limalondini skuldi bindast til at fylga ST tilmælum á hesum øki. Semja var um at seta upp eina slíka skipan, men ikki at hon skal verda bindandi fyri lima- londini. Mannarættindaráð Stór ónøgd er um mannarætt- indanevndina hjá ST. Lond, sum eru kend fyri píning, hava í veru- leikanum forða framstigum á hesum øki, við at seta seg upp ímóti avgerðum í nevndini. ST hevði tí vónað at seta á stovn eitt ráð, har einans lond við virðing fyri mannrættindum kundu verða limir, og í minsta lagi soleiðis at limirnir skuldu veljast sum t.d. í Trygdaráðnum. Semja er um at gera eina nýggja nevnd, men ikki um hvussu og hvør kann ella skal verða limur. Handil og stuðul Hóast fleiri felagsskapir, sum arbeiða við menningarhjálp eru vónbrótnir, at meira ítøkiligt ikki er komið burtúr at geva teim fátæku londunum ein veruligan møguleika í alheimsskipanini, so lovaði George Bush, at USA tekur landbúnaðarstuðulin av, um Nakað er komið burturúr, men ikki nokk.