leygardagur 17. september 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2005
31
gur, hvør er hóttanin?
narleiðarafundurin í ST
so er at hini londini, sum veita
sínum stuðul eisini gera tað. Fyri
at fáa eina betri heimshandils-
skipan og fríhandil, bleiv heitt á
WTO um at koma við eini grein-
ing av hvat skal til, og at WTO
fundurin í vetur skal loysa málið.
Brasilski forsetin Lula vísti á,
at tað er burturúr vón og viti, at
seks reisurnar tað upphædd, sum
er mett neyðug fyri at røkka
millenium goals málinum fyri at
steðga hungri, verða brúktir til
landbúnaðarstuðul í ríku londun-
um. Henda útsøgnin sigur helst
nógv um hvussu vit í ríkara
partinum av heiminum í veru-
leikanum raðfesta. So er
spurningurin um størsta hóttanin
er yvirgangur ella hungur, tí eitt
nú USA og Rusland meta at
ljósið skal varpast á yvirgang,
meðan eitt nú danski forsætis-
ráðharrin metir at HIV/AIDS
eigur verða raðfest hægst.
Egin áhugamál
Bush vísti við síni røðu at ST
fyri USA er fyri at ansa eftir
egnum áhugamálum, men sam-
stundis legdi hann í røðuni dent
á tørvin í menningini av fátæk-
um londum, eisini sum ein partur
av stríðnum ímóti yvirgangi.
Hesin toppfundurin vísti at
arbeiði í ST enn í stóran mun er
um at tryggja egin áhugamál,
sum aftur ger tað so torført at fáa
semjur, sum øll vita gagna heim-
inum. ST er onkursvegna fakfe-
lagið hjá heimsins fullveldis-
londum og tey ansa eftir sínum
áhugamálum. Broytingarnar hesa
ferð eru ikki nóg stórar, men ein
tilgongd við broytingum er sett í
gongd. Stóri spurningurin er um
broytingarnar steðga her, ella
hetta er byrjanin til eina altum-
fatandi bygnaðarbroyting í ST?
Tað vita vit ikki fyrrenn um
nøkur ár. Tann semjan sum und-
an toppfundinum fekst millum
limalondini, kann ikki sigast at
vera nøktandi, og tí fæst ikki eitt
nøktandi úrslit av toppfundinum,
og tí fær ST í hesi setuni ikki sett
skjøtil á tær umfatandi broyting-
arnar í felagsskapinum, sum m.a.
Aðalskrivarin Kofi Annan hevði
vónað. Men broytingar eru har.
Londini eru samd um at arbeiða
fram eftir 2015 málunum, semja
er um at mannarættindaspurning-
urin skal loysast ørðvísi, semja
er um at leggja størri orku í at
fyribyrgja fólkamorðum og
semja er um at fáa eina heims-
handilsskipan, sum gevur 3.
heimslondunum størri møguleika
at klára seg.
Frameftir, men…
Nakað er komið av skafti. Langt
er eftir at røkka tí máli, sum
Kofi Annan setti fram í vár í
ætlanini "In Larger Freedom",
sum hann hevði vónað at fingið
samtykt í ár. Hinvegin skal altíð
nógv leggjast fyri, soleiðis at ein
samráðingarsemja kann røkkast.
ST er farið eitt vet frameftir,
men als ikki nóg mikið. Kom-
andi árini verða avgerandi fyri
um vit fáa eina líðandi menning
og broyting av felagsskapinum,
ella at hetta eru broytingarnar vit
skulu liva við nógv ár frameftir.
Fáa vit ikki størri broytingar enn
hesar, verður ST verandi ein tung
og ótíðarhóskandi skipan, sum
ikki fær styrkt sín leiklut sum
alheimsfelagskapurin. Ein broyt-
ing í ST er, at trygd og stabili-
tetur er gott, men tíðin er komin
til at rættvísi eisini skal inn í
skipanina. Tí er neyðugt at
broyta Trygdarráðið, fáa eina
nógv betri arbeiðgongd um
mannarættindini og eina rætt-
vísari heimshandilsskipan.
Smáar broytingar eru, og bert um
Aðalfundurin megnar at gera
eina dynamiska semju um
mannarættindi og WTO um
handilin, so kann sigat at tað
gongur rætta vegin. Kanska ikki
í nóg stórum, men tó í nøktandi
fetum, um so er at broytingarnar
eru partur av eina áhaldandi
tilgongd. .
Russland heldur serliga fast um sín leiklut í Trygdarráðnum og vil ikki geva
nakað vald frá sær. Er kanska seinasta restin frá stórveldisdøgunum.
Er heldur ikki fegin um at broyta Trygdarráðið, enn í hvussu so er. Gongur
tó inn fyri at taka av landbúnaðarstuðulin.
Lula hevði vóna at fingið sess í nýggja Trygdarráðnum, men hartar annars
ríkaru londini fyri ikki at arbeiða nóg mikið við fátækraspurninginum