leygardagur 17. september 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 177 - 17. september 2005
Tað hevði verið rætt-
vísari um hasi, ið ynskja
at koma inn í okkara
serstaka land við
kórsangi og øllum
møguligum øðrum
góðbitum, ístaðin vórðu
biðin um at sýna fram
sín yrkisliga dugnaskap
frammanfyri einum
paneli
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
Ove Joensen var heppin, at
Jógvan við Keldu ikki var
landsstýrismaður í innlendis-
málum sum hann, aftan á at hava
róð til Danmarkar, nærkaðist
Vága Floghavn. Tí í so føri hevði
núverandi innlendismálaráðharri,
saman við einum riðili av tæn-
astumonnum, staðið við síðuna
av sjálvari breytini og, ígjøgnum
ein av hasum svalligu megafon-
unum, rópt: »Drongur mín,
tíanverri, tú kanst ikki koma inn
í landið. Her er fult-upptikið,
góði!«
Heilt til komandi løgtingsval
fara Fólkaflokkurin við hr. við
Keldu á odda og við Javnaðar-
flokkinum tvassandi aftaná, í
leiklutinum sum hin kúgaða
konan heima við hús, at kappast
um hvør kann vera mest frem-
mandahatandi. Seinast, til ta
síðstu styrkiroyndina, sigraði við
Keldu.
Men um ikki so langa tíð rokni
eg við, at kappingin fer at taka
seg upp aftur. Og aftur hesaferð
fer núverandi landsstýrismaður í
innlendismálum at vinna á um-
boð Javnaðarfloksins — tað fer
at leika á nakað soleiðis:
Gerhard Lognberg fer at boða
frá, at øll samkynd í Føroyum,
sum ikki eru føroyingar, skula
potast í legur inntil tey blíva
"natúrlig", meðan føroyingar, teir
"ónatúrligu", skula útflytast
(sambært verandi praksis).
Tað ber so við sær, at Jógvan
við Keldu boðar frá, at hann fer
at taka møguleikan hjá innflyt-
arum at søkja um forsorgarhjálp
aftur; men Gerard svarar aftur
við ikki at loyva teimum søkja
arbeiði sunnanfjørðs.
Tað førir so aftur við sær, at
Jógvan boðar frá, at innflytarar,
hannslagið, ikki muga veita
okkara kvinnum dárandi eygna-
samband, serliga ikki klax-
gentum og gentunum í kristni-
fasistiska Zarepta; men Gerard
kemur sterkt aftur við ikki at
loyva teimum at fáa meira enn
tað eina barnið, og at tað skal
ganga í sunnudagsskúla... tí tað
ger hann. Men Jógvan gevist ikki
so; eftiransin langar hann allar
fingrasnipparnar á borðið —
samstundis — og boðar frá, at
hann fer at taka børnini frá
teimum.
Men, men, Gerard kemur
aftur; og tað ger hann við at boða
frá, at allir ikki-føroyingar við
bústaði í Føroyum, og sum
onkursvegna hava lokið lærara-
prógv her á landi, burdu staðið
fyri fjarundirvísingini á út-
oyggjum. Men so fer tikk-takk-
Jógvan, í Degi og Viku, at boða
frá, at tú slettis ikki burdi fingið
loyvi at verið upptikin á Føroya
Læraraskúla uttan so, at tú ert
føroyingur... og tá er tað blivið so
ógvusligt, at Gerard koyrir
hendurnar upp og sigur: "So for
sørin, tú ert bara for góður fyri
meg, Jógvan! Eg... eg klári ikki
at sláa hattar".
Eisini, um ikki so rúma tíð, fer
landsins leiðsla at borðreiða við
eini kvotuáseting. Hugsingin er
eyðsæð: um kvotur rigga fyri
fiskar, íðan, tá átti hon eisini
riggað fyri innflytarar. Men hon-
um so líkt hevur Jógvan við
Keldu eitt síðuuppskot í kvittan-
um: at møguligir innflytarir áttu
at verið veittir stig so lættari at
kunna rokna út, hvørt teir fara at
blíva ein "búskaparligur fyri-
munur" fyri landið; og um teir
ikki fáa nóg nógv stig, ja, so
koma teir ikki inn.
Tað hevði verið rættvísari um
hasi, ið ynskja at koma inn í
okkara serstaka land við
kórsangi og øllum møguligum
øðrum góðbitum, ístaðin vórðu
biðin um at sýna fram sín
yrkisliga dugnaskap framman
fyri einum paneli standandi av
Kim Hansen, Fríðbjørg Jensen,
Sharon Osbourne og, ikki at
gloyma samheitið fyri ‘dupult-
moralin’ sjálvan, Ólavi í Beiti.
Flest teirra høvdu fingið hr. í
Beiti at knurra: "Kallar tú hatta
timburmanshandverk? Tað er
ússaligt. Far aftur til Burma, tú
hevur uppiborið at verðið
píndur!"
Tað sagt, so komu nøkur
ígjøgnum nálareygað til ta stór-
slignu "Immigrant Idol"-final-
una, har ein sjónvarpshyggara-
atkvøðugreiðsla gjørdi av, hvørji
tólv fingu loyvi at verða verandi
í tí landi, har børn fáa loyvi at
vera børn og Kristian Megafon-
Magnussen tað sama. Forrestin,
Kristian, tær nýtist ikki at rópa
so hart frá løgtingsins røðara-
palli, vit høvdu hoyrt teg
óansæð.
Ja, ja, slá tú bert hatta upp í
glens, men hvussu kunna Jógvan
við Keldu og hansara 4 løg-
frøðingar vita, hvør fer at verða
ein "búskaparligur fyrimunur"?
Kanska ætlar Innlendismálaráðið
at seta seg í samband við okkurt
anti-metodiskt partafólk hjá Olgu
Hentze, ella New Age-snorandi
SkilaKeyp, at fáa viðkomandi at
standa við innflytarakøina og
lesa í lógva hjá teimum, ið søkja
politiskt friðskjól ella vilja eitt
betri lív fyri seg og síni. (Tú
veitst, júst sum føroyingurin
gjørdi fyrst í 90’unum við at
leita sær til Danmarkar — ríkis-
brøður ella ei, og uttan lógva-
lesnað.) Síðani kann sáttmála-
setti einstaklingurin koma við
einum postmodernistiskum við-
mæli fyri burturvísing grundað á
hvør hevur eina ramliga byrðu-
linju.
Ætlanin tykist vera at vit loyva
onkrum inn treytað av, at við-
komandi er lækni ella kann gera
eitt arbeiði, vit hava tørv á. Tí
vildi tað ikki verið annað enn
"natúrligt" hjá løgmanni at biðið
Jógvan við Keldu kasta alt lóg-
gávuarbeiði og einhvørja "út-
greining av útlendingapoli-
tikkinum", hann og teir fýra í
løtuni eru í holt við, fyri borð og
plasera ordrar.
Til dømis er læknatrot í Føroy-
um í løtuni. So Innlendismála-
ráðið átti alt fyri eitt skrivað til
nýggja monarkin í Saudiarábia
og spurt: "Hevði tað ikki latið
seg gjørt at pínt okkurt um 5
læknar, harav ein ortoped, so-
leiðis at teir høvdu kunnað søkt
um friðskjól í okkara landi, lætt
um arbeiðsbyrðuna hjá núverandi
læknum, og yvirhøvur veitt
okkum búskaparligar fyrimunir."
Vit kundu helst verið uppaftur
meira umhyggin. Tað kann væl
vera at ein italienskur orðabóka-
smiður er ein fyrimunur so leingi
sum hann arbeiðir... men um
vikuskiftið lænir hann bøkur frá
Landsbókasavninum, fær sær tað
besta plássið í Gallarí Jinx og —
heima hjá fólki — lokkar fólk at
fara ein túr til Toskana í summ-
arfrítíðini ístaðin fyri at stuðla
ferðing innanoyggja við at taka
seg saman til ein frískligan túr til
Svínoy, og vísir seg tí at vera ein
høpisleys byrða.
So hví ikki lata italienska
akademikaran sleppa at verða
verandi ímeðan hann arbeiðir,
tínæst koyra hann í útlegd hvønn
fríggjadag eftir arbeiðsdag til
hann tímir at vera ein fyrimunur
aftur? Eg meini so við, hvat eru
vit, tá ið samanum kemur—
idiotar?
Tað kundi verið ført fram, at
føroyska samfelagið verður ríkað
av innflytarum, sjálvt tá ið teir
ikki eru "búskaparligir fyri-
munir". Men, at síggja til, er tað
ikki rætt. Tessvegna, næstu ferð
tú spaserar framvið Restaurant
Toscana, tá hav í huga, at veru-
ligi spurningurin er ikki hvussu
væl maturin smakkar í tekkiligu
matsovuni og aðramáta ríkar
høvuðsstaðin, men um hon kundi
givið uppaftur meira av sær um
broytt til skrivstovupláss hjá
Landsverk.
Har muga annars vera nøkur
lond, ið høvdu ynskt at kunna
sett í gildi líknandi reglur til tær,
Jógvan við Keldu fer at taka
niðan í Løgtingið, tá ið vit seta
búgv uttanlands. Eg tori at vedda
uppá — um vit nú skúgva ríkis-
felagsskapin, og hvat hann ber
við sær, til viks — at Danmark
hevði elskað eina lóg, ið ljóðaði
nakað soleiðis: "Tú verður mett-
ur at hava lokið treytina fyri
burturvísing um tú gert teg
sjálvan til eina búskaparliga
byrðu við at a) óheimilað søkja
um íbúðartrygging ella b) sýta
fyri at gerast dani og ikki í nóg
stóran mun takka veruligum
dønum fyri at sleppa at búgva í
landinum."
Kortini, eg loyvi mær ivast í
um nakað av hesum yvirhøvur
snýr seg um búskap. Eg trúgvi at
tað snýr seg um, hvussu vit í
Føroyum og Danmark, nei, ikki
endiliga lesa Ekstra Blaðið og
líknandi meiningsskapandi
øsingarbløð, men trúgva tí, har er
at lesa.
Óupplýst ella lítið reflekter-
andi fólk hava nevniliga lyndi til
at trúgva tí, øsingarbløð borð-
reiða við, fyri síðani at algilda: at
flestallir innflytarar, tá ið sam-
anum kemur, eru júst soleiðis
sum øsingarbløð siga teir eru. So
at skilja at tá ið bløðini geva
frágreiðing um Ahmed, ættaður
úr Rabat, sum — aftan á at hava
givið seg út fyri at vera ein
eldávaringar-seljari — skumpar
frøken Kildevæld um koll,
rennur uppá og inn í sovikam-
arið, stjelur hennara silvurlutir
og setur eld á húsini, at tá hava
fremmandahatararnir ein so-
vorðan ófantaligan hug til at
stinga hesar heldur harðligu
eginleikar hjá Ahmed í allar
innflytarar.
Tó, tað sum veruliga fær ilt í
smáborgarliga xenofobin, er frá-
sagnin um hvussu Ahmed, nett-
liga, syrgdi fyri at plasera brill-
urnar á nøsina á frúuni so at hon
hevði møguleika fyri at fylgja
við, meðan húsini brunnu í
grund.
Jú, haturin til fremmand er
vorðin so útbreiddur og so inn-
tonktur, at xenofobar hava
megnað at billað sær inn at
hvítar kvinnur fáa minni ilt og
verða minni særdar um neyð-
tiknar av einum innflytara enn av
einum "uppruna"-búgva. Ella,
kundi tú sagt, av einum ólittum
manni enn av einum littum. Men,
bíða nú, í tí føri hevði tú nærkast
rasismu; og tað sigur Jógvan at
‘man’ ikki nýtist at vera... bert tí
at ‘man’ hevur eina "meining um
tingini" og ger mun á littum og
ólittum.
Tað er sum við teim heimleysu
í Havn; fólk skíra tey "ein
trupulleiki" ella "neyðardýr".
Men heimleys eru bert ein
trupulleiki, um tey ikki hava eitt
alternativ. Um tey hava eitt
standandi tilboð um at koma inn
í skipaða vælferðarsamfelagið,
men velja ikki at taka av, íðan, tá
eru heimleys ikki ein trupulleiki;
eins væl og vit onnur ikki hava
nakran trupulleika. Hetta kallast
liberalisma, veruligt møguleika-
samfelag.
Sama er við innflytarum. Teir
fáa ikki bjóðað nakað alternativ...
uttan so at tað, at verða potaður í
eina legu í 2 ár, har tú sleppur at
spæla ping-pong og drekka øl, er
eitt. Vinmaður vín úr Bosnia-
Hersegovina, ný-universitets-
lærdur verkfrøðingur frá Mostar,
føldi nevniliga ikki eina 2 ára
innstikan at vera eitt alternativ.
Tá ið hann so slapp út mátti
hann, um hann ætlaði sær at
arbeiða sum verkfrøðingur í
brillianta Danmark, taka heila
molevittið umaftur. Ja, hann
skuldi enntá taka eitt pre-skeið
varandi eitt ár fyri at kvalifisera
seg til verkfrøðingaskúlan.
Fyrst nú, 12 ár aftaná at hann
kom inn í Danmark, arbeiðir
hann sum verkfrøðingur í Aal-
borg. Men hann er eisini
óvanliga ryggsterkur... og tolin.
Nøkur teirra, hinvegin, eru ikki;
og eru tað eisini hesi, vinstra-
sum høgrasinnað øsingarbløð
bíða eftir skula forfumma seg.
Hetta er sjálvandi óæriligt, men
tað fær fólk, frammanundan
illgrunasom mótvegis øðrvísi
fólki, at gerast xenofobisk við tí
yvirskipaða endamáli: at landið
verður verandi óbroytt.
Nei, einki undur í at menn, ið
ditta sær líknandi illgrunasom
brøgd sum tað hjá Ova, ikki
longur fara einsamallir út um
landoddarnar. Í hesum xeno-
fobisku tíðum, við plásstroti í
hvørjum landi, er ikki gott at
vita, hvørt ‘man’ sleppur inn
aftur.
Tann veruligi útlendingapolitikkurin
hjá landsstýrinum