Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2005 33 Lýsing eftir nýggjum stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins Vinnumálaráðið søkir eftir nýggjum stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins. Arbeiðsøkið Høvuðsuppgávurnar hjá landsfyritøkuni eru at: • Fyrisita einkarættin at innflyta og selja rúsdrekka • Tryggja kundunum nøktandi úrval innan ymisku vørubólkarnar umframt góðsku. • Vera við í arbeiðinum at upplýsa um vandan við rúsdrekka Landsfyritøkan er skipað sambært løgtingslóg. Starvið Stjórin hevur ábyrgdina av at leiða, reka og menna landsfyritøkuna, og skal fremja tær uppgávur og ætlanir, sum eru lagdar til Rúsdrekkasølu Landsins. Førleikakrøv Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir hava: • hóskandi útbúgving • leiðsluroyndir innan almenna ella privata umsiting • viðkomandi royndir innan arbeiðsøkið • góðar samstarvseginleikar umframt mennandi leiðslustíl • áræði og eru sjálvstøðugir. Vit kunnu bjóða Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við nógvum samskifti úteftir. Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har ið tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við politisku myndugleikarnar, áhugabólkar í samfelagnum og starvsfólkini hjá landsfyritøkuni. Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgvingum. Løn og setanartreytir Starvið verður lønt ájavnt 36. lønarflokk hjá Tænastumonnum Landsins, tó uttan at talan er um tænastumannastarv. Viðvíkjandi setanartreytum annars verður víst til avvarðandi sáttmála.Starvsheitið er stjóri,og tænastustaðurin er Rúsdrekkasøla Landsins. Setanarøkið er Vinnumálaráðið og hini stjórnarráðini umframt stovnar undir. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Vinnumálaráðið Tinganes Postsmoga 377 110 Tórshavn Umsóknirnar skulu verða Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. oktober 2005. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið á tlf.35 60 60 ella vmr@vmr.fo Rúsdrekkasøla Landsins er landsfyritøka undir Vinnumálaráðnum og hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka.Rúsdrekkasøla Landsins skal útvega kundunum góðskuvørur,skapa fortreytir fyri einum vælvirkandi søluneti kring landið, og samstundis virka fyri, at tey rúsdrekkapolitisku málini, ið Føroya landsstýri setir,verða nádd. Rúsdrekkasøla Landsins er stovnsett sambært §4 í løgtingslóg nr.20 frá 10/3-92 um innflutning og sølu av rúsdrekka við seinni broytingum. Reglur fyri virksemið hevur landsstýrið fyrisett í kunngerð nr. 144 frá 20/10-92 um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins. Rúsdrekkasøla Landsins hevur 6 deildir kring landið. Høvuðsskrivstovan er í Tórshavn. Tilsamans 34 fólk arbeiða hjá landsfyritøkuni.