týsdagur 20. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 178 - 20. september 2005
Barnaverndarstova Føroya
Í nýggju barnaverndarlógini verður álagt
øllum kommununum í Føroyum at vera
felags um eina barnaverndarstovu . Í
hesum sambandi hava Kommunusam-
skipan Føroya og Føroya Kommunufelag
vegna allar kommunur í Føroyum tikið
stig til eina felagskommunala barnavernd-
arstovu, ið ber heitið Barnaverndarstova
Føroya.
Uppgávur sambært nýggju
barnaverndarlógini
Nýggja barnaverndarlógin fer at virka frá
1. januar 2006, og tá verður størsti
parturin av barnverndarøkinum lagdur út
til kommunurnar at umsita. Í lógini verður
álagt kommununum at finna saman í
samstarvseindir ella barnaverndarøki á í
minsta lagi 1500 fólk, og í tilknýti til hesar
eindir at seta felags barnaverndarnevndir
og umsitingar sum skulu málsviðgera og
taka avgerðir í barnaverndarmálum.
Høvuðsuppgávan hjá
Barnaverndarstovu Føroya verður at
• styrkja og samskipa lokalu barnavernd-
arøkini kring landið
• vegleiða og ráðgeva lokalu barnavernd-
arøkjunum í almennum spurningum
• skipa fyri undirvísing og skeiðvirksemi
• skipa og umsita eina
fosturforeldraskipan fyri alt landið
Barnaverndarstova Føroya er sostatt ein
týðandi fyritreyt fyri at kommunalu
barnverndarøkini kring landið koma at
virka nøktandi.
Barnaverndarstova Føroya
R. C. Effersøesgøta 30, 100 Tórshavn
Leiðari og starvsfólk til Barnaverndarstovu Føroya
Gerist verjar hjá børnunum
Leiðari til
Barnaverndarstovu Føroya
Starvið sum leiðari fyri Barnaverndar-
stovu Føroya verður at seta 1. novem-
ber 2005, ella sum hóskar til uppsagnar-
freistina í einum verandi starvi.
Uppgávur og avbjóðingar Leiðarin
kemur at hava dagligu leiðsluna á
Barnaverndarstovu Føroya. Hann skal
frá byrjan vera við til at mynda og skapa
ein vælvirkandi tænastudepil fyri lokalu
barnaverndarøkini í samsvari við
ásetingarnar í barnaverndarlógini.
Førleikakrøv Leiðarin skal hava
hóskandi ástøðiliga útbúgving og hava
hollan kunnleika til sosiala økið,
kommunal viðurskifti og fyrisitingarrætt.
Tað er ein fyrimunir, um leiðarin hevur
leiðsluroyndir ella royndir av at
samskipa størri verkætlanir.
Leiðarin skal vera virkisfúsur, hava evni
at arbeiða sjálvstøðugt og duga at
samskipa og samstarva tvørtur um faklig
mørk. Neyðugt er eisini, at leiðarin
hevur evnini at skapa samstarvsvilja
ímillum lokalu barnaverndarøkini, og at
viðkomandi hevur innlivingarevni og
kann seta seg inn í ymsu fyritreytirnar,
barnverndarøkini kring landið hava.
Setanarviðurskifti Starvið verður lønt
í samsvari við fakligan førleika og
royndir
Starvsfólk til
Barnaverndarstovu Føroya
Starvsfólk á Barnaverndarstovu Føroya
verður at seta 15. november, ella sum
hóskar til uppsagnarfreistina í einum
verandi starvi.
Uppgávur Starvsfólkið fer í tøttum
samstarvi við leiðaran at mynda
Barnaverndarstovu Føroya.
Førleikakrøv Starvsfólkið skal hava
sosialfakliga útbúgving og helst hollan
kunnleika til barnverndarøkið. Viðkom-
andi skal hava góð samstarvsevni og
duga væl at samskipa og raðfesta
arbeiðið.
Setanarviðurskifti Starvið verður lønt
sambært sáttmála við avvarðandi
fakfelag.
Fyri bæði størvini er galdandi:
Starvsstaður Skrivstovan kemur at
liggja í Tórshavn. Roknast má við, at
nakað av ferðing verður til barnav-
erndarøkini kring landið
Umsókn Umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði og skulu saman við avriti av
prógvum v.m. sendast
Barnaverndarstovu Føroya
Lucas Debesargøta 6-8
Postboks 53
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 5. oktober.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við
at venda sær til Kommunusamskipan
Føroya, tel 32 21 80, ella Føroya
kommunufelag, tel 44 76 00.
Starvsprofilar finnur tú á heimasíðunum
www.ksf.fo ella www.fkf.fo
Barnaverndarstova Føroya fer at virka 1. november 2005. Barnaverndarstovan skal samskipa og stimbra alla barna-
vernd kring landið, so at verjan av okkara komandi ættarliðum verður styrkt. Við hesum verður lýst eftir einum
leiðara og einum starvsfólki til Barnaverndarstovu Føroya
www.sansir.fo