týsdagur 20. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 20. september 2005
5
Ótrúligur føroyskur
mentanararvur undir hamaran
Túsundvís av brøvum
og skjølum av ómet-
andi virði fyri før-
oyska gransking og
føroysk-danska
mentanararvin eru
funnin. Øll henda
forkunnuga skjala-
goymslan fer undir
hamarin í november
mánaði, skrivaði
danska blaðið BT
SKJØL
Snorri Brend
Ein av teimum týdningar-
mestu og verandi skjala-
goymslan til at lýsa før-
oysku mál- og mentunar-
søguna er nú komin undan
kavi, eftir at hava verið
løgd til viks í Føroyum.
Talan er um tað sonevnda
"Evensen-Arkivet",
sum
umfatar fleiri túsund upp-
runaliga brøv og skjøl frá
føroyska málgranskaranum
og prestinum A.C. Even-
sen.
Øll hesi skjølini fara
undir hamarin hjá Bruun
Rasmussen Kunstauktioner
í Keypmannahavn seinast í
november mánað.
- Vit fingu eitt tips um
málið fyri einum hálvum
ári síðni, og hava síðani
brúkt tíðina at kanna tað,
áðrenn vit nú hava al-
mannakunngjørt
skjala-
goymsluna, sigur Sebastian
Hauge Lerche, sum er
kommunikatiónsstjóri hjá
Bruun Rasmussen.
Skjalagoymslan
hevur
avgerandi
týdning
fyri
føroyska – og eisini danska
– mentanararvin, og hevur
haraftrat ómetaligt virði
fyri føroyska gransking.
- Vit hava soleiðis –
varliga – mett virðið á
skjalagoymsluni til eina
fjórðings millión, sigur
Sebastian Hauge Lerche.
Landsbókavørðurin:
- Skjølini hava søguligt virði
Seinast í november
fara ein hópur av
søguligum føroyskum
skjølum undir ham-
arin á danskari aukti-
ón. Martin Næs,
landsbókavørður
kennir ikki júst hesi
skjølini, men viðgong-
ur at tað ljóðar sum
um hesi skjølini hava
eitt stórt søguligt virði
SKJØL
Snorri Brend
Martin Næs segði sunnu-
dagin – sama dag sum tíð-
indini komu fram - at hann
er vitandi um eina samling
av skjølum hjá AC Even-
sen. Men um talan er um
somu skjøl, sum nú fara á
auktión veit hann av góðum
grundum ikki.
Hinvegin so finst ein lóg
– tann sonevnda Bókasavns-
lógin – har ein hevur tryggj-
að seg ímóti, at ment-
anargripir
verða
fluttir
soleiðis av landinum.
Martin vísir til grein 4 í
lógini, har greitt er orðað
um handrit, sum ikki mugu
flytast av landinum.
Í hesum førinum er
kortini eitt sindur óvist úr
hvørjum tíðarskeiði, hesi
skjølini eru.
AC Evensen (1874 –
1917) virkaði tað mesta av
síni tíð í Føroyum, og tí
kunnu hetta vera skjøl frá
hesi tíðini. Hinvegin so
sigur lógin greitt, at tað er
ikki loyvt at taka skjøl og
flyta tey í annað land, uttan
við loyvi frá landsstýris-
manninum í mentamálum.
- Men sjálvandi – her
kann jú saktans vera talan
um eitt heilt annað savn.
Men í øllum førum sær
hetta út til at vera eitt
virðismikið savn, sigur
landsbókavørðurin.
Bókasavnslógin
Í grein 4 í Bókasavnslógini verur soleiðis tikið til:
"Bøkur, handrit og onnur verk, ið eru privat ella
almenn ogn, eldri enn 100 ár, eru at meta sum
mentanargripir og mega ikki flytast úr landinum
uttan við serligum loyvi frá landsstýrismanninum í
mentamálum".
FAKTA
Jógvan:
Ráðføri meg
við onnur
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í Mentamál-
um, segði við útvarpið
sunnudagin, at hann fekk
boð fyri nøkrum døgum
síðani um at skjølini hjá
Evensen fóru at verða
seld. Hann fer nú at seta
seg í samband við Lands-
skjalasavnið og kanska
onnur við, fyri at ráðføra
seg og síðani taka støðu
til, hvat ið tað almenna
fer at gera.
sb.
Martin Næs, landsbókavørður metir at skjølini hava søguligt
virði
(savnsmynd)
Sámal T. F. Johan-
sen, landsskjala-
vørður hevur ikki
sæð skjølini, sum
fara á auktión um
góðar tveir mánaðir
SKJØL
Snorri Brend
Landsskjalavørðurin sig-
ur - í generellari - við-
merking, at er talan um
privat skjøl so er tað ein
privat ogn. Men er talan
um almenn skjøl, so eru
tey at rokna sum almenn
ogn.
Er talan veruliga um
almenn skjøl, so skulu
tey latast Landsskjala-
savninum ella øðrum
stovni í varðveitslu.
Í slíkum førum er tað
altíð ein meting, um slík
skjøl hava serligt virði
fyri okkum føroyingar.
Ber kortini ikki til at fáa
tey í varðveitslu, so er ein
annar møguleiki at fáa
ljóstak av skjølunum.
Sjálvur hoyrdi Sámal
um hesi skjølini fríggja-
dagin, tá umboð fyri
Bruun Rasmussen (teir
sum skipa fyri auktión-
ini) sendi honum ein
teldupost, har greitt varð
frá hesi ætlanini.
- Vit eru tí í løtuni í
ferð við at kanna, hvat er
í øllum hesum málinum.
- Vit fara eisini at seta
okkum í samband við
miðfyrisitingina um, hvat
gerast kann um ein partur
av mentanararvi okkara
soleiðis fara aðrastaðir,
sigur hann í stuttari
viðmerking.
Landsskjalavørðurin:
- Kanna hvørji
skjølini eru