týsdagur 20. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 178 - 20. september 2005
– Tað er ikki uttan
orsøk, at spurningur
settur við um løg-
maður hevur brotið
stýrisskipanarlógina.
Men hann eigur í
mesta lagi at at fáa
eina átalu, sigur
Bjørn á Heygum, sum
var við til at gera
stýrisskipanarlógina
ÍSLANDSSÁTTMÁLIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er væl skiljandi, at
spurningurin verður reistur
um løgmaður hevur brotið
stýrisskipanarlógina.
Tað heldur Bjørn á Heyg-
um, løgfrøðingur, var við til
at gera stýrisskipanarlóg-
ina.
Men hann er eisini púra
vísur í, at tað hevur ikki
verið við beráddum huga.
Tí heldur hann eisini, at
tað er heilt burturvið at
krevja at løgmaður skal
fara frá.
– So álvarsligt er eitt
møguligt brot á stýrisskip-
anina als ikki.
Hann heldur tí, at løg-
maður kann í mesta lagi fáa
eina átalu.
Umsitingin ósamd
Eftir
stýrisskipanarlógin
skulu allir týðandi millum-
tjóðasáttmálar góðkennast
av Føroya Løgtingi.
– So er tað sjálvandi ein
tulkingarspurningur
um
hetta er ein týðandi sátt-
máli, sigur Bjørn á Heyg-
um.
Sjálvur heldur hann, at
ein sáttmáli, sum setir full-
komnan fríhandil í gildi
ímillum tvey lond, má sig-
ast at vera ein týðandi sátt-
máli.
Men síðani hendir tað, at
løgmaður setir tann partin
av sáttmálanum í gildi
beinanvegin, sum gevur
fríhandil fyri vørur ímillum
Ísland og Føroyar.
– Tað er í sær sjálvum ein
ásannan av, at talan er um
ein týðandi sáttmála, sum
skal fyri løgtingið, tí annars
hevði løgmaður uttan iva
sett allan sáttmálan í gildi
beinanvegin.
– Men við hesm metir løg-
maður sostatt eisini, at
spurningurin um tollfrælsi
er so lítið týðandi, at hann
kann setast í gildi uttanum
løgtingið.
Løgfrøðingurin heldur, at
tað er eyðsæð ein tulkingar-
spurningur.
Kortini heldur hann, at
tað er váðaverk at pilka ein
sáttmála sundur, tí eftir
hansara tykki eigur hann at
verða mettur sum ein eind.
Og hvat hendir um løg-
tingið vrakar sáttmálan,
spyr Bjørn á Heygum.
Hann heldur, at so hevur
løgmaður fingið ein heilt
álvarsligan trupulleika við
tað, at hann hevur sett ein
part av honum í gildi.
– Tað er vágaverk av løgmanni at seta ein part av
fríhandilsavtaluni í gildi beinanvegin, tí hendir tað, at løgtingið
vrakar avtaluna, fær hann ein veldugan trupulleika, heldur
Bjørn á Heygum, sum var við til at gera stýrisskipanina
Løgtingsskrivstovan
heldur, at avtala um
fult tollfrælsi millum
Føroyar og Ísland er í
stríð við stýrisskipan-
arlógina. Andstøðu-
tingmaður ætlar sær
víðari við málinum
og mælir til at seta ein
kanningarstjóra.
Løgmaður heldur seg
einki skeivt hava gjørt
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyrsta frælsið í fríhandils-
sáttmálanum millum Før-
oyar og Ísland skapar nú
trupulleikar hjá løgmanni.
Umsitingin í løgtinginum
heldur,
at
heimildirnar
neyvan vóru í lagi, tá ið
løgmaður gjørdi eina avtalu
við íslendingar um toll-
frælsið millum Føroyar og
Ísland uttan at løgtingið
góðkendi hesa avtalu.
Andstøðutingmaður
heldur, at talan er um eitt
álvarsmál, og hann ætlar
sær víðari við málinum fyri
at fáa tað betur lýst.
Løgmaður heldur hin-
vegin, at hann hevur einki
skeivt gjørt, og at hann
kundi gera avtaluna við
íslendingar
uttan
at
løgtingið góðkendi hesa
avtalu, tí neyðugt var ikki
við lógarbroytingum.
Tvær avtalur
Síðsta dagin í august settu
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, og Dávið Oddson,
íslendskur
uttanríkisráð-
harri, sínar undirskriftir á
ein sáttmála millum Føroy-
ar og Ísland.
Sáttmálin skal gera Før-
oyar og Ísland til eitt bú-
skaparøki, og sáttmálin er
tann mest víðfevndi, sum
føroyingar nakrantíð hava
gjørt við eitt annað land.
Frameftir skulu vørur,
tænastur, kapitalur og fólk
hava frítt at ferðast millum
Føroyar og Ísland, og við
sáttmálanum kunnu før-
oyskar fyritøkur uttan trup-
ulleikar seta seg niður í
Íslandi og øvugt.
Longu tveir dagar seinni
– tann 2. september – varð
ein partur av fríhandilssátt-
málanum millum føroy-
ingar og íslendingar settur í
gildi, tá ið Jóannes Eides-
gaard og Dávið Oddson
skrivaðu undir eina nýggja
avtalu, sum setti tað fyrsta
frælsið í gildi beinanvegin.
Hetta var tollfrælsi fyri
vørur, sum ferðast land-
anna millum, og meðan
bíðað verður eftir, at frí-
handilssáttmálin
verður
settur í gildi allur, sum
hann er, verður avtalan um
tollfrælsi galdandi.
Kannaði heimildirnar
Uttanlandsnevndin hjá løg-
tinginum var við í arbeiðn-
um at fyrireika høvuðssátt-
málan við íslendingar, og
nevndin viðmælti sáttmál-
an, sum løgmaður og
íslendski uttanríkisráðharr-
in skrivaðu undir tann 31.
august.
Men avtalan, sum varð
gjørd tann 2. september, var
ongantíð viðgjørd í uttan-
landsnevndini, og tað er
hon, sum nú er blivin mið-
depil í einum nýggjum
politiskum stríði.
Johan Dahl, sum er for-
maður í uttanlandsnevnd-
ini, spurdi løgmann um
heimildarnar fyri at seta
tollavtaluna í gildi, og tann
8. september fekk hann
svar frá løgmansskrivstov-
uni, sum grundgav fyri
heimildunum at gera av-
taluna.
Formaðurin í uttanlands-
nevndini bæð umsitingina í
løgtinginum gera viðmerk-
ingar til skrivið frá løg-
mansskrivstovuni, og tá ið
svarið kom frá Kristinu
Samuelsen, skrivara hjá
uttanlandsnevndini, varð
eldur settur í fjúsið.
Ivasamar heimildir
Umsitingin hjá løgtingin-
um pettar skrivið frá løg-
mansskrivstovuni sundur
og ger viðmerkingar til 13
viðurskifti í skrivinum. Í
viðmerkingunum
verður
stórt spurnartekin sett við
heimildirnar at gera tolla-
vtalu við íslendingar, uttan
at málið hevur verið fyri í
løgtinginum.
Løgtingsskrivstovan hel-
dur, at løgmaður fyri tað
Tollfrælsi setti eld
– Eg síggi ongar
trupulleikar við, at
løgmaður skrivaði
undir tollavtaluna
við íslendingar,
sigur Anfinn Kalls-
berg, fyrrverandi
løgmaður og limur í
uttanlandsnevnd-
ini, sum stuðlar av-
gerðini hjá
løgmanni
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Tað ber til at vera so
formalistiskur, at einki
hendir nakrantíð.
Tað
sigur
Anfinn
Kallsberg, fyrrverandi
løgmaður og limur í
uttanlandsnevndini hjá
løgtinginum, um toll-
avtalvuna, sum løgmaður
gjørdi við íslendingar.
– Ein samd uttanlands-
nevnd tekur undir við
sáttmálanum við íslend-
ingar,
og
tollavtalan
byggir á hendan sátt-
mála. Eg síggi viðgerð-
ina í uttanlandsnevndina
sum eitt blástempul av
sáttmálanum, og tí síggi
eg ongar trupulleikar við
at seta ein part av sátt-
málanum í gildi beinan-
vegin,
sigur
Anfinn
Kallsberg.
Hann sigur, at løg-
maður ringdi til hansara,
áðrenn hann skrivaði
undir tollavtaluna við
íslendigar, og Anfinn
Kallsberg tók undir við,
at avtalan varð undir-
skrivað beinanvegin.
– Tað er upp á tíðina, at
hesin sáttmálin fæst at
virka, sigur hann
Anfinn
Kallsberg
heldur lítið um, at toll-
avtalan nú er blivið eitt
heitt politiskt mál.
– Eg haldi, at ting-
menn
skuldu
heldur
brúkt tíðina til okkurt
annað
enn
sovorðið
tvætl, sigur fyrrverandi
løgmaður.
Fyrrverandi løgmaður
sær ongar trupulleikar
Síðst í august skrivaðu Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Dávið Oddson, íslendskur uttanríkisráðharri, undir
Føroyar og Ísland til eitt búskaparøki. Tveir dagar seinni skrivaðu teir undir eina avtalu um tollfrælsi, og
miðdepil í einum nýggjum politiskum stríði
Løgmaður eigur í mesta lagi at fáa e