týsdagur 20. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 20. september 2005
7
fyrsta ikki hevur ráðført seg
við uttanlandsnevndina um
tollavtaluna, og fyri tað
næsta kann uttanlands-
nevndin ikki taka støðu
vegna løgtingið, tá ið av-
talur eru tengdar at luttøk-
uni hjá løgtinginum ella eru
av týdningarmiklar.
Sambært stýrisskipanar-
lógini skulu allar týðandi
millumtjóðaavtalur
góð-
kennast av løgtinginum,
áðrenn tær verða settar í
gildi. Um lógarbroytingar
eru tengdar at avtaluni, skal
løgtingið verða við, og tað
sama er galdandi um avtal-
an verður mett at vera týdn-
ingarmikil.
– Metingin av, um ein
sáttmáli er týdningarmikil í
s t ý r i s s k i p a n a r l i g u m
týdningi, liggur í fyrstu
syftu hjá løgmanni og í
síðsta enda í løgtinginum,
skrivar Kristina Samuelsen,
nevndarskrivari, í sínum
viðmerkingum.
Mælir til
kanningarstjóra
Løgmaður metti ikki, at
talan var um eina so
týdningarmikla avtalu, at
hon skuldi leggjast fyri
løgtingið at verða góðkend,
áðrenn hon kundi koma í
gildi. Harafturat heldur
løgmaður heldur ikki, at
neyðugt er við lógarbroyt-
ingum.
Løgmaður spurdi Toll- og
Skattstovuna um hetta, og
svarið frá Toll og Skatt var,
at tað er ikki neyðugt við
lógarbroytingum fyri at
seta tollavtaluna í gildi.
Løgtingsskrivstovan hel-
dur hinvegin, at tað er sera
ivasamt, um landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum
hevur heimild at gera
fyriskipan um at taka av
tollin á til dømis mjólk, ið
verður innflutt til Føroya úr
Íslandi, fyrr enn sáttmálin
um frælsa flyting av vørum
er lagdur fyri og góðkendur
av løgtinginum.
Hergeir Nielsen, løg-
tingsmaður fyri Tjóðveld-
isflokkin, heldur, at talan er
um álvarsligt mál, og hann
segði í gjár við Útvarpið, at
hann ætlar sær víðari við
málinum.
Hergeir Nielsen helt, at
frægasta loysnin var at seta
ein
kanningarstjóra
at
kanna heimildirnar hjá løg-
manni. Fyri at løgtingsfor-
maðurin skal seta ein kann-
ingarstjóra skal ein áheitan
koma frá tveimum fimta-
partum av løgtingslimun-
um.
Bjørn á Heygum heldur
ikki, at tað kundi gingið
hampiliga skjótt hjá løg-
manni at lagt málið fyri
tingið og tryggja sær tings-
ins góðkenning.
– So hevði løgmaður
loyst allar trupulleikar og
hevði tryggjað seg ímóti
mistøkum. At pilka ein
sáttmála sundur, soleiðis,
sum løgmaður hevur gjørt í
hesum føri, er eitt ógvuliga
vandamikil leið at koma
inn á.
– Tað hevði verið rættari
av løgmanni at handfarið
málið soleiðis, at tað ikki
bar til at sáa iva um manna-
gongdina.
Neyðugt við greiðum
mannagongdum
Bjørn á Heygum vísur á, at
hetta málið vísir, at ósemja
er ímillum umsitinginia hjá
løgmanni, sum tilkar málið
so, at hann hevur heimild-
ina og so umsitingina hjá
uttanlandsnevndini, sum
setir spurnartekin við tað.
– Tað rættast hevði
kanska verið at lagt málið
fyri landsstýrismálanevnd-
ina, sum so kundi komið til
eina niðurstøðu.
Í øllum førum heldur
Bjørn á Heygum avgjørt
ikki at eitt møguligt mistak
er so stórt, at tað eigur at
fáa avleiðingar fyri løg-
mann.
– Hetta er framvegis ein
tulkingarspurningur og vit
kunnu vera rættiliga vís í,
at tað er ikki við beráddum
huga, at løgmaður kanska
hevur sett stýrisskipanina
til viks, so linnandi um-
støður eru eisini í málinum.
Tí kann tað í mesta lagi
enda við eini átalu.
Hinvegin heldur løgfrøð-
ingurin at tað hevur sera
stóran týdning, at stýris-
skipanin verður hildin.
Tí heldur hann, avgjørt,
at løgtingið eigur at taka
málið upp og gera greiðar
mannagongdir fyri, hvussu
slík mál skulu avgreiðast.
– Onki samfelag kann
liva við, at ivi í heilum
verður skal vera sáddur um,
antin stýrisskipanin er brot-
in ella ikki og tí eiga greið-
ar mannagongdir at verða
gjørdar, heldur Bjørn á
Heygum.
d í fjúsið
Hjá mær er málið
avgreitt og nú stend-
ur tað til løgtingið at
gera av, hvørja lagnu
tað skal fáa, sigur
formaðurin í uttan-
landsnevndini
ÍSLANDSSÁTTMÁLIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg geri ikki meiri við
málið. Skal meiri gerast við
tað, má løgtingið gera tað.
Johan Dahl, formaður í
uttanlandsnevndini, sigur,
at hjá honum er spurning-
urin um heimildirnar hjá
løgmanni í sambandi við
íslandssáttmálan, avgreitt.
– Vit hava gjørt okkara so
nú stendur tað til løgtingið
at gera av, um nakað meiri
skal henda i málinum, sigur
hann.
Hann heldur annars, at
løgmaður eigur at leggja
íslandssáttmálan fyri løg-
tingið, so at tingið kann
viðgera hann.
– So er málið avgreitt og
meiri havi eg ikki at siga
um hann.
– Eg havi gjørt tað, sum
formaðurin í uttanlands-
nevndini eigur at gera og
tað er at fáa tað lýst.
– Nú hava løgtingslimir
so fingið úrslitið og so
stendur tað til teir, um
meiri skal gerast við tað.
Kortini ásannar hann at
hann veit ikki, hvat sátt-
málin frá 2. september um
tollfrælsi fyri vørur, skuldi
til, tí tað er eisini umfatað
av tí fyrra sáttmálanum og
løgmaður eigur at leggja
hann fyri tingið og at fáa
málið avgreitt, sigur Johan
Dahl.
Liggur í hondunum á
løgtinginum
Løgtingslimir hava fingið
eina lýsing av málinum og
hjá mær er málið avgreitt,
sigur Johan Dahl
r ein viðfevndan sáttmála, sum skulu gera
tað er hendan avtalan, sum nú er blivin
Stýrisskipanarlógin
§ 52. Landsstýrið hevur málsræði í førum, sum
heimastýrinum er heimilað at tingast við og gera
avtalur við onnur lond.
Stk. 2. Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó
ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri
at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar.
Stk. 3. Samstundis sum slík avtala verður løgd fyri
løgtingið til góðkenningar, boðar landsstýrið frá,
hvørjar løgtingslógir og hvørji ríkislógartilmæli,
neyðug eru, til tess at millumlandasáttmálin kann
verða útintur.
eina átalu