Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 178 - 20. september 2005 MARKNAÐARRÁK Farna vika var full av kunn- gerðum, sum hava týdning fyri evru/dollarakursin. Og nógvu kunngerðirnar vístu ikki nakra eintýdda mynd av, hvønn veg kursurin skal. Hallið á handils-og gjalds- javnanum minkaðu, meðan smásølan frároknað bilar, og útlendskt keyp av amer- ikonskum virðisbrøvum vuksu meir enn væntað. Hesi viðurskifti styrkja dollaran, tí tey benda á ein vaksandi búskap sum hevur lætt við at draga útlendska fígging til sín. Í Evropa var prísvøksturin kunngjørdur. Frároknað olju og mat var hann bert hækkaður 1,3% seinasta árið. Tað bendir á, at evropiski miðbankin heldur stuttu rentuna í frið, og er tí við til at fáa evruna at vikna í mun til dollaran. Hinvegin lækkaðu amerik- onsku álitistølini nógv meir enn væntað. Álitistøl verða nýtt sum meting av gongd- ini í búskapinum, og um hesi hava rætt, sær minni gott út í USA. Úrslitið var, at evran viknaði frá 1,24 til 1,22 dollarar fyri hvørja. Lánsbrøv enn uttan rák 10-ára danska lánsbræva- rentan helt sær millum 3,00%-3,10% í farnu viku. Sostatt er ikki rættiligt rák komið á lánsbrævamarkn- aðinum enn. Tað førir við sær, at nøkur realkreditt- lánsbrøv geva gott avkast, tí hesi geva hægri rentu enn statslánsbrøv, meðan kurs- urin harafturímóti ikki flyt- ir seg eins nógv. Partabrøv kunnu hækka meira Álitistølini úr USA ávirk- aðu ikki partabrøvini fríggjadagin. Hinvegin hækkaðu partabrøvini sum heild orsakað av, at oljan lækkaði munandi og tí at Bush kunngjørdi, at býirnir, ið vóru raktir at ódnini Katrinum skulu endur- byggjast. Hetta førdi við sær optimismu og boðar sum heild frá øktum virksemi. Hesa vikuna Hesa vikuna fara fíggjar- marknaðirnir at seta sjón- eykuna á amerikanska tjóð- bankan, Fed. Bankin fer væntandi at hækka stuttu rentuna til 3,75%, og tað mest áhugaverda við tí verður sum vant tíðinda- skrivið, sum verður kunn- gjørt í tí sambandi. Fer Fed at geva ábendingar um, at áhaldandi rentuhækkingar- nar seinasta árið eru við at enda? Um so er, er tað gott fyri bæði láns- og parta- brøv. Misjøvn búskapartekin Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 609,55 1,5% Lánsbrøv í DKK 105,85 -0,2% JPY 5,47 -0,1% Evru Lánsbrøv 176,38 -0,3% GBP 1.102,10 -0,2% Norrøn Partabrøv 101,44 1,4% NOK 95,73 0,0% Altjóða Vøkstur 67,38 0,9% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,00% 3,20% 3,40% 16/06 17/07 17/08 910 950 990 16/06 17/07 17/08 Vika 37, 2005 www.kaupthing.fo Hevndi seg inn á fimm bilar Ein 21 ára gamal maður varð sunnu- náttina handtikin av løgregluni fyri at hava gjørt seg inn fimm bilar í J. Nolsø- esgøtu í Havn. Hann játtaði seg sekan HERVERK Snorri Brend Havn: Kl. 02:48 sunnu- náttina fekk løgreglan eina uppringing frá einum íbúgva í J. Nolsøesgøtu. Viðkomandi segði seg hava afturhildið einum ungum manni, sum hevði gjørt seg inn á bil hansara. Hann hevði m.a. brotið eitt av speglunum á bil- inum. Løgreglan kom á staðið og tók sær av manninum, sum játtaði at hava gjørt seg inn á henda bilin – og fýra aðrar bilar í somu gøtu! Bilarnir stóðu allir parkeraðir framvið vegn- um, og líkt er til, at ungi maðurin hevur tikið teir ein fyri ein og hevur gjørt seg inn á m.a. speglini á hesum bilunum. Enn veit løgreglan ikki orsøkina til hesar gerð- irnar hjá unga manninum. Annars hevur talan verið um eitt friðarligt viku- skifti í høvuðsstaðnum. Spegl og bilar høvdu fingið skaða av herverk- inum - Við gykli verður pappír til pengar Allan henda mánaðin hevur Nósi hátíðar- hildið føðingardag sín. Leygardagin vitj- aðu teir í Havn og sunnudagin endaði føðingardagshaldið í Suðuroy FØÐINGARDAGUR Snorri Brend Havn: Tey sótu øll sum á nálum, meðan Niklái á Neystalofti bilsin sá, hvussu ein rættur gyklari arbeiðir. Staðið var Badminton- høllin í Havn, har Nósi helt sín føðingardag fyri børn- um í Suðurstreymoy. Sam- an við Nikláa vóru tveir av vinmonnum hansara – gyklarin Ásbjørn Berthel- sen og búktalarin Absalon Áargarð. Í hondini hevði Ásbjørn ein blokk við pappírum. Hann spurdi Nikláa, hvat hetta var – og løtu seinni var hesin blokkurin vorðin til 50 kr. seðlar. Spurningurin var, hvat hann so skuldi nýta sína pengar til? - Teir ætli eg mær at brúka, var Niklái skjótur at svara. Men hann fekk svar uppá tiltalu, tí pengarnar teir setur ein í bankan – Føroya Banka, undirforstaðið. Hetta showið var ein partur av føðingardegshald- inum í Havn, har í hóptatali av børnum og vaksnum høvdu leitað sær. Showið varð fyrst fram- ført á middegi og aftur seinnapartin, fyri at øll skuldu fáa ríkiligt at plássi og fáa alt við. Á hvørjum staði hava børnini eisini havt møgu- leika at senda inn tekning- ar. Og á øllum støðum hev- ur ein so kosið vinnarar fyri bestu tekningina. Børnini hugnaðu sær saman við Nósa í Badmintonhøllini Mynd: Álvur Haraldsen