Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 20. september 2005 9 Norðurlendska Ferðslutrygdaráðið hevur í viku- skiftinum ársfund við Storforsen í Älvsby í Svøríki. Hvørt ár ger ráðið eina yvirlýsing um eitt av størstu vandamálunum í ferðsluni. Ein frágreiðing, sum ráðið hevur gjørt vísir, at rúsdrekkatrupullleikin er vaksandi í Norður- londum. Við á fundinum fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd eru Rúna Sivertsen, formaður og Jón Kragesteen, dag- ligur leiðari á RFF YVIRLÝSING Á NTR ársfundinum við í Älvsby í Svøríki 15.- 18. september 2005 varð henda yvirlýsingin samtykt: Norðurlond mugu leggja doyðin á arbeiðið á móti vaksandi rúsdrekkakoyring. Í tráð við hetta stuðlar Norðurlendska Ferðslutrygdaráðið Svøríki í ynskinum at gerast royndarland í EU. Eftir verkætlanini skal alko- lás verða lógarkravt í øllum bilum. Harumframt skal virkast fyri, at royndarøkið verður víðkað til øll norður- lond frá árinum 2012. Higartil hevur tálmandi alkohol- politikkurin í flestu Norðurlondum hildið rúsdrekka- nýtsluni á einum lutfalsliga lágum støði. Men henda siðvenja stendur nú fyri stórum broytingum, við tað at prísirnir lækka og rúsdrekka gerst lættari at fáa hendur á. NTR leggur seg ikki út í alkoholpolitikkin, men stað- festur at tað er skilligt samband millum økta alkohol- nýtslu og økta rúsdrekkakoyring. Tískil er rúsdrekkakoyringin ein samfelagssosialur trupulleiki í sera breiðari merking. Tað krevur í fyrsta umfari, at allir partar, ið hugsast kunnu, fara undir serlig átøk í móti hesum. Í framtíðini fer at bera til at loysa trupulleikin við rúsdrekkakoyring við hjálp av tøkni. Alkolásini, sum eru til taks í dag eru dýr og eru tøkniliga krevjandi. Men tøkniliga menningin gongur skjótt framá, og komandi árini kunnu vit vænta okkum eina røð av nýggjum tøkniligum skipanum. Við tíðini verða lásini bíligari og meiri nýtsluvinarlig, og tað fer at økja um eftirspurn- ingin. Norðurlendska Ferðslutrygdar Ráðið metir, at muna- dygg hugburðstilbúgving eigur at stuðla bilídnaðurin í at koma við nøktandi tekniskum standardloysnum í bilum til norðurlendska marknaðinum, í seinasta lagi 2012. Norðurlendska Ferðslutrygdarráðið, Nordisk Trafik- sikkerheds Råd, stytt NTR, er ein norðurlendskur "regnsskjólsfelagsskapur" fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd í Føroyum, Umferðarstofuna í Íslandi, Nationalförening- en för Trafiksäkerhetens Främjande í Svøríki, Liikenne- turva í Finnlandi, Rådet for Större Færdselssikkerhed í Danmark og Trygg Trafikk í Noregi. Forkvinnan í Ferðslu- trygd, Rúna Sivertsen er júst afturkomin av ráðstevnu í Svøríki, har tosað varð nógv um nýggja rúslásið til bilarnar KOYRING Snorri Brend Á ráðstevnuni varð víst á, at hetta rúslásið kann vera við til at bjarga hundraðtals mannalívum í ferðsluni. Tað er ikki bert tann drukni bilførarin, sum er í vanda, men so sanniliga eisini tey, sum á annan hátt ferðast á og fram við veg- unum. Ætlanin er at halda fram við arbeiðinum at minka um rúsdrekkakoyringina, og verður framvegis arbeitt við at Svøríki skal gerast ein royndarland á hesum øki. Hvørt ár doyggja eini 150 fólk í ferðsluni orsakað av rúsdrekkakoyring í Svø- ríki. Samanlagt doyggja eini 500 fólk um árið í øllum Norðurlondum. - Við hesum lásinum kunnu nógv mannalív verða spard, sigur hon. Rúna Sivertsen fegnast tí um, at nú verða stig tikin til at steðga hesum í norður- lendskum høpi. Tey fara tí at fylgja við gongdini í Norðurlondum, áðrenn nøkur stig verða tikin her á landi í hesum sambandi. – Rúslás á bilum eiga at verða kravd í Norð- urlondum, heldur norðurlendska ráðið fyri ferðslutrygd KOYRING Snorri Brend Í fyrstu syftu ynskir ráðið at fáa í lag eina royndarskipan við tvungnum rúslásum, skrivar svenska blaðið Norrbottens-Kuriren. Nýtslan av rúsevnum er í vøkstri í øllum Norður- londum, og av tí sama ger- ast tey alsamt fleiri sum koyra ávirkað. Ferðslu- trygdarráðið hevur tí sam- tykt eina niðurstøðu, har sagt verður, at øll Norður- lond eiga at gera eina felags roynd við rúslásum, skrivar svenska blaðið í dagsins útgávu. Rúslásið er ein teknisk innrætting, sum skráetur um persónurin handan rattið hevur drukkið. Hevur hann tað, so ger tólið tað ógjørligt hjá viðkomandi at seta bilin í gongd. Í Noregi hevur Motor- førernes Avholdsprosjekt kravt at hesi lásini verða sett í allar hýruvognar og bussar í landinum. – Sohvørt sum tann tøkniliga menningin fer fram, kunnu vit vænta at rúslásini eisini gerast bí- ligari, sigur Thomas Carls- son í svenska felagnum fyri ferðslutrygd. Ráðið heldur, at innan 2012 eigur ein bert at kunna fáa bilar til keyps, sum hava hesi rúslásini. Leiðarin í norðurlendska ferðslutrygdarráðnum, finski Matti Jarvinen heldur ikki, at rúsdrekka- koyringin í Finnlandi er økt nakað serligt, síðani landið slepti eykagjaldinum fyri rúsdrekka í fjør. - Ein frágreiðiðng kann vera, at tey sum drekka meiri aftaná broytingina, drukku meiri framman- undan, heldur hann. Rúslás í hvønn bil í 2012 – Rúslásið kann bjarga mannalívum Rúsdrekka og ferðsla eitt stórt vandamál Rúslásið er einfalt tól, men sum kortini kann spara hópin av mannalívum