Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 178 - 20. september 2005 Valúrlsitið í Týsklandi gjørdist heilt øðrvísi enn væntað. Hóast veljarakanningarnar í byrjan av val- stríðnum bendu á, at stóri andstøðuflokkurin CDU við Angela Merkel saman við CSU fór at verða á odda við 20% í mun til SPD hjá Schrøder, so stóð óvæntað mestsum jøvnum, tá ið avtornaði. CDU varð bert 0,8% frammanfyri SDP og tí vilja bæði oddafólkini vera við, at tey skulu mynda stjórn. Merkel heldur, at hon hóast afturgongd eigur at mynda stjórn, tí flokkur hennara er størstur og SPD hevur havt afturgongd. Schrøder í sínum lagi ger vart við, at ein afturgongd uppá 4,3% í roynd og veru ikki er nøkur afturgongd, tá hugsað verður um støðuna, veljarakanningarnar og valstríðið. Schrød- er ætlar sær tí so ella so at mynda nýggju týsku stjórnina. Tað verður eingin lættur setningur at skipa nýggja stjórn í Týsklandi. Hetta er galdandi uttan mun til, hvør, ið gerst kanslari. SPD hevur lítlan hug til at fara í eina samgongu við CDU og hevur longu boð- að frá, at hetta bert verður gjørt, um Schrøder verður kanslari. Merkel hevur boðað frá eini líknandi støðu. Skal stóra samgongan skipast, so skal hon standa á odda fyri hesari samgongu. Í hesi truplu støðu er stóri vinnarin á valinum, liberali flokkurin, komin í eina lyklastøðu. Mangt bendir á, at hesin flokkur kemur at gera av, hvør av teimum stóru skal hava kanslaran. Hetta vil so í báðum førum vera ein minnilutastjórn, ið fer at fáa stuðul frá teimum grønu, tí báðir teir stóru flokkarnir hava avnoktað vinstraflokkin Die Linke, sum hevur røtur til gomlu kommunistarnar í DDR. Tað er ikki líkamikið, ið skipar nýggja stjórn í Týsk- landi. Týskland hevur framvegis og hóast stórar trupulleikar triðsterkasta búskapin í ES. Hetta merkir, at alt, sum hendir í Týsklandi á búskaparliga ella politiska økinum, ávirkar alt Europa og lutvíst heimin við. Evran fall munandi, tá úrslitið kom og týska støðan fer uttan iva at ávirka keypsskálarnar í øllum heiminum. Tað ræður tí um skjótt at skipa nýggja stjórn, so búskaparpolitikkurin verður greiður. Um Schrøder skipar stjórn verður hildið fram við nýskipanarpolitikkinum, hóast hesin poli- tikkur ikki fellur í góða jørð hjá eitt nú fakfelags- rørsluni. Men kann hesin politikkur hinvegin minka um arbeiðsloysið, sum er 11%, so fara fakfeløgini ivaleyst at góðtaka politikkin hjá Schrøder, serstak- liga um tey fáa vissu fyri, at vælferðarsamfelagið ikki verður avviklað. Týskland er enn tað land í heiminum, ið hevur bestu vælferðarskipanir, og hesar sleppur Schrøder neyvan at nema. Um tað annars endar við eini Merkel stjórn, so verður væl- ferðin fyrsta offrið. Hetta fer at geva ófrið og turbu- lens á arbeiðsmarknaðinum, og tað er tað versta, ið henda kann fyri Týskland, nú arbeiðsplássini flyta til láglønarlondini fyri eystan. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Óvæntað úrslit VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kári P. Højgaard Tá samgongan legði upp- skot fyri tingið, um at veita rækjuflotanum stuðul, var grundgevingin, at neyðugt var at stuðla hesi vinnu. Føroyingar høvdu vunnið sær søgulig rættindi og nú var vandi fyri, at vit fram- yvir fóru at missa hesi, um veiðumøguleikarnir ikki vóru troyttir. Tíverri má ásannast, at rækjuvinnan er í svárari kreppu, nú er bert eitt skip er eftir til fiskiskap. Tað sum kann undra ein er, at uppskot er lagt fyri løg- tingið um eykajáttan (lóg- arbundin játtan) við hesum, eftir míni meting misvís- andi viðmerking. “ Upprunaliga varð mett, at neyðugt var við einari játtan uppá 10 mió. kr. í 2005. Fleiri skip hava ikki verið eins nógv í fiskiskapi hesa seinastu tíðina, sum tey vóru fyrru hálvu 2005. Nýggjar metingar vísa, at neyðugt verður við einari játtan í 2005 uppá 7,7. mió. kr”. Hví verður ikki sagt, at flestu skip eru løgd og manningarnar uppsagd- ar. Nú verður eftir stuðuls- lóg samtykt 14. maj 2005 við afturvirkandi kraft til 1. januar 2005, goldið út til skip, sum eru løgd og/ella flagga út. Bert tað eina rækjuskipið er eftir í vinnu, og kundi ein tí hugsa, at ætlaði stuðulin skuldi verða til at halda lív í rækjuvinn- uni, so okkurt skip hóraði undan og kundi fiska ma. rækjurnar í Eysturgrøn- landi. Hvussu verður við hesum rættindunum. Má fram- haldandi gjaldast fyri at sleppa at fiska hesar rækjur tá skip, ið hava fingið ávísa kvotu tillutaða, eru løgd ? 16 løgtingslimir at- kvøddu fyri stuðulsupp- skotinum, ein atkvøddi blankt og 9 vóru ímóti. Sjálvstýrisflokkurin at- kvøddi ímóti. Kundi skylt at ein ávísur “logikkur” var í øllum, um stuðulin varð galdandi frá tí degi, lógin varð kunn- gjørd tvs. í maj. Tann avgerandi spurn- ingurin er. “Hvat ágóða fær samfelagið av at gjalda rokningar aftur til 1. januar fyri skip, sum ikki eru í vinnu”? Gjald til rækjuflotan Alt truplari at skilja grundgevingarnar fyri rækjustuðli Rolf Guttesen Spurningar til fólkatings- mannin Høgna Hoydal, sitandi í "Den Nord- atlantiske Gruppe," um talu nr 320 tann 6. sep- tember 2005 í Fólkating- inum. Talan var partur av orðaskiftinum um nýggju fíggjarlógina, sum Thor Petersen, fíggjarráðharri hevði lagt fram, har Høgni Hoydal greiddi frá teim politisku og sam- felagsligu problemunum í Føroyum, soleiðis sum hann - og Norðuratlants- bólkurin - sær tey. 1) Hevur Høgni Hoydal sjálvur skriva alla talu nr 320, sum hon er endurgivin á Folkatingsins heimasíðu? - Um ikki, hvør hevur so? - Um ikki, hevur Høgni Hoydal ætlanir um at finna sær annan spin- doktara at hjálpa sær við taluskrivingini? 2) Hvat meinar Høgni Hoy- dal við orðingina, at "Det vil svare til, at Grønland havde højhedsretten over hele det nordlige Atlanter- hav med omkringliggende øer for 9 millioner om året." - Skal Norðuramerika (USA, Canada og Mexi- ko) roknast sum ein av hesum omkringliggende øer’? - Um Norðuramerika ikki er ein oyggj, men eitt kontinent, skulu vit so longur burtur fyri at finna tað, sum er ’om- kringliggende’? Skriftlig grundgeving: - Røða nummar 320 hendan dagin var ógvuliga áhugaverd, tí hon kombi- neraði eitt nú procentrokn- ing og geopolitikk uppá ein heilt nýggjan máta. Lo- gikkurin má vera, at tess minni blokkurin verður, jú lættari verður hjá føroy- ingum at kanna sær ’om- kringliggende øer’, ja kanska kunnu vit undir- leggja okkum heil konti- nentir uppá tann mátan. - Nú er vanligt í demo- kratinum at krevja skjala- innlit. Til dømis hevur í Fólkatinginum verið spurt um, hvør ið hevur skrivað Drotningataluna í Norður- landahúsinum, ið var hildin 20. juni ella fyri trimum mánaðum síðani (Betri seint enn aldrin). Hon vísti millum annað til nakrar nýggjari lógir, sum løg- tingið hevði samtykt. Spurningurin, sum er settur av fólkatingsliminum Høgna Hoydal, vil avklára hvussu nógv procent er skrivað av ávikavist Ríkis- umboðnum, Statsministeri- inum og av Drotningini sjálvari. Áhugavert! Hesin spurningur skal nokk loysa nøkur átroðkandi politisk og samfelagslig mál í Før- oyum, med omkringligg- ende øer. Tveir spurningar til Høgna Hoydal