týsdagur 20. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 20. september 2005
11
... um tú ikki orkar at
hoyra politikarar viðgera
tað, sum farið er – í long-
um greinum. Vit hava
nógv stórmál at viðgera í
Føroyum og áttu at nýtt
orkuna til framtíðina.
Men av tí at Bjarni Djur-
holm, varaløgmaður, í eini
grein herfyri royndi seg
sum
søguskrivara
við
grovari útspilling av Tjóð-
veldisflokkinum og undir-
ritaða,
havi
eg
eftir
drúgva umhugsan gjørt
av at svara aftur. Hetta
verður fyrstu ferð, at eg
skrivliga greiði frá roynd-
unum
hjá Tjóðveldis-
flokkinum í fullveldis-
samgonguni við Fólka-
flokkin frá 1998-2003.
Høgni Hoydal
Tað er stuttligt, men sam-
stundis grátiligt at eygleiða,
tá menninir í landsins
hægstu størvum tríva í
pennin og geva sítt íkast til
politiska orðaskiftið í land-
inum. Her eru stórmál at
viðgera og ørgrynna av
óloystum
trupulleikum.
Seinastu mánaðirnar hava
bæði løgtingsformaðurin úr
Sambandsflokkinum, løg-
maðurin úr Javnaðarflokk-
inum og nú seinast vara-
løgmaðurin úr Fólkaflokk-
inum, skrivað greinar í
bløðunum. Men ikki eitt
orð um politisku ætlanirnar
hjá samgonguni ella um tær
avbjóðingar, ið skulu takast
í dagsins samfelag.
Hinvegin er felags boð-
skapurin: ABC-samgongan
hevur onga ábyrgd av nøkr-
um. Tjóðveldisflokkurin er
rótin til alt ilt – og tí ræður
um at bryggja tær mest
ótrúligu íspunnu søgurnar
um Tjóðveldisflokkin. Fyri
uttanfyristandandi má vera
trupult at fata, at tað er
Tjóðveldisflokkurin sum er
í andstøðu og hinir eru í
samgongu.
Eitt
tað
merkiligasta
íkastið kom frá varaløg-
manni Bjarna Djurholm
(BD) fyri einum tveimum
vikum síðani.
Frá fullveldissamtykt til
sambandspolitikk
BD hevur gingið á odda í
mótsigandi herferðini hjá
samgonguni at leggja Tjóð-
veldisflokkin og undirrit-
aða undir at hava tikið
undir við yvirtøkulóg og
uttanríkispolitisku ómegd-
arlógini. Men hann avdúkar
greitt í síni skriving, at
hóast hann var landsstýris-
maður í undanfarnu sam-
gongu, so var hann í and-
støðu til alt, sum hendi á
fullveldisleið og samstarv-
aði als ikki um tey mál, ið
samgongan hevði sett sær.
Í 2001 arbeiddi lands-
stýrið eftir løgtingssam-
tyktini um Sjálvstýri Før-
oya Fólks. Tað var henda
samtykt, ið ásetti:
- at Føroya fólk hevur
sjálvsavgerðarætt sam-
bært altjóða reglum
- at Løgtingið setti sær
sum mál at skipa Føroyar
sum land við fullveldi
- at blokkstuðulin skuldi
minkast heilt burtur og
búskapargrunnur stovn-
ast
- og at øll stór málsøki
skuldu verða yvirtikin
innan 2008.
Tí var undirritaði eisini
positivur, tá Fogh-stjórnin
segði seg vilja samstarva
um at fáa tey stóru málini á
føroyskar hendur. Skjótt
kom tó fyri ein dag, at And-
ers Fogh eins og Poul
Nyrup Rasmussen, vildi
bert samstarva um yvirtøk-
ur, um vit samstundis játt-
aðu at binda okkum til
danskan statsrætt og danska
yvirvøld í Føroyum.
Undanfarna samgonga
góðtók ongantíð donsku
kravboðini, og tískil gekk
eisini so striltið at yvirtaka
málsøki. Kortini fjaldi BD
ongantíð – hvørki í lands-
stýrinum, í almenninginum
ella mótvegis donskum
politikarum – at hann góð-
tók donsku krøvini.
Nú hevur hann fingið sín
vilja. Burtur er fullveldis-
samtyktin, sum Fólkaflokk-
urin tíverri ongantíð helt
seg til. Men hví hann skal
draga Tjóðveldisflokkin við
í knæfallið, er framvegis
ein gáta. Tjóðveldisflokk-
urin hevru ongantíð tikið
undir við hesi yvirtøkulóg
ella
uttanríkispolitisku
ómegdarlógini.
Munurin millum støðuna
í 2002, tá eg tosaði um
sjeymílafet móti fullveldin-
um, og sambandspolitikkin,
ið nú er settur í verk, kann
best lýsast við, at tá høvdu
vit eina løgtingssamtykt
um fullveldi. Nú hava vit
tvær løgtingslógir og tvær
danskar
ríkislógir,
har
Løgtingið hevur samtykt
danska yvirvøld í Føroyum
og hevur sjálvboðið lógar-
fest eina ómegdarstøðu.
Blint hatur til
loysingarfólk
Greinarnar hjá varaløg-
manni eru næstan líka
skemtiligar sum greinarnar
hjá Virgari T. Dalsgaard.
Tykist nærum sum okkurt
slag av blindum hatri til
ikki bara Tjóðveldisflokk-
in, men til loysingar- og
fullveldisfólk sum heild.
Høvdu tjóðveldisfólk nýtt
slíkan málburð og havt slík-
ar útspillingar av dønum,
sum hesir menn nýta um
føroysku loysingarrørsluna,
so høvdu vit av røttum
kunnað verið løgd undir
hatur til Danmark og danir.
Men stríðið fyri fólkarætti
og javnrætti er ikki eitt stríð
ímóti persónum ella ímóti
eini aðrari tjóð. Tað er eitt
stríð fyri nøkrum – eitt stríð
fyri ábyrgd og fyri at vit
kunnu samstarva við Dan-
mark og onnur lond á jøvn-
um føti.
Og helst er tað júst her, at
skammlopið hendir hjá BD.
Tá
Tjóðveldisflokkurin
mótmælir, at samgongan
hevur samtykt danska lóg-
gávu, ið ger okkum til ein
danskan landslut undir
donsku grundlógini, sum
bert kann gera avtalur við
onnur sum “Kongeriget
Danmark” for så vidt angår
Færøerne”. So sigur BD, at
vit eru ímóti dønum! At vit
vilja
konfrontasjón
og
øsing. Vit hava eisini fleiri
ferðir hoyrt varaløgmann
finnast at Tjóðveldisflokk-
inum á tingsins røðarapalli,
har hann førir fram, at tjóð-
veldismenn hava danskar
konur og at tjóðveldisfólk
eru í donskum starvi. Jú-
men, hvat løgið er í tí? Tað
er bert løgið, um tú hevur ta
hatursfullu heimsmyndina,
at føroyskt sjálvræði er eitt
álop á danir.
Djurholm er ikki
sambandsmaður
Fleiri tjóðveldisfólk skíra
Bjarna
Djurholm
sam-
bandsmann, men eg haldi
ikki, tað er rætt at seta slíkt
spjaldur á hann. Bjarni
Djurholm heldur seg bara
altíð til tey sterkastu og til
tey, sum hava valdið. Hann
arbeiðir eftir mínum tykki
ikki eftir nakrari politiskari
hugsjón ella ætlan um at
broyta nakað í samfelag-
num. Valdið skal vera á
somu hondum, sum altíð.
Um tað er í vinnulívinum, í
politikki ella í viðurskiftun-
um millum Føroyar og
Danmark.
Bjarni Djurholm hevur
altíð valt konfrontasjónina
og øsingina heldur enn
samstarvið, men ongantíð
mótvegis teimum, ið hava
valdið. Altíð er tað kon-
frontasjón við tey, ið krevja
rættindir og ikki eru partur
av etableraða valdinum.
Hetta minnir ikki sørt um
tey, sum í skúlagarðinum
altíð halda við meirilutan-
um og leiðarunum í skúla-
flokkinum og gera sítt
ítarsta til at tekkjast teimum
– við at ýla við úlvunum og
leggjast eftir teimum, sum
ikki eru inni í hitanum.
Søgnin um fullveldis-
samgonguna
BD leggur í síni grein,
trumfin á við at endurtaka
útgávuna hjá Óla Breck-
mann (ÓB) um samgongu-
slitið í fullveldissamgong-
uni. Fyri ÓB er alt hetta
spælið at geva Tjóðveldis-
flokkinum skyldina fyri, at
fullveldissamgongan slitn-
aði, bert sjónleikur og gykl.
Og tað dugir hann sera væl.
Men okkurt bendir á, at
Bjarni Djurholm trýr sjón-
leikinum.
Men søgan um fullveldis-
samgonguna er í veruleik-
anum rættiliga einføld.
Tá samgongan varð skip-
að í 1998 var tað við sera
ringum tannabiti, at Fólka-
flokkurin við ÓB og BD,
fór í samgongu við Tjóð-
veldisflokkin. Øll minnast
hvussu Óli Breckman undir
samgongusamráðingunum
royndi at forkoma sam-
gonguni við ótespiligari út-
spilling av Heina O. Heine-
sen. Og øll minnast, hvussu
Bjarni Djurholm sum ting-
maður ferð eftir ferð gekk
ímóti landsstýrinum í full-
veldismálinum – enntá
undan og undir samráðing-
unum við donsku stjórnina,
sum við hesum fekk góð
amboð at seta split í sam-
gonguna.
ÓB segði longu í 1998, at
nú kundi Tjóðveldið sleppa
at spæla sær við fullveldin-
um í eini tvey ár – síðani
blaka vit Tjóðveldið út og
taka javnaðin ella sam-
bandið inn. Hann roknaði
ikki við, at tað nakrantíð
fór at koma til nakra sam-
ráðing við donsku stjórn-
ina, og at málið tí fór at
doyggja burtur av sær sjálv-
um. Hann boðaði eisini
javnaðarflokkinum frá hesi
ætlan um at skifta, tá val-
skeiðið var hálvrunnið – og
støðugt var samband mill-
um partar av fólkaflokkin-
um og javnaðarflokkin um
at vera “klárur”. Minst
tríggjar ferðir í tíðarskeið-
num frá 1998 til 2002 sat
Jóannes Eidesgaard uppi á
nátt og bíðaði eftir ÓB og
BD, sum høvdu lovað teim-
um, at fólkaflokkurin fór at
skifta hest.
Fullveldið fór ov langt
fyri Djurholm og
Breckmann
Men ÓB og BD høvdu ikki
roknað við, at eitt sáttmála-
uppskot og ein samráðing
við donsku stjórnina fóru at
koma so langt – og teir
noktaðu tískil at góðtaka
eina stutta skiftistíð í viss-
uni um, at hetta fór at slíta
samráðingarnar.
Tá ið samráðingarnar
slitnaðu á heysti í 2000,
gjørdu ÓB og BD klárt at
skifta út og taka konfronta-
sjónina við Tjóðveldis-
flokkin. Bjarni Djurholm
varð settur í landsstýrið fyri
Finnboga Arge.
Frá tá av byrjaðu lands-
stýrisfundirnir at gerast
stríð og kegl. Og ferð eftir
ferð hoyrdu vit BD boða frá
í fjølmiðlunum um ætlanir,
ið ongantíð høvdu verið
viðgjørdar í samgonguni.
ÓB og BD høvdu reglu-
liga samrøður við javnaðar-
flokkin. Men Anfinn Kalls-
berg hevði alment boðað
frá fólkaatkvøðu, hóast
partar av tingmanningini
vóru hart ímóti – og hetta
vóru ÓB og BD snøgt sagt í
øðini um. Teir løgdu hart
trýst á Anfinn Kallsberg –
eisini alment í fjølmiðlun-
um. Og eftir míni meting
hava
teir
havt
onkra
“klemmu” á Anfinni, tí
knappliga
broytti
hann
hugsan og avlýsti fólkaat-
kvøðuna uttan so mikið
sum at tosa við Tjóðveldis-
flokkin áðrenn – tíansheld-
ur við undirritaða, sum um-
sat málsøkið sjálvstýrismál.
Nú var alt klárt at fáa
Tjóðveldisflokkin at slíta
samgonguna. Tjóðveldis-
flokkurin setti fyrst hart
móti hørðum við at fara í
tingið við lógaruppskotin-
um um Sjálvstýri Føroya
fólks. Men í seinastu løtu
slakaðu vit – og tað var
ábyrgdin hjá undirritaða.
Miseydnaða slitið
Nú høvdu ÓB og BD ikki
fingið Tjóðveldisflokkin at
slíta sum ætlað, so nú vóru
góð ráð dýr. Eftir drúgvar
náttarsamráðingar samdust
samgonguflokkarnir
um
eitt uppskot frá Tjóðveldis-
flokkinum at samtykkja
tingmálið: “Uppskot til
samtyktar um Sjálvstýri
Føroya Fólks”. Tað var í
hesum uppskoti, at blokk-
stuðulsniðurskurðurin varð
settur til 300-400 mió. kr.
og gjørt varð av at yvirtaka
alt, so onki fíggjarligt og
umsitingarligt trýst skuldi
vera á fólki, tá tey á fólka-
atkvøðu skulu taka støðu til
at skipa Føroyar sum sjálv-
støðugt ríki.
Men bæði ÓB og serliga
BD vóru hart ímóti hesi
neyðsemju. Nú høvdu teir
jú ikki livað upp til lyftini
mótvegis javnaðarflokkin-
um – og teir søgdu tað vera
óðamannaverk at minka
blokkstuðulin og fremja tær
yvirtøkur, ið vórðu ásettar í
uppskotinum. Eftir langar
vøkunætur, grát og tann-
grísl, vann tó tann meiril-
utin í Fólkaflokkinum, sum
tá ynskti at halda fram á
fullveldisleið.
Eftir hesa uppgerð, var
alt eitt støðugt stríð í sam-
gonguni. Tá
fíggjarlóg
skuldi gerast, noktaði BD
sum landsstýrismaður at
gera nakrar sparingar í
rakstrinum á sínum øki við
teirri grundgeving, at Tjóð-
veldisflokkurin
hevði
skyldina av blokkstuðuls-
niðurskurðinum
og
nú
máttu økini, sum Tjóðveld-
isflokkurin umsat, bera
prísin.
Konfrontasjónirnar
Síðani kenna øll søguna.
Opið kegl og stríð í sam-
gonguni myndaðu lagið.
Tjóðveldisfólk vóru ónøgd
við gongdina og funnust
harðliga at Fólkaflokkin-
um. ÓB og BD jarðløgdu
Tjóðveldisflokkin í orða-
skiftunum á tingi – og teir
boðaðu fleiri ferðir frá, at
teir fóru at taka undir við
uppskotum frá andstøðuni
um
avgjaldslækkingar,
skattalætta, privatar skúla-
deplar og annað. Teir leit-
aðu eftir einum møguleika
at fáa Tjóðveldisflokkin at
slíta samgonguna, og allar
hugsandi konfrontasjónir
vórðu royndar. Teir skipaðu
so fyri, at Tjóðveldisflokk-
urin misti løgtingsformans-
sessin og Edmund Joensen
valdur ístaðin eftir valið í
2002. Annlis Bjarkhamar
varð sett frá sum lands-
stýrismaður sum “hevnd”
fyri at Tjóðveldisflokkurin
tók undir við misálitis-
váttan frá sambands- og
javnaðarflokkinum
á
landsstýrismannin
í
fiskivinnumálum, grundað
á eina kanningarstjóra-
niðurstøðu. Hetta var eitt
mál, sum hevði fingið ein
og hvønn landsstýrismann
úr øðrum flokkum at lagt
frá sær sjálvboðin. Men
sambært taktikkinum hjá
ÓB og BD skuldi línan
renna út øll sum hon var, so
konfrontasjónin
við
Tjóðveldisflokkin
kundi
gerast høvuðsmálið, og
landsstýrismaðurin varð tí-
skil drigin ígjøgnum eitt
púra
óneyðugt
alment
sirkus.
Alt hetta bert til tess at
íspinna mytuna, sum Bjarni
Djurholm
síðani
hevur
endurtikið upp í saman
saman við ÓB og øðrum
fólkafloksmonnum:
At
VIÐMERKINGAR
Fíggindamyndir varaløgmans
– les ikki hesa grein...
Framhald á næstu síðu