týsdagur 20. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 178 - 20. september 2005
Tjóðveldisflokkurin sleit
samgonguna við at leggja á
løgmann og fólkaflokkin –
m.a. orsakað av fíggjar-
støðu landskassans. Tað
sama eru javnaðarmenn og
sambandsmenn farnir at
sleingja út, hvørja ferð teir
eru kroystir.
Óttin fyri at spara
og taka inn
Onki kann vera meira fjart
frá
veruleikanum.
Um
Tjóðveldisflokkurin hevði
viljað slitið fullveldissam-
gonguna, so vóru óteljandi
høvi, har vit uttan himpr
høvdu havt allar grundgev-
ingar fyri at slíta. Tað var
fólkaflokkurin, sum tving-
aði løgmann at slíta og
senda “teir ómøguligu tjóð-
veldismenninar til hús”.
Hinvegin var arbeiðið við
fíggjarlógini fyri 2004 utt-
an iva ein orsøk til at
Fólkaflokkurin sleit sam-
gonguna. Kravið frá fíggj-
armálaráðharranum, Karst-
eni Hansen, var sum altíð
eitt yvirskot á fíggjarlógini.
Og tað megnaði hann øll 6
árini hann sat – eisini tað
seinasta. Og í hansara
fíggjarlógaruppskoti fyri
2004 vóru greið uppskot
uml, hvussu sparast skuldi
og hvussu fleiri inntøkur
skuldu fáast til landskass-
an. M.a. við at leggja av-
gjøld á vørur, at lata ar-
beiðsmarknaðin
fíggja
barsilsskipanina
og
at
skerja rentustuðulin til set-
húsalán.
Alt hetta var BD so hart
ímóti, at hann noktaði at
taka lut á fleiri fundum um
fíggjarlógina. Hann boðaði
eisini skrivliga frá, at hann
tók ikki undir við tí fíggj-
arlógaruppskoti,
sum
Karsten Hansen legði fram,
tí hann góðtók hvørki spar-
ingarnar ella nýggju inn-
tøkurnar á hansara egna
málsøki.
Eitt krav, sum ongin
kundi uppfylla
Tað var tí eitt gylt høvi hjá
ÓB og BD aftur at royna at
fáa Tjóðveldisflokkin at
slíta samgonguna, tá ein
bók kom út um m.a. for-
tíðina
hjá
løgmanni.
Onkusvegna visti Fólka-
flokkurin um hesa bók. Og
sum ketta burturúr høvda-
trogi – áðrenn nakar hevði
sæð nakra bók – valdi
Fólkaflokkurin at senda
Tjóðveldisflokkinum eitt
bræv, har teir kravdu, at
Tjóðveldisflokkurin reins-
aði Løgmann fyri inni-
haldið í eini bók, sum vit
ikki høvdu sæð. Brævið
varð sent til allar fjølmiðl-
ar, áðrenn tað var Tjóð-
veldisflokkinum í hendi.
Øll vita, at tað var sjálv-
sagt ógjørligt hjá Tjóð-
veldisflokkinum at skula
reinsa løgmann fyri nakað
sum hent var fortíðini.
Men á henda hátt offraði
Fólkaflokkurin samgong-
una og løgmann til tess at
sleppa frá fullveldinum og
fíggjarpolitikkinum
hjá
Tjóðveldisflokkinum. Og
tað varð gjørt so snilt, at
bæði ÓB og BD úteftir
kundu látast at stuðla løg-
manni og gera hann til
pínslavátt. Meðan Tjóð-
veldisflokkurin
skuldi
standa
eftir
sum
teir
ómøguligu
og
rabiatu
bandittarnir – ja, skuldi
passa í júst ta myndina,
sum ÓB og BD høvdu
roynt at geva av Tjóð-
veldisflokkinum
síðani
80’ini og sum teir messa
upp í saman enn í dag.
Úrslitið kenna vit øll.
Taktikkurin
eydnaðist.
Linjan hjá ÓB og BD hevur
nú vunnið í Fólkaflokk-
inum. Bjarni Djurholm
gjørdist varaløgmaður og
fegnast dagliga um tann
førda sambandspolitikkin
og tekur frástøðu frá øllum,
sum undanfarna samgonga
gjørdi. Og – enn í hvussu er
– fylgja hinir politikararnir
í Fólkaflokkinum við. Tó
hava Poul Michelsen og
nakrar djarvar fólkafloks-
kvinnur váðað sær at tala
at.
Soleiðis sær søgan út sæð
frá einum, ið hevur verið
við í gongdini allan vegin –
og sum iðrar seg um, at vit
lótu hesa gongdina fara alt
ov langt, og at undirritaði
var alt ov veikur í avgerandi
løtum.
Virgar T. Dalsgaard
Sum flestu tilkomin fólk
vita, men langt frá allur
okkara ungdómur, so er 18.
september ein heilt serligur
dagur í okkara nýggjastu
søgu - („nýggj" søga er
fyri seriøsar søgumenn alt,
sum er yngri enn eina øld!)
Sunnudagin í hesum viku-
skifti eru farin eksakt trýss
ár síðani, at vitleysir polit-
iskir terroristar royndu at
spreingja okkara parla-
ment – Løgtingshúsið – í
smæsta smildur!
Bumban brast stutt nið-
anfyri fundarhøli javnaðar-
manna! Hetta hendi stutt
eftir, at Petur Mohr Dam og
aðrir leiðandi javnaðar-
menn høvdu sitið í fundar-
hølinum og arbeitt. Tað var
eitt Guds undur, at eingin
mannskaði hendi.!
Menn hildu ein lítlan ar-
beiðssteðg, har teir vóru
farnir niðan í snikkarastovu
at fáa sær ein drekkamunn,
rindaðu møðina eina løtu
og ætlaðu sær skjótt oman-
aftur í løgtingið at arbeiða,
men meðan teir sótu til
borðs, brast bumban og
skakaði alt grannalagið í
miðbýnum!
Tingakrossur, Dimma-
lætting og Sosialurin vóru
øll meira og minni samd
um, at so uppøstur og ógv-
isligur sum politiski terror-
stemningurin varð blivin í
sambandi við tey hatsku
álopini á Danmark og før-
oysk samríkisfólk, var valla
ivi um, at hetta var ein
attentatroynd við týðiligum
politiskum
fullveldis-
motivi! Hetta var um somu
tíð
sum
loysingarpøbil
meiggjaði út húsini hjá
Louis Zachariassen, blað-
stjóra Tingakrossar, nátt
eftir nátt við fólkalorti og
eyðmýkjandi invektivum,
samstunds sum grovur tele-
foniskur terror móti Louis
eisini var gerandiskostur!
Flaggað skuldi verðið
við hálvari stong á
hvørjum ári
Løgtingsbumbingin
er
næstan fortrongd í Føroy-
um! Ja, hesin sjáldsama
álvarsami
tilburður
er
merkiliga nógv tagdur í hel
av okkara søgufólki, og
hann er heilt lopin um í
okkara søgubókum. At
burturtiga søgulig ýti er
ikki nógv mætari enn at
lúgva um tey! Effektin er
stórt sæð tann sama!
Í øllum øðrum londum
hevði dagurin fyri eitt
terrorálop á sjálvt parla-
mentið ikki bara verið við-
gjørdur í landsins søgu-
bókum - hann hevði eisini
verið
markeraður
sum
nationalur sorgardagur, har
flaggað varð í hálvari stong
á øllum almennum bygn-
ingum; - harumframt hevði
tilburðurin eisini verið um-
røddur hvørt ár í landsins
skúlum. Á arbeiðsplássum
hevði 2 minuttirs tøgn fyri
slíkan nationalan terrorist-
ørskap eisini verið bæði
rímuligt og hóskandi!
Latið ongantíð hesa and-
styggiligu
terrorist-gerð
fara í gloymibókina! Latið
hvørt
einasta
føroyskt
mansbarn fáa alla terror-
søguna, sum hon er. So
mugu tey sjálvi hugsa og
døma!
Sjálvt
fólkaflokkurin
kann í dag ikki hava nakað
ímóti, at hesin terrordagur
verður markeraður, tí allir
teir steinøru loysingar-
menninir, sum tá vóru í
fólkaflokkinum, fóru stutt
eftir yvir í nýstovnaða tjóð-
veldisflokkin, sum síðani á
loysingarøkinum
hevur
monopoliserað ørskapin og
hýst næstan øllum teimum
mest fanatisku rabulistun-
um. Eftir at tjóðveldis-
flokkurin varð stovnaður,
gjørdist
fólkaflokkurin
næstan púra avlúsaður fyri
politiskar fundamentalistar
og annað órudd!
Brand-aktuella uppskot
mítt til allar føroyskar
parlamentarikarar
við
ábyrgdarkenslu er tí hetta:
Góðu løgtingsmenn - taka
tit demokratiið í álvara, so
gott í tykkum, gerið okkum
føroyingum 18. september
til nationalan sorgardag,
har demokratiskt-sinnaði
hampafólk tigandi drýpa
høvur og minnast! Hetta
kann fáa uppvaksandi ætt-
arlið at hugsa seg um, og
erkenna, hvussu spinkult
demokratiið er, og hvussu
skaðilig politisk fanatisma,
einoygd fundamentalisma
og totaliterir tvangstankar
kunnu vera. Tað er royndur
lutur, at nationalistiskur
hugburður fyrr ella seinni
altíð førir til terror ella
reina fascismu!
Men nú allur tann demo-
kratiski
Vesturheimurin
roynir at brynja seg móti
terrorismu, eiga vit ikki at
lata ta terror-skomm sita á
okkum, at vit framvegis
seta hesa absurdu parentes
um eina ta fúlastu politisku
beistagerð
í
føroyskari
søgu!
Bára Johansen
Formaður í Felagnum
MBD/DAMP í Føroyum
Vit í felagnum MBD/
DAMP í Føroyum eru ør-
kymlað av støðuni, ið nú
hevur tikið seg upp við-
víkjandi umrøðu av okk-
ara børnum í sambandi
við stovnin fyri børn við
atferðartrupulleikum.
Okkara neyðarróp er,
at høgt mettir psykologar
í høgum starvi eru farnir
inn á øki, har teir hvørki
hava nógv nógva vitan
ella nóg hollar royndir.
Teir koma við villleið-
andi útsagnum og bein-
leiðis lygnum um við-
gerð, ið skal eitast at vera
í okkara landi.
Okkara áheitan á tykk-
um, avvarðandi myndug-
leikarar og politikarar,
skal tí vera, at tit fáa
greiði á, hvør hevur
ábyrgdina av, at støðan er
vorðin, sum hon er.
Støðan er tann, at okk-
ara børn nú hava fingið
eitt heldur løgið heiti. Nú
eru tey børn og ung, ið
hava atferðar- og til-
knýtistrupulleikar. Tað
verður eisini sagt, at tveir
stovnar eru í landinum
fyri okkara børn. Her
koma okkara børn í
viðgerð - verður sagt.
Hetta er rætt og slætt
lygn!
Her er hvørki stovnur
ella viðgerð. Og gott tað
sama. Tí umrøðan og
hugburðurin eru farin
heilt av leið.
Hjá børnum og ungum
við DAMP, ið alla tíðina
"fara av leið", verða mis-
skilt og útskeldað, er tað
sera umráðandi at verða
sædd, virðismett og við-
urkend. Tey skulu vita, at
foreldur og onnur skilja,
at atferð teirra kemst ikki
av tvørrandi vilja, men
tvørrandi føri.
Eitt inntriv beinan-
vegin er umráðandi til
tess at sleppa undan, at
børnini eru óneyðugt við
undirlutan
í
heilum.
Arbeiðið má skipast eftir
tí einstaka barninum.
Hetta er veruleikin,
sum vit heita á tykkum
um at royna at skilja. Og
vit eru fús at hjálpa tykk-
um at skilja veruleikan.
Okkara ynski er, at vit
fáa servitan til Føroya.
Vit heita aftur á Hans
Paula Strøm, landsstýris-
mann í almanna- og
heilsumálum, um at fáa
Christopher
Gillberg,
professa úr Göteborg
hendavegin. Christopher
Gillberg, sum fleiri ferðir
hevur verið í Føroyum,
hevur boðið sær til í
neyvum samstarvi við
føroyingar at skipa fyri
útbúgving av fakfólki, ið
eru før fyri at diag-
nostisera og viðgera børn
við ADHD/DAMP.
VIÐMERKINGAR
ÁTJANDI SEPTEMBER 1945
Terror- og skammardagur Føroya
Áheitan frá Felag-
num MBD/DAMP
í Føroyum
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.