týsdagur 20. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 20. september 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hallgerð Didriksen, Vestmanna, andaðist sunnudagin
18. september, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr
Vestmanna kirkju mikudagin klokkan 14. Tey, ið vilja
minnast Hallgerð, kunnu lata Eldrasambýlinum í Vest-
manna eina gávu. Konto í peningastovnunum.
Hemming Petersen, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar
sjúkrahúsi sunnudagin 18. september, 67 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Kistan við Jónu Andreasen í Klaksvík fór úr kapell-
inum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í gjár, mánadagin klokkan
18 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin verður í dag,
týsdagin klokkan 13.30. Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Jónu kunnu lata Sambýlinum í
Bøgøtu eina peningagávu. Konto í Norðoya Sparikassa.
Andrea Andersen, fødd Klein, ættað frá Gjógv, búsit-
andi í Keypmannahavn, andaðist 16. september á
Pleygudeildini Øselsgården, 89 ára gomul. Tey, ið vilja
minnast Andreu, kunnu lata Gjáar kirkju eina gávu.
Konto í peningastovnunum.
Kistan við Jónu Andreasen í Klaksvík fór úr kapell-
inum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í gjár, mánadagin klokkan
18 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin verður í dag,
týsdagin klokkan 13.30. Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Jónu kunnu lata Sambýlinum í
Bøgøtu eina peningagávu. Konto í Norðoya Sparikassa
Andlát og jarðarferðir
Týsdagin 20.september fyllir Tór-
finnur Hansen á Skála 70 ár.
Tórfinnur er føddur í Skopun,
sonur Súsonnu og Jóhan Hendrik
Hansen í Skopun. Súsanna var ætt-
að av Skarvanesi og Jóhan Hendrik
úr Skopun.
Teimum var tað sjáldsama fyri, at
fáa 10 synir, men onga dóttir, hes-
um stóra flokki er Tórfinnur yngst-
ur av. Nú eru bert tríggir brøður
eftir - Kjartan, sum býr í Sønder-
borg í Danmark; Oddmar, sum býr
í Vestmanna, og Tórfinnur, sum býr
á Skála.
Tórfinnur var sum flestu ungu
føroyingar fiskimaður, eisini var
hann í Íslandi og í Føringahavnini
í Grønlandi og arbeiddi. Seinnu
árini arbeiddi hann hjá Landsverk-
frøðinginum, mest í Eysturoynni.
Síðani Tórfinnur bleiv pension-
eraður, hevur hann starvast fyri
kommununa á ruskplássinum á
Skála, somuleiðis hevur hann tikið
móti seyðaskinnum, sum hann
hevur saltað, og er ágóðin farin til
Meinigheitshúsið á Skála.
Í 1960 giftist hann Hildu av
Skála, har tey búsettist og fingu
børnini Lilliuna, Dan og Tórhild,
sum nú øll búgva í Danmark.
Í 1986 andaðist Hilda aftaná
strævna sjúkralegu, og var Tórfinn-
ur einsamallur í nógv ár.Vit vóru
øll sera glað um, at hann fann Janu,
sum hann giftist við í 1998. Tey
búgva á Skála.
Politiskt er einki ivamál, hvar
hann hoyrir heima, hann er trúgvur
javnaðarmaður. Í kirkjuni og Mein-
igheitshúsinum eru hann og Jana
trúgvir stuðlar.
Eisini hevur hann fingist við
ættarkanningar og veit væl at siga
frá allari okkara ætt. Trúfesti til
okkum øll, sum hann er ættaður við
er sera stórt - takk fyri tað.
Góði farbróðir, vit ynskja tær
hjartaliga tillukku á sjeyti ára deg-
num, og ynskja tær og Janu saman
við børnum tykkara, øll góð ynski
fyri framtíðina.
Heilsan frá bróðurbørnum
Havn:
Á
býráðsfundi
hóskvøldið boðaði Annika
Olsen úr fólkaflokkinum
frá, at henni barst frá at
røkja starv sítt sum bý-
ráðslimur í meira enn sam-
fullar 14 dagar vegna
barnsburð.
Í hennara stað er nú kom-
ið tann næsti á listanum hjá
flokkinum, og er tað Inga
Dahl (myndin).
Tingbólkurin hjá Fólka-
flokkin hevur sett Regin W.
Dalsgaard í starv sum
nýggjan skrivara. Durita
Djurholm hevur higartil
røkt hetta starv.
Regin W. Dalsgaard er í
dag formaður í HUXA,
sum er ungmannafelagið
hjá Fólkaflokkinum. Við
nýggja skrivaranum verður
samstarvi ímillum ung-
mannafelagið og tingbólkin
tískil styrkt. Regin er 21
ára gamal og hóast sín unga
aldur, hevur hann verið
virkin innan egið vinnu-
virksemi.
Tórfinnur Hansen 70 ár
Dagurin
20. september. Tobias. Til minnis um tann Tobias,
sum apokrýfiska bókin Tobits bók veit at siga frá.
Navnið er hebráiskt og merkir Guð er góður.
Brúdleyp
Leygardagin 17. september 2005 giftust í Saron í
Vestmanna Ketty Kjærbo úr Skopun og Magnus Pauli
Johannesen úr Vestmanna.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 20. september hava Elin og Leivur á
Torkilsheyggi, Nes, Toftir, silvurbrúdleyp. Tey eru
burturstødd silvurbrúdleypsdagin.
70 ár
Týsdagin 20. september verður Judy Justinussen í
Norðragøtu 70 ár. Dagurin verður hildlin í Dag-
tilhaldinum í Gøtubrá leygardagin 24. september frá
kl. 18.00.
Tíðindaskriv:
Fólkaflokkurin
nýggjan skrivara
Inga Dahl
í býráðið
Leygardagin 17. september
2005 fylti Poulina Zacha-
riassen í Havn 85 ár.
Poulina er ættað av Toft-
um, har hon vaks upp sum
tann elsta av fimm systrum.
Foreldrini vóru Annu Elisa-
beth og Magnus F. Mikkel-
sen, av Toftum.
Eftir kríggið flutti fa-
miljan til Havnar, har tey
høvdu
klædnahandilin,
Magnus
F.
Mikkelsen
Manufaktur, ella hjá Tofta-
manninum, sum handilin
eisini varð nevndur, í
húsunum hjá Honnu og Óla
Christian
Skála
í
Dr.
Jacobsensgøtu, har sum
Skálabúðin er í dag.
Poulina fekk arbeiði á
skrivstovuni hjá Ríkisum-
boðum í Havn, har hon var
í úti við 25 ár.
Foreldrini fluttu seinni
inn aftur á Toftir at búgva,
har pápin saman við øðrum
í 1953 keypti skonnartina
Kongshavn, til m.a. at
rógva út við bátum í Grøn-
landi. Eftir at Kongshavn
varð seld, fluttu foreldrini
aftur til Havnar at búgva.
Poulina var gift Magnusi
Zachariassen av Sandi, og
tey fingu sonin John Eli,
sum í dag býr saman við
familju síni í Esbjerg.
Í dag býr Poulina á Ellis-
heiminum í Havn.
Poulina Zachariassen 85 ár
Sagt verður frá, at kæri maður, pápi
og verpápi okkara
Páll Petersen
úti á Boðaneshamri í Havn
andaðist andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í
Keypmannahavn 14. september, 63 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
mikudagin 20. september kl. 14.
Familjunnar vegna
Maud,Tórun og Uri
Kunngjørt verður, at kæra mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Hallgerð Didriksen
Vestmanna
andaðist sunnudagin 18. september 2005,
87 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
mikudagin 21. september kl. 14.
Vegna tey avvarðandi
Ása, Giðja, Fríhildur og Rói
Tey,ið vilja minnast Hallgerð,kunnu lata Eldrasambýlinum í Vestmanna
eina gávu til ,konto í peningastovunum