Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 178 - 20. september 2005 STAKSDAGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Komandi leygardag fara tjørnuvíkingar í Stakkin. Dagurin byrjar við, at menn samlast við bygdahúsið klokkan 7.30, og tá plaga nógv bygdafólk at koma oman at heilsa upp á fjall- menninar og syngja. Hetta er ein hátíðardagur í Tjørnuvík. Áðrenn farið verður til gongu, bjóðar formaðurin, Jógvan Magnussen, væl- komin, og síðan verða trý ørindi av sálminum, "Lít allar tínar leiðir", sungin. Vanliga telir fjallmann- ingin einar 40 mans. - Hendan dagin kemur altíð nógv fólk til bygdar, og ofta koma avbygdamenn við út á Stakkin. Túrurin er ikki langur. Tað er bratt, men vælgongt. Túrurin heimaftur við seyðinum er heldur longri. Jógvan sigur, at vanliga verður komið heimaftur um middagsleitið, og tá verður eitt takkarørindi sungið. - Tá plaga fólk at vera forvitin, skimast eftir skurðinum, og okkurt kría- túrið verður "handlað", sum hann tekur til. Uppboðssøla Eftir heimkomuna verður boðið til døgurða í bygdar- húsinum, og tá ið etið er, verður farið at fletta. Jógvan veit at siga, at í ár eru 16 seyðir at taka í Stakkinum, seks ár, átta lomb (fimm veðurlomb og trý gimburlomb) og tveir veðrar. - Av hesum verða eini fýra lomb flett upp, sundur- limað og seld á uppboði í stykkjum. Formaðurin sigur, at lundatíðin royndist ikki væl í summar, men 70 grýtu- klárir lundar verða við á uppboðnum. - Seyður og lundar verða seld á uppboði klokkan 17, og seinasta ár gav sølan stívliga 70.000 krónur. Hann sigur, at um av- bygdarmenn keypa livandi seyð, fletta staksmenninir fegnir hendan seyðin bein- anvegin. Tombola Eins og í fjør, skipar Kingo -bólkurin fyri tombola í bygdahúsinum beint eftir aktiónina, har eitt nú fesk tjógv, karamellur, sodavatn og annað verður at vinna. - Í fjør vóru eini 150-200 fólk til tiltakið niðri í Túni – og vit vænta aftur nógv fólk hesaferð, sigur Jógvan Magnussen. Staksdagurin hevur altíð verið tann stóri dagurin í Tjørnuvík; fólk eru í góð- um lag, og kvøldið endar við dansi í bygdahúsinum. Leygarkvøldið verður tað Bridge, sum fara at spæla til dansin. - Nógv fólk hava vitjað framsýning- ina, og eg vóni at síggja nógv fólk aft- rat, áðrenn fram- sýningin letur aftur mikudagin, sigur Lisbeth Mortensen, listarkvinna FRAMSÝNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havnarkonan, Lisbeth Mortensen, sum eftir fleiri ára útlegd í Dan- mark, nú er aftur í Føroy- um við forvitnisligari listaframsýning í Smiðj- uni í Lítluvík, er væl nøgd við undirtøkuna, sum framsýningin higar- til hevur fingið. - Jú, her hava nógv fólk vitjað, og eg vóni at síggja nógv fólk aftrat, áðrenn framsýningin let- ur aftur mikudagin um 14-tíðina, sigur hon. Við á framsýningini hevur hon málningar og skulpturar, og millum málningarnar eru einar 10 við føroyskum motivi. - Fólk, sum hava verið inni á gólvinum, hava undrast yvir, at føroya- myndirnar eru so ljósar. Tey halda listina vera for- vitnisliga og nýskapandi, sigur Lisbeth, sum hevur sand úr Sandágerði við á øllum føroyamyndunum. Sandin, sum hon hevur arbeitt við, fekk hon vin- fólk í Føroyum at taka í Sandágerði og senda sær niður til Danmarkar. Sjálv flutti Lisbeth, sum er ættað úr Havn, til Danmarkar at búgva í 1992 og hevur bert fáar ferðir vitjað í Føroyum aftur. - Men framsýningin fevnir um meira enn før- oyamyndirnar, leggur hon dent á. Hon ger eisini skulp- turar úr ymiskum tilfari, og hon málar bæði við oljumáling, vatnlitum (akvarel) og ger olju- kritstekningar – og mo- tivini eru rættiliga fjøl- broytt. Lisbeth Mortensen hevur málað málningar úr Indiu, sum eru prent- aðir til postkort, har pen- ingurin fyri søluna fer til børn í Norðurindiu. Hon stuðlar International Børnehjælp og verða á framsýningunum í Før- oyum ymiskir lutir seldir til frama fyri hesi børn. Meira kann lesast um Lisbeth Mortensen á www.lisbethmortensen.dk Tjørnuvíkingar fara í Stakkin leygardagin Forvitnislig list - Við nýggja tilboð- num kunnu fólk biðja um gjaldsskáa upp til tveir mánaðir um árið, um tey ætla sær at brúka peningin til okkurt annað. Talan kann vera um at full- føra ein dreym – ella um at fáa størri fíggjarligt rásarúm í húsarhaldinum, sigur stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn. TILBOÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Suðuroyar Sparikassi bjóð- ar nú sínum verandi og komandi viðskiftafólkum eitt nýtt lánitilboð, eitt sonevnt DJ-lán. - Navnið DJ sipar til mánaðirnar desember og juni, men viðskiftafólk kunnu sjálvandi velja aðrar mánaðir at skapa sær fíggjarligt rásarúm. Nýggja tilboðið hjá Suðuroyar Sparikassa er "orginalt" á tann hátt, at hetta er nakað, sum spari- kassin hevur funnið upp á sjálvur. - Hetta er ikki eitt "kopi" av nøkrum, sum aðrir hava, hvørki her heima ella uttan- lands. DJ lán verður veitt sum annuitetslán við veð í fastari ogn. - Annuitetslán eru eyð- kend við einum føstum mánaðarligum gjaldi, sum verður ásett við støði í lánsupphædd, afturgjaldstíð og rentu. Suðuroyar Sparikassi sigur, at verður eitt vanligt 20 ára annuitetslán lagt um til eitt DJ-lán, verður mánaðarliga gjaldið sum meginregla tað sama fyri DJ-lánið, sum fyri vanliga annuitetslánið. - Fólk kunnu biðja um gjaldsskáa upp til tveir mánaðir um árið, um tey ætla sær at brúka peningin til okkurt annað. Talan kann verða um at fullføra ein dreym um eina summ- arfrí, vetrarfrí, um ein nýggjan bil – ella bara um størri fíggjarligt rásarúm í húsarhaldinum, sigur stjór- in í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn. Størri frælsi Mánadagin skipaði Suður- oyar Sparikassi fyri tíð- indafundi um nýggja til- boðið. - Tilboðið byggir á, at viðskiftafólk við DJ-lán- inum kunnu fáa upp til tveir avdráttarfríir mánaðir um árið - eftir egnum ynski. Um fólk ynskja tað, kunnu avdráttarfríu mánaðirnar sparast upp, soleiðis at tú kanst fáa fleiri mánaðir í einum ári – ella yvir nøkur ár, sigur Søren. Á tíðindafundinum vísti hann á, at við DJ-láninum verður afturgjaldstíðin longd í mun til eitt vanligt annuitetslán við í minsta lagi talinum av avdráttar- fríum mánaðum. - Talan er sostatt um, at peningurin verður læntur í eitt longri tíðarskeið - og at restskuldin ikki lækkar eins skjótt, sum av "vanligum" lánum, sigur Søren L. Bruhn. Á tíðindafundinum var eitt dømi tikið fram um eitt DJ-lán, sum er tikið yvir 20 ár. Um lántakarar brúka gjaldsskáan upp á tveir mánaðir um árið "fult út", fær lántakarin gjaldsskáa í tilsamans 54 mánaðir, men tá verður so lánstíðin eisini tilsamans 26 ár og 7 mánaðir – í staðin fyri tey upprunaliga 20 árini. - Hetta verður gjørt fyri at geva lánstakaranum størri frælsi – og fyri at gera tað lættari, um láns- takarin hevur brúk fyri gjaldsskáa, sigur Suðuroyar Sparikassi um nýggja til- boðið. Viðskiftafólk størri frælsi og rásarúm við DJ-láni - Hetta er eitt nýtt tilboð, sum vit sjálvir hava uppfunnið, sigur stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn Mynd: Jens Kr. Vang