Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Á listaframsýningini í Norðoya Kunningarstovu er í løtuni høvi at síggja unga listamannin Livar Nysted royna seg við einum nýggjum teknikki. Við jarni heldur enn pensli strýkur Livar málingina á løriftið, og gevur tað myndini eina heilt serliga dýpd LISTAFRAMSÝNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Størsti parturin av teimum væl kendu málningunum hjá Livari Nysted hava verðið málaðir á traditio- nella háttin við pensli á hvítt lørift. Men á Norð- oyastevnuframsýningini í ár mundi onkur ivaleyst varnast, at Livar var farin at ganga nýggjar leiðir. Tá royndi hann seg nevniliga fyrstu ferð við einum heilt nýggjum máliteknikki. Í staðin fyri pensil hevði hann strokið málingina á løriftið við einum lítlum spartlijarni. Og júst hesin teknikkurin setur sín heilt serliga dám á framsýning- ina, sum er at síggja á Norðoya Kunningarstovu í løtuni. Dýpd og lív Livar málar við akrylmál- ing, sum jú tornar skjótt, og tá eru ikki so góðar stundir at spæla sær við málingina fyri at fáa dúpd og aðrar effektir inn í myndina. Tí helt hann, at málingarnir ofta gjørdust nakað turris- ligir og lívleysir. - Eg visti um hendan teknikkin við spartlijarni og fekk hug at royna. Eg bleiv beinanveg rættiliga bitin av hesum, tí hetta gev- ur mær heilt aðrar møgu- leikar at fáa lív í myndina. Samstundis er úrslitið ofta treytað av sjálvum amboð- inum, og tað er ein spenn- andi avbjóðing, heldur Livar. Livar greiðir frá, at hann oftast brúkar rættiliga nógva máling, har sjálvur strukturin í strokunum eisini er við til at geva myndini dýpd. Inn ímillum blandar hann málingina við vatni, so at bakgrundin kann skína ígjøgnum og geva uppaftur meir litspæl í myndina. Vanliga, tá tú vilt hava bakgrundina at skína ígjøg- num, er tað tí løriftið er hvítt, og tú harvið fært meir ljós inn í myndina. À fleiri av nýggju myndunum hev- ur Livar valt at gera tað øvuta við fyrst at mála alt løriftið svart. Á hendan hátt fáa myndirnar ofta ein skýmligan dám, hóast litir- nir í sær sjálvum ikki eru myrkir. - Ein fyrimunur við at brúka jarn er at litirnir koma klárt fram beinanveg, so tú í størri mun hevur møguleika at spæla við umhvarvini og linjurnar. Samanumtikið haldi eg, at hesin teknikkurin gevur myndini meir "kramm" onkusvegna, sigur Livar. Hyggur eineferð afturat Serligi teknikkurin ger, at tú sum áskoðari hevur hug at hyggja enn einaferð eftir myndini, umaftur og um- aftur. Tað er, sum at okkurt nýtt er at hóma hvørja ferð, tú hyggur, og longur tú hyggur inn í myndina. So- leiðis fáa væl kend mynd- evni eitt heilt annað útrykk. Á myndini "Bátur" sæst til dømis ein forvitnisligt spæl millum tey heldur ullintu umhvarvini av fjøllunum og so reinu linjurnar á bát- inum í forgrundini. - Smølu strikurnar fái eg fram við at seta jarnið inn eftir kanti móti løriftinum, men hetta er ikki ein tek- nikkur, sum hóskar serliga væl til smálutir. Sjálvur leggi eg meg eisini helst eftir at fáa stóru perspek- tivini fram, so tað passar mær fínt, sigur Livar, og leggur afturat, at hetta avgjørt er ein teknikkur hann kundið hugsað sær at ment meir. Ein ørgrynna av møguleikum Myndevnini hjá Livari eru fyri tað mesta við íblástri úr náttúruni. Onkrar einstakar myndir eru av ávísum støð- um, men hetta er mest sum av tilvild. Honum dámar best at hava fríar ræsur, har hann kann fara har hann vil við myndini, uttan at áskoðarin fær hug at meta um, hvussu væl hon nú líkist. - Eg máli ikki ávís støð og takið heldur ikki bund- nar uppgávur, tí tað ber ov nógv brá av at vera eftir- líkning. Ikki tí, slíkir mál- ingar vísa ofta dygdargott handverk, men tað er ikki júst tað handverksliga, eg leggi meg eftir. Tá er ov lítið pláss fyri tí listarliga, sigur Livar. Livar hevur málað í nógv ár, og málingarnir hjá hon- um eru alsamt meir eftir- spurdir. Sjálvur kundi hann hugasð sær at brúkt nógv meir tíð uppá málingina og at royna seg fram á ymsar hættir. Eisini kundi hann hugsað sær at havt møgu- leika til at mála heilt stórar málningar, men sum er, loyva umstøðurnar tí ikki rættiliga. - Tað verður kanska eina- ferð. Tað liggja framvegis ein ørgrynna av ótroyttum møguleikum í teimum minnu málingunum, so eg verði ikki liðugur at royna meg fram í bræði, sigur Livar Nysted. Framsýningin á Norðoya Kunningarstovu verður opin nakað inn í oktober mánað. 16 Nr. 178 - 20. september 2005 Søkt verður eftir flogskiparum til flogførini hjá Atlantic Airways. Krøv Umsøkjarar skulu hava Commercial Pilot License (CPL), hava staðið prógv til Airline Transport Pilot License (ATPL) og Instrument Rating Multi Engine (IRME). Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. oktober 2005. Nærri upplýsingar kunnu fáast hjá Hans Hansen, flogovasta, á tlf. 21 31 72 ella e-mail: hans@atlantic.fo. Umsókn skal sendast til Atlantic Airways, att. Hans Hansen, Vága floghavn, 380 Sørvágur. Flogskiparar til Atlantic Airways Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. Umleið 140 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, og árligi umsetningurin var 234 milliónir krónur í 2004. Atlantic Airways hevur fýra flogfør og tvær tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalond- unum Onglandi, Skotlandi, Íslandi og Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið ein triðingur av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrlurnar røkja ferðasamband til útoyggjarnar, og bjargingartyrlan stendur á varðhaldi alt samdøgrið. www.flyfaroe.com Livar í Kunningarstovuni: List við "kramm" í Á framsýningini á Norðoya Kunningarstovu roynir listamaðurin Livar Nysted seg fram við forvitnisligum nýggjum máliteknikki "Kavarok" "Bátur" "Hugbirting"