Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 • týsdagur • 20. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Verður kravt Sum partur av FIFA- krøvunum, sum verða sett ymsu fótbóltssam- bondunum kring heim- in, liggur tað eisini í kortunum, at Føroyar skulu hava eina discipli- ner-nevnd. Í hesum døgum er Ísak Mikladal, aðal- skrivari, saman við Jógvan Elias Winther Poulsen, løgfrøðingi, á altjóða fótbóltsfundi. Og eitt av krøvunum, sum helst koma fyri her verð- ur, at øll limalondini skulu hava serstakar discipliner-reglur. Og at hesar skulu vera FIFA í hendi í seinasta lagi 31. mai komandi ár. Enn er tó ikki greitt, hvørt talan verður um endaligt krav frá FIFA, men sum skilst, so skundar hetta í øllum førum undir, at arbeiðið at tilevna slíkar reglur skal verða liðugt í heyst, soleiðis at komandi aðalfundurin kann geva sína endaligu samtyk. -mørk Claus brúkti høvdið Føroyski landsliðs- spælarin í Coventry fær nógva dystarvenjing, og hann vísti aftur leygardagin máltev ONGLAND 1. DEILD Jóannes Hansen Claus Bech Jørgensen er tann av føroysku landsliðs- spælarunum, sum spælir flestar dystir. Í hvussu so er tvær ferðir um vikuna eru teir í Coventry í eldinum, og tær seinastu ferðirnar hevur Claus Bech Jørgen- sen verið á vøllinum mest sum alla tíðina. Leygardagin vóru Claus og liðfelagarnir í Coventry í Brighton, har úrslitið var 2-2. Coventry var á odda 1- 0 í steðginum, og teir vóru eisini á odda 2-1, áðrenn heimaliðið javnaði til endaliga úrslitið. Claus Bech Jørgensen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og hann var rættuliga í eldinum. Tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, var tað Claus, sum legði Coventry framum aftur, eftir at heimaliðið stutt framman- undan hevði javnað. Claus stútaði bóltin í netið. Í síðstu løtu tiltuskaði Claus sær einasta gula kortið, sum Coventry fekk leygardagin. Coventry venjarin, Micky Adams, var ikki heilt nøgdur við, at hansara menn bara fingu eitt stig burturúr. Hann helt, at teir høvdu havt stóra yvirvág í spæli, men ásannaði eisini, at tað hevði ikki verið nóg nógvur broddur í álops- spælinum. Longu í 2000 varð gjørt uppskot um so- nevndar discipliner- reglur, og nú verður miðað eftir, at hesar verða lagdar fyri aðalundin hjá FSF í februar mánaði DISCIPLINER-REGLUR Jákup Mørk Tilburðurin á Tvøroyri móti endanum av dystinum millum TB og B36 - og ikki minst eftirfylgjandi video- dómarnir - hava av álvara birt aftur í kjakið um, hvussu Fótbóltssambandið skal fyrihalda seg til brot á fótbóltsreglurnar, sum verða dokumenteraðar á sjónbandi. Neyðugt við serligari nevnd Hóast tey fægstu mundu vera í iva um, at tað var rætt av Kappingarnevndini at taka upp hendingina á Tvøroyri, so hevur spurn- ingurin eftirfylgjandi reist seg, nær ein hending er nóg stór, til at sjónbandaupp- tøkur verða nýttar at geva revsing við. Fleiri dømi hava eisini verið um hetta í ár. Til dømis vóru runavík- ingar illa nøgdir, tá Ikeckukwu Onyema fekk tríggjar daga leikbann, eftir at hann varð rikin av vølli í dystinum móti GÍ. Í B36 hava tey verið ónøgd um, at Edvard Ble hjá VB bara fekk ein dyst fyri sítt reyða kort móti GÍ, og um at Christian Høgni Jacobsen hjá NSÍ ikki fekk seinna gula kortið, tá hann í ovur- fagnaði togaði troyggjuna av sær, eftir at hann hevði skorað íheimadystinum móti HB. Í báðum førum vildi hetta gjørt, at spælar- arnir ikki vóru tøkir til dyst móti B36, men tað vóru teir so kortini. Soleiðis er ivaleyst eisini við fleiri málum, sum hava verið gjøgnum árið, og í leygardagsútgávu okkara viðgekk formaðurin í Kappingarnevndini, Bjarki Mohr, eisini, at nevndin at kalla ongan møguleika hevði at fylgja øllum slík- um málum upp. Og hann legði afturat, at hann helt tað vera upplagt, um ein serstøk discipliner-nevnd verður sett. Ein nevnd, sum millum annað eisini hevur eftirhyggjan av video-upp- tøkum sum part av arbeiðs- setninginum. Uppskot til aðalfundin Hóast kjakið soleiðis aftur er tendrað, so er talan tó ikki um nakran spildur- nýggjan og kollveltandi tanka. Longu í 2000 hevði um- sitingin hjá FSF gjørt eitt uppskot um discipliner- reglur, og á fundinum við feløgini í november mánaði tað árið, varð hetta upp- skotið eisini fyrilagt. Ta ferðina gjørdist talan tó ikki um meira enn tað sama, men gongst eftir vild, so verður tað til meira enn bara prát, tá feløgini í heyst aftur fara á árliga fundin við FSF. - Tað er einki at ivast í, at tað er neyðugt við ser- støkum disciplinerreglum, og sjálvur ivist eg ikki í, at vit eiga at fáa eina slíka nevnd, sigur Óli Holm, formaður í FSF. Spurdur, hvørt talan verður um uppskotið, sum varð lagt fram í 2000, sigur Óli, at nakað av hesum allar helst verður brúkt, men at einstakar tillagingar og ajour-føringar tó mugu gerast. - Tað eru jú nógvir spurn- ingar, sum skulu greiðast í hesum. Millum annað, hvussu nevndin skal mann- ast, og hvussu víðar heim- ildir hon skal hava. Men okkara mál er í øllum før- um, at uppskotið verður lagt fyri aðalfundin, sum verður í februar mánaði. Og tað merkir so aftur, at vit skulu hava eitt uppskot til hetta klárt til fundin við feløgini, sum verður í no- vember mánaði, sigur for- maðurin. Bøtur til vælgerandi endamál Soleiðis er enn ikki greitt, júst hvussu uppskotið fer at síggja út, men uppskotið frá 2000 inniheldur tó fleiri áhugaverdar tankar. Millum annað verður sagt um manningina av nevndini, at hendan skal setast saman av einum løg- frøðingi, einum grannskoð- ara og einum fótbóltskøn- um. Ein samanseting, sum eisini stuðlar uppundir tosið um, at talan skal vera um nevnd, sum burtur av arbeiðir við lógar-partinum av fótbóltsspælinum, og tí ikki tekur tey atlit, sum fótbóltsáhugað kanska ofta hava hug til. Hartil verður í reglunum nevnt, hvørjar heimildir nevndin skal hava. Og tað stendur greitt, at hesar ganga nógv víðari, enn tær hjá eitt nú Kappingar- nevndini gera. Sum revsi- møguleikar verða millum annað nevnd møguleiki at taka stig frá feløgum, at broyta úrslit, at frátaka heiðursmerki, at frátaka støðu sum avtalu- ella áhugaleikari, discipliner niðurflyting av liði og úti- hýsan av venjara-, leiðslu- og dómarastarvi. Fyri at tryggja, at veru- ligt hald verður í avgerð- unum, sum nevndin tekur, eru eisini nýggir kæru- møguleikar komnir afturat í reglugerðini, um sammett verður við aðrar nevndir hjá FSF. Framvegis er Dómsnevndin ein kæru- møguleiki, men í evsta føri skal nú eisini bera til at leggja mál fyri altjóða ítróttardómstólin í Lau- sanne. Og endaliga, so er ein áhugaverdur partur av upp- skotinum eisini, at bøtur, sum verða dømdar feløgum av discipliner-nevndini, ikki skulu enda í FSF- kassanum. Hinvegin skulu hesar brúkast til vælgerandi endamál, og í uppskotinum frá 2000 verður lagt upp til, at Reyði Krossur og Am- nesty skulu fáa 40% hvør, meðan FSF tekur seinastu 20% sum ómaksgjald. Hetta seinasta er ein hátt- ur, sum verður nógv nýttur aðrastaðni, og eitt nú rindar FIFA hvørt ár stórar upp- hæddir í kassan hjá UNI- CEF. Tankin í hesum er, at býttar gerðir á ítróttarvøll- um ikki skulu brúkast til at rúgva upp í kassanum hjá respektivu fótbóltssam- bondunum, men at pengar- nir fyri ringu gerðirnar heldur verða nýttir til góð endamál Discipliner-reglurnar fyri aðalfundin Gongst eftir ætlan, verður serstøk discipliner-nenvd stovnað í FSF longu á komandi aðalfundi. Millum annað skal hendan hava til endamáls at revsa hendingar, sum kunnu koma fótbóltinum í ringt orð Tilvildarliga vald modell-mynd